Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-10, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. oktober 2019síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. OKTOBER 2019 SOSIALURIN 117 17 HALLUR AV RANA K aj Leo Holm Johanne­ sen, nýggi lands­ stýris­mað­urin í heilsu­mál­um, er skjót­ur at svara, tá hann verður spurd­ur um hvørjar ætlanir nýggja sam­gongan millum Fólka­flokk­in, Sambandsflokkin og Mið­flokkin hava sett sær í samband við sálarheilsu, nú Altjóða heilsudagurin verður hildin. - Í samgonguskjalinum er nakað skrivað, ið er stórt fyri sálar­sjúk í Føroyum, og sum eg haldi aldrin hevur verið skrivað nakrastaðni fyrr. Tað er tá ið vit tosa um við­gerðar­ trygdina í føroyska sjúkra­hús­ verki­num, so tosa vit ikki bara um viðgerðartrygd fyri likam­ ligt brek ella likamligar av­bjóð­ ingar, men siga púra klárt har, at sálarligar avbjóðingar og sálarliga heilsan er líka týdn­ ingarmikið og á sama støði sum likamligar avbjóðingar ella likamliga heilsan, sigur lands­ stýrismaðurin. Viðgerðartrygdin, ið var eitt av høvðuslyftunum, ið Sam­ bands­flokkurin fór til val uppá, inniber eitt lyfti um, at tá ein per­sónur verður sjúkur, skal tað ikki ganga meira enn 30 dagar frá tí, at viðkomandi verður sjúkur til hann sleppur framat lækna og byrjar viðgerð. Hetta lyftið skal eisini vera gald­andi fyri fólk, ið hava trupul­leikar við sálarheilsuni, og vónar landsstýrismaðurin, at hendan javnseting av sjúkum kann vera við til at steðga stigmatiseringina av teimum, ið eru sálarsjúk. - Tað er tað, ið vit fara at brúka næstu fýra árini uppá. Ein endi skal fáast á stigmatiseringini, ið tíverri hevur verið av før­oy­ ingum við sálarligum sjúkum. Her er viðgerðartrygdin ein óalmindi­liga góð byrjan. Um eg fái sálar­ligar avbjóðingar, so skal eg fáa eina útgreining og eina viðgerð innanfyri 30 dagar, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Ítøkiligt átak Fyrsta stig í hesi ætlan er at seta í verk eitt tilmæli, ið arbeiðs­ bólk­urin, sum lat úr hondum eina frágreiðing um sálarligu heilsan í Føroyum í oktober 2018, mælti til. - Ein ítøkilig broyting, ið eg ynski at fremja, er at seta í verk eitt tilmæli úr frágreiðingini um sálarheilsu, ið inniber at før­oy­ ingar millum 15 og 35 ár skulu fáa ókeypis sálarfrøðing, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Spurdur um nær hann væntar at leggja tað upp­skot­ið fyri løgtingið, sigur lands­stýris­ maðurin, at uppskotið verður part­ur av broytingunum, ið verða framdar í fíggjarlógini fyri 2020. - Tað skal setast í verk bein­ an­vegin. Eg skal hava tað við á fíggjarlógina fyri næsta ár og er metti kostnaðurin á upp­skoti­ num umleið tríggjar milliónir krónur, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. HALLUR@SOSIALURIN.FO EIN ENDI SKAL FÁAST Á STIGMATISERINGINI - Her er viðgerðartrygdin ein óalmindiliga góð byrjan. Um eg fái sálarligar avbjóðingar, so skal eg fáa eina útgreining og eina viðgerð innanfyri 30 dagar, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, nýggjur landsstýrismaður í heilsumálum, ið eisini lovar ókeypis sálarliga viðgerð til føroyingar millum 15 og 35 ár HETTA SIGUR SAMGONGU­ SKJALIÐ UM SÁLARSJÚKU OG SÁLARHEILSU - Heilsuverkið skal virka sum ein eind við sjúklinginum í miðdepilinum. Likamlig-og sálarlig heilsa og viðgerð skulu javnstillast. Skjót útgreining av sjúklinginum er avgerandi. - Betrað verður um viðgerðarmøguleikarnar hjá kvinnum, ið hava rústrupulleikar, og bøtt verður um tilboðini til børn og ung, sum vaksa upp í heimum við sálarsjúku og rúsmisnýtslu. - Rehabiliteringin skal styrkjast kring alt landið. Ein yvirskipað lóg skal gerast, sum tryggjar, at ein ætlan verður gjørd fyri hvønn einstakan, bæði viðvíkjandi likamligum, sálarligum og sosialum tørvi.