Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-10, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. oktober 2019síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. OKTOBER 2019 SOSIALURIN 117 20 Altjóða sálarheilsudagur – javnvirði millum sjúkur Tað er avgerandi í øllum heilsupolitikki, at vit altíð hava sum mál at tryggja, at øll fólk hava somu rættindi til heilsutænastur. Í hesum liggur eisini javnvirði millum ymisku sjúkurnar. Og til tað krevst millum annað, at tey átøk, sum undanfarna samgonga setti á skinnaran, nú verða gjøgnumførd, so menningin av økinum kann halda fram. Sirið Stenberg, løgtingskvinna Sálarsjúka hevur søguliga ikki verið tikið í nóg stórum álvara. Hóast sálarsjúka altíð hevur verið millum stóru sjúkubólkarnar, so hevur arbeiði við at skapa batar fyri hesi menniskju, ikki havt somu virðing og rúmd sum arbeiði við likamligu sjúkunum. Men tað er í stórari broyting. Tíbetur. Fólk við sálarsjúku hava upp­ livað - og upplivað helst enn - at verða stigmatiserað og kanska eis­ ini útihýst. Hetta kemur týðiliga til sjóndar, tá ið sálarsjúk siga sína søgu. Og tíbetur eru tað fleiri og fleiri fólk við sálarsjúku, sum siga sína søgu. Tað kunnu og skulu vit læra av. Við opinleika og kunning kunnu vit øll blíva klókari, og læra okkum at handfara støð­una soleiðis, at vit megna at rúma hesum søgum, og hesum menn­ iskj­um. Harvið kunnu hesar søg­ur gerast søga. Tí hvat kann vera verri enn stigmatisering og isolatión omaná tað at hava sál­ ar­ligar trupulleikar. Í stóran mun hava sálarsjúk livað undir vána korum, annað­ hvørt í útlegd ella meira ella minni goymd burtur her hjá okkum. Og ofta bæði goymd og gloymd. Men tí­betur er siðaskifti í gongd og psyki­atriin er í menning. Psykiatriin nýggj í Føroyum Í søguligum høpi er psykiatriin nýggj í Føroyum. Men fólk við sál­arsjúku hava verið allar dagar. Tey hava bara ikki fingið ta hjálp tey hava havt fyri neyðini. Tað var ikki fyrr enn í 1968 at psykiatriin sá dagsins ljós í Føroyum. Tá bleiv fyrsti psykiatari settur, Arni Olsen og straks var farið undir at byggja psykiatriska depilin. Árini frammanundan hevði mann sent nógv fólk av landinum til viðgerð, og mong vóru tey, og tær familjur, sum royndu sum frægast kring landið alt at hjálpa sínum sum best. Sorgarsøgurnar hava verið nógvar, og er hetta ein døkkur blettur í okkara søgu. Øll kenna vit dømi,  at tá ið fólk eru likamliga sjúk so vekir tað umsorgan í okkum, og vit brýggja okkum um hvussu við­ kom­andi hevur tað. Vit ringja og spyrja, støkka inn á gólvið o.s.fr og vilja vita hvussu viðkomandi hev­ur tað. Tað er ikki altíð sama upp­living tí ið sálarsjúka rakar. Tørvur á hugburðsbroyting Fokus er nú á, at sálarsjúka ikki nýtist at vera kronisk, og at góðir møguleikar eru bæði at koma seg aftur, og at fáa tað betri. Hetta er vitan, sum gevur vón. Og hetta er nýggj vitan. Eg fekk prógv sum sjúkra­røktarfrøðingur í 1994 og tá var hetta ókent. At styrkja sálarheilsuna er ikki bert eitt mál fyri heilsuverkið, men eitt mál fyri okkum øll. Tað er tørvur á hugburðsbroyting á sál­ ar­heilsuøkinum. Tað er tørvur á at varpa ljós á tær góðu søgurnar. Í almenna rúminum tosa við næst­ an ikki um, at fólk kunnu blíva frisk. Vit hoyra næstan ikki um, at sálarsjúka kann raka eitt tíð­ ar­skeið fyri síðan at ganga yvir, og at tað væl ber til at liva eitt gott og virkið lív við sálarsjúku. Menn­iskjað heldur enn diagnosan má vera snúningspunktið. Og so mugu vit eisini kunnu hyggja breið­ari uppá, hvørja hjálp vit veita. Vit mugu arbeiða miðvíst við at styrkja sálarheilsuna, og