hósdagur 10. oktober 2019síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. OKTOBER 2019
SOSIALURIN 117
18
Kanska mest ókenda søgan, sum
Jógvan Arge, útvarpsmaður,
varpar ljós á í seinastu bók síni,
er søgan um føroysku farma
skipini, sum vóruí sigling í
Eysturpakistan í 1971.
Skipini sigldu við neyðhjálp,
men endaðu mitt í krígnum, tá
ið Bangladesh sleit seg leyst frá
Vesturpakistan. Bangladesh
hevði verið í ríkisfelagsskapi
við heitinum Pakistan sanan
við Vesturpakistan.
Tey føroysku skipini, sum
sigldu við neyðsynjarvørum
vóru Christian Holm hjá
William Holm Jacobsen í Havn
og Cathrina hjá Hans Hansen í
Miðvági.
Skipini vóru ikki serliga stór –
300 bruttotons. Christian Holm
var bygdur á Skála í 1966 og
Cathrina í Frederikshavn sama
ár.
Fróði Durhuus úr Vestmanna,
var skikpari á Christian Holm,
meðan Herbjørn Gásadal úr Sør
vági førdi Cathrinu.
Formliga sigldu skipini eftir
einum sáttmála við vesturpaki
stansku stjórnina, men sátt
málarnir vóru undir ST. Fleiri
donsk skip sigldu undir somu
treytum og fleiri av teimum
høvdu føroyskar skiparar.
Orsøkin til at føroysku skipini
gjørdu hesar sáttmálarnar var,
at tað loysti seg munandi betur
enn sigla í Evropa, har nógv skip
vóru um boðið um tann farm,
sum var at flyta.
Mern túrarnir á krígsleið
unum vóru ikki tespiligir og
manningarnar hava fortalt
ræðusøgur frá tí tær upplivdu
á hesum ferðum.
Onkrar frásøgnir eru at lesa
í nýggjastu bókini hjá Jógvani
Arge.
Í Mu:nchen
Í seinastu bók síni fortelir Jógvan
Arge eisini um fleiri uppgávur
hann gjørdi fyri Útvarp Føroya
í sjedyti-árunumn.
Ein tann mest dramatiska
var helst, tá ið útvarpið av
gjørdi at fara at siga frá olymp
isku leikunum, sum í 1972 vóru
í M:unchen í táverandi Vestur
týsklandi.
Hetta vóru spennandi leikir,
sæddir við norðurlendskum
eygum. Finnin Lasse Virén gjørdi
um seg sum topprennari, Niels
Fredberg úr Danmark vann gull
á súkklu og danska olympiska
fótbóltslandsliðiið kláraði seg
væl við Allan Simonsen í hópi
num.
Tað var tó ein onnur hending,
sum skrivaði hesar olympisku
leikirnar inn í heimssøguna. Tað
var har, at terroristar tóku ísra
elsku ítróttarfólkini til gíðslar
Gíðslastøðan endaði í sorgar
leiki. Øllk tey ísraelsku ítróttar
fólkini lótu lív umframt fimm
terroriistar og ein vesturtýskur
løgreglumaður.
Hóast ræðuliga sorgarleikin
, sum tá var sæddur um allan
heim í sjónvarpi, so var avgjørt
at halda fram við teimum
20.summarleikunum. Hetta
fyri at gera greitt, at olympiski
heimurin ikki lat seg hótta av
terrorismu.
Leikirnir hildu so fram – allar
kappingar vóru bert forskotnar
í ein dag ella tveir.
Hetta var fyrstu ferð at ein
føroyskur miðil var so tætt hjá
einari alheims dramatiskari
hending og kundi senda
beinleiðis heim til føroysku
radiolurtini.
Fiskimarkið
Eitt av stóru politisku málunum í
sjeyti-árunum var spurningurin
um fiskimarkið.
Í hesum árunum tók eitt rák
seg upp um, at einstøku londini
eisini høvdu rætt til sjóleiðirnar
kring landið.
Føroyingar settu fiskimarkið
út á 12 fjóðringar í 1964en stutt
eftir tað kom krøv um í Føroy
um, umframt aðrastaðni í heimi
num, at seta fiskimarkið longur
út.
Serliga strongdi Tjóðveldis
flokkurin á fyri at fáa hetta
gjørt og ikki minst formaður
floksins, Erlendur Paturson.
Fleiri uppskot vóru løgd fram
í tinginum, men tað gekk illa at
fáa undirtøku fyri at flyta mark
ið longur út.
Fleiri av hinir flokkunum
hildu, at flutti Føroyar fiski
markið longur út, so fór hetta
Fimta bókin, sum journalisturin
og útvarpsmaðurin Jógvan
Arge hevur skrivað, hyggur
at stórhendingunum, sum
fóru fram í sjeyti-árunum
JOURNALISTISKA
EYGA NÚ VENT
MÓTI SPENNANDI
SJEYTI-ÁRUUM