Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-10, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. oktober 2019síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. OKTOBER 2019 SOSIALURIN 117 19 at verða eitt tvíggjað svør, sum rakti føroysku langfararskpini. Tá ivaðust føroyingar um tað bar til hjá okkum at liva av tí, sum fekst á føroyska land­ grunni­num, sjálvt um markið var sett út á 200 fjóðringar. Áðrenn fiskimarkið í 1977 var flutt út á 200 fjóðringar vóru fleiri onnur uppskot. Millum ann­að um at seta markið út á 70 fjóðringar. Undan sjálvari seinastu út­ flyt­ingini til 200 fjóðringar 1.januar 1977, sum allir flokkar á tingið atkvøddu fyri, var roynt við einum sonevndum kassa­ sáttmála, sum skuld verja fiskar­ stovnar. Rýmdi við kinesiskum skipi Ein onnur søga, sum kanska ikki fylti so nógv tá, var tá ið klaksvíkingurin Richard Jacob­ sen rýmdi við einum kinesiskum skipi úr Svøríki og sníkti sg í al­ tjóða sjógv. Talan var um ein farmaskip, sum eitt fakfelag hevð valt sær út at krevja meira løn til mann­ ing­ina. Hetta vildi skiparin ikki vátta og vísti teimum til reiðar­ an, men har kom onki burturúr. Skipið lá í Norrkøping í Svøríki i og skuldi lossa eina last av tøðum. Samstundis sum trupul­leikar vóru við hýrunum, so gekk lossingin sera striltið. So striltið at skiparin, Lítli Richard, eina náttina hevði gjørt sg kláran at rýma avstað við skipinum á nátt. Helvtin av mann­ingini var farin heim, men hin helvtin bakkaði skiparan upp og teir hjálptu til, tá ið rýmast skuldi úr Norrkøping. Tað eydnaðist eisini, men tá ið teir fóru út um seinasta molan, sóu teir, at havnaskrivstovan har boðaði onkrum frá, at teir vóru rýmdir. Tað gekk bert ein lítil løta, so kom ein tollbátur eftir skipinum, men skiparin valdi at sigla víðari og ikki svara svenska bátinum. Tað gekk eitt sindur hart á, men skipið slapp í altjóða sjógv og sníkti seg gjøgnum Eystur­ sjógv­in og Stóra Belt uttan at verða steðgaðir. Lítli Richard, sum var skipari, hevði í fleiri ár búð í Singapore. Aðrar hendingar Í sjeyti-árunum hendi ómetaliga nógv í Føroyum. Miðslkeiðis í sjeyti-árunum fingu vit eina samgongu millum Fólka­flokkin Tjóðveldisflokkin og Javnaðarflokkin. Atli Dam var løgmaður. Hendan samgongan arbeiddi mið­víst við at flyta føroyska sam­felagið inn í nútíðina, millum annað við at betra um sam­ferðslu­viðurskiftini. Tað var tá danska ferjan Morttan Mols var keypt til Før­ oyar til Suðuroyarsiglingina og til uttanlandssigling. Skipið fekk navnið Smyril, men áðrenn skipið endaliga kom í flotan , var ómeta­liga drúgt orðaskifti um tað. Aðrar nýggjar ferjur komu eisini, men sjeyti-árini eru eisini minnilig, tí tað var tá vit fingu eitt útróðrarverkfall og Ráfiskagrunnin. Alt hetta setti dám á tíðina og nógv av avgerðunum tá, røkka upp í okkara dagar. Løgmansveitslan Tað vóru sjálvandi trupulleikar, sum skuldu loysast í sjeyti-ár­ unum, men talan var eisini um eina veitslu við framburði. Og bókstaviliga var ein tiltikin veitsla hildin hvørt einasta ár. Tað var løgmansveitslan, har løg­maður beyð allari politisku skipan­ini og embætisfólki í ball. Veitslurnar vóru tiltiknar og nógv prát var millum fólk um hesar veitslur, har onki var spart og sum endaðu við bæði før­oyskum og enskum dansi. Tá ið sjeyti-árini endaðu var eisini endi gjørdur á hesum veditslum. Í bókini hjá Jógan Arge – Mín Krýnika 5 – eru bæði frásagnir og myndir frá hesum veitslum.