leggja dent á hvørjar ressourcir og førleikar fólk hava til at meistra tær avbjoðingar, sum vit øll møta á vegnum. Harvið ikki sagt, at vit ikki skulu viðgera tað, sum er trupult. Tað skulu vit eisini gera. Og her er sera tydningarmikið at sjúk­linga­ feløg, áhugabólkar og onnur taka lut. Eru øll avvarðandi Sálarsjúka rakar breitt og tykist vera vaksandi. Annar hvør er av­ varð­andi verður sagt. Sjálv eri eg av tí áskoðan, at vit øll eru av­ varðandi, tí vit varða øll av hvør øðrum. Vit hava bæði eina sam­ felags­liga, menniskjaliga og etiska skyldu at taka hond um hvønn annan. Seinastu árini eru stórir batar framdir á sálarheilsuøkinum. Økis­psykiatriin er útbygd til at fevna um allar borgarar. Seingjadeildin er umvæld og fólk, sum høvdu havt fastan bústað á deplinum í áratíggju hava fingið varandi bú­stað. Dagtilboð til børn og ung er sett í verk. Fleiri starvsfólk eru sett og Fólkaheilsuráðið ar­beið­ir miðvíst við sálarheilsu. Vit hava eisini fingið eina nýggja sál­ar­ heilsuætlan við eini røð av til­ mælum um hvussu vit skulu fara fram komandi árini. Vit í Tjóð­ veldi fara at arbeiða miðvíst við ætl­anini. Skipa ókeypis sálarfrøðiliga hjálp til børn og ung Eitt av tilmælunum, sum vit fara KJAK Heilsan til Svenningi av Lofti á 80 ára degnum 16. september 2019 Í bø og haga hann mundi kaga - í stilli og vindi mót Slættaratindi. Á Lofti hjá teim - gott var tad heim lærdi mót “hæddum” at hyggja - á Orðið at byggja. Keyptur sum trælur á hvør sælur Frælsið hitt sanna -kent millum manna Helt avstað Hin ósónliga hevdi sæð vildi tad vinna sum ei kann svinna Setti tær mál við eldhug í sál Krossins merkið at bera Verkið at gera. Í talu, á blað vid sama lag: -tíðinði góð til hjørtu móð Mong so veik tú flutti leik teg sjálvan ei spardi borg teirra vardi. Lættur í huga væl man hann duga at fjálga um løtur, har brattar gjørdust gøtur. Vinur - trúfastur ei í væna læstur! Tú lítur íkring -breiðan sjónarring. Stríðsmaður mikil - tiltikin! Stinnur tú stóð hvør enn teg sló. Eg - og mong vid mær geva tær takkarblómu nú, tú, enn ert “tú”. Svenning, áttati - hvat er tad í ævinleikans ljósi sæð ?? . Tordur at byrja við er at arbeiða fyri at fáa sett í verk eina skipan við ókeypis sálarfrøðiligari hjálp til børn og ung. Og vit fara eisini at arbeiða við tilmælinum um at víðkað aldursmarkið hjá Gigni soleiðis at tænastan kemur at røkka upp til 18 ár. Arbeiði er sett í gongd at skipa ein psykiatriska skaðastovu og vit fara sjálvsagt at fylgja tí arbeiðnum neyvt, so vit tryggja at tað kemur á mál. Heimsheilsustóvnurin WHO hevur víst á, at um vit ikki arbeiða við einum breiðum heilsuhugtaki og taka sálarheilsuna við, so røkka vit ikki málinum um javnvirði í heilsu, sum er eitt mál í sjálvum sær. Nú farið er undir útbyggingina á Landssjúkrahúsinum verður psykiatriin partur av vanliga sjúkra­húsinum. Á jøvnum føti við hinar sergreinarnar. Ikki løgd til viks, sum søguliga hevur verið gjørt. Øll hava vit sama tilverurætt, og tí mugu vit halda fast í. Tað má ikki vera sum í yrkingini hjá Hans Andreas Djurhuus í yrk­ ing­ini “Tey standa og vagga og tráa” har øksini á akrinum ilskast á eitt teirra, ið er øðrvísi. “Men dáin stendur í iva Og hann hevur ymsan lit; “Eg havi væl loyvi at liva her lika so væl sum tit” Góðan sálarheilsudag øll somul Seinastu árini eru stórir batar framdir á sálarheilsu­ økinum. Økis­ psykiatriin er útbygd til at fevna um allar borgarar. Seingjadeildin er umvæld og fólk, sum høvdu havt fastan bústað á deplinum í áratíggju hava fingið varandi bú­stað. Dagtilboð til børn og ung er sett í verk.