hósdagur 10. oktober 2019síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. OKTOBER 2019
SOSIALURIN 117
21
Hálvi vestmenningurin,
skiparin, maskinsmiðurin
og aktivisturin í Danmark,
Knud Andersen, er deyður
Um vit veruliga vilja minnast
Knud Andersen, so er ikki at
keypa blómur, tí so skulu vit
heldur lata eina eina peninga
gávu til Anton. Anton er ein
deksbátur við bláum segli og
brúnum stýrhúsi, sum Knud
Andersen førdi sum skipari í 40
ár, ikki bara sum fiskimaður,
men eisini sum aktivistur.
Mamma Knud, Gunhild á
Rógvi, var ættað av Rógvu í Vest
manna. Hon var systir kendu
jarðarmóðurina í Keypmanna
havn, Astrid á Rógvi og kenda
vestmenningin Arna á Rógvi.
Knud hevði nógv samband
hendanvegin, familjubond og
vinarbond. Eisini stóð hann í
sekstiárunum í læru og bleiv út
lærdur sum maskinsmiður á
Tórshavnar Skipasmiðju.
Tað var umborð á Anton, at
Knud Andersen gjørdi tað nógva
av sínum sosiala arbeiði, millum
annað við ungum, sum vóru úti í
trupulleikum, og sum eingin
vildi kennast við, men sum Knud
Andersen fekk við til at rokast á
sjónum, at fiska og annars at
finna eina meining við lívinum.
Tað var ongantíð menniskjanum,
sum tað var galið við, men tað
var samfelagnum, segði skiparin.
Tað var eisini við Anton, at
Knud Andersen sigldi kring Dan
mark og var í at kalla øllum
landsins havnum og royndi at
tosa við fiskimenn – og onnur
við – um at verja havumhvørvið.
Hann var við til at stovna Lands
foreningen Levende Hav, hann
helt fyrilestar í samkomuhúsum
við donsku strendurnar og
brúkti nógva tíð á vindbardum
havnarløgum at tosa við fiski
menn viku eftir viku.
Hann stóð har, tí hann sá kor
alrivini hvørva, trolarar knúsa
fiskastovnarnar, og ídnaðarskip
dálka hav og luft. Sum fiskimað
ur hevði hann sæð tað sjávlur, og
hann visti, hvussu hann skuldi
siga tað:
»Brotsverkið hjá DONG« kall
aði hann havdálkingina.
»Kolverkini hjá DONG eru
fólkamorð«, skrivaði hann eina
ferð á einum dregli. »Stegðið
havsvínarínum«, skrivaði hann á
ein annan.
Tað var uttan manuskript, tá
hann helt sínar torutalur, orðini
vóru skørp og beinleiðis. Hann
fekk eisini fíggindar, og í Gilleleje
vórðu hann og Anton tveittir úr
havnini, tí nakrir illir hummara
veiðimenn ikki dámdu tónalagið
hjá honum. Tað eru bara tvey ár
síðani hesa hending.
Síðst í áttatiárunum, tá um
hvørvisráðharrar úr ymsum ev
ropiskum londum vóru á fundi í
Hollandi fyri at tosa um dálking
í Norðsjónum, læt hann seg í
sum Neptun kongur, við trítind
akvísl í hendi, og sníkti seg inn á
fundin, har hann kravdi, at
ráðharrarnir nú veruliga gjørdu
nakað við tað.
Tá vaktarmenninir tveittu
hann á dyr, noktaði hann at fara
og rópti:
»I am the king of the North
Sea!«
Knud Andersen var ikki bara
ein maður við eini sak. Hann var
eisini miðpunktið, tá fólk hittust.
Ikki var hann tann stóri sangar
in, men hann sang, so masturin
skinklaði, og hann elskaði at
halda veitslur á sjónum.
»Hava vit tað ikki frálíkt?«,
plagdi hann at spyrja, meðan
Anton rullaði í Eystursjónum.
Tað var ikki nógv pláss í ka
bússuni, men pláss var fyri øll
um skeivum eksistensum »på
understøttelse« eins og filosoff
um og listarfólkum eins og
handilsmonnum í klædningi.
Umborð á Anton stríddist
sprøkluta liðið ikki bara fyri ein
um betri havumhvørvi, men so
avgjørt eisini fyri veðurlagnum.
Einferð fekk Knud Andersen
sannført ein av stjórunum hjá
Mærsk at koma umborð á Anton,
har skiparin tók ímóti honum í
bláari ketildrakt og rætti honum
oljutu hond sína. Hann vísti
Mærsk-stjóranum eitt aggregat,
sum hann hevði installerað á
motorin sum kundi vátta, at CO2
útlátið minkaði, um ferðin mink
aði. Tað sama, segði hann, kundu
Mærsk-skipini gera.
Um Knud Andersen hevði
nakað við tað at gera er helst iva
samt, men nøkur ár seinni tók
Mærsk reiðaríið ráðini til sín.
Hann var líka móti øllum, og
kanska var tí tí, at tey flestu
dámdu hann. Sjálvt fiskimenn,
sum høvdu aðra hugsjón enn
hann og kanska hildu, at hann
rópti í so hart og var heldur víð
gongdur.
»Hóast vit hava ymsar mein
ingar eru vit tung í huga og syrg
in at siga einum menniskja far
væl, sum legði alla orku í
fiskaríið,« skrivaði Fiskeri Tid
ende í minningaroðrum um
Knud Andersen.
Nógv fólk vóru til jarðarferð
ina, sum var í Hemmed í Norður
djurslandi, har Knud Andersen
og unnusta hansara í 45 ár búðu.
Og samkomuhúsið var á tremur
við fólki, sum hann hevði havt
við sær – frá donsku strondunum
og heilt til Kasakstan, Tansania
og smáu oyggjarnar uttan fyri
Eritrea.
Knud Andersen elskaði at
vera á sjónum, fjarhugaður langt
burtur frá øllum. Sum ungur var
hann hvørja summarfrítíð í Før
oyum, har mamman, Gunhild á
Rógvi, vaks upp, og tað hann
fann á stóra bláa havinum var
sama eydnukensla, sum hann
fann millum fjøllini í Føroyum.
Tá hann fekk staðfest krabba
mein í vælindinum og noyddist
undir strævna skurðviðgerð,
vardi tað tó ikki leingi, til hann
aftur var á sjónum. Hann megn
aði at sigla við Anton nýggjar
leiðir, eitt nú til Fólkafundin á
Bornholm í juni í ár, men stutt
eftir fekk hann boðini um, at
krabbin hevði spreitt seg til allan
kroppin.
Tað gjørdist síðsti túrurin hjá
Knud Andersen, og hann doyði
78 ára gamal. Anton livir tó enn,
og um stutta tíð fara familjan hjá
Knud Andersen og vinir umborð
á deksbátin fyri at sigla út í Katt
egat at spreiða ein part øsku
hansara í havið.
Aktivisturin og skiparin Knud Andersen
Knud Andersen var føddur 26.
ami í 1941. Hann er útbúgving
maskinsmiður, seinni lærari,
fiskimaður og aktivistur. Eftir
hann sita unnusta, tríggjar
døtur og fimm abbabørn.
Knud doyði 12. august 2019
Sum so mangan heldur Knud
Andersen røðu – hesaferð
sum formaður fyri Levende
Hav eftir at hann hevði
avsagt dómin yvir svíkjandi
politikararnar, sum byrjan
upp á kjakherferðina »Hav
og Klima – læg kursen om«.
Endamálið var at fáa døpru
útlitini fyri havið og tilfeing
ið í havinum hægri upp á
altjóða verðurlagsdags
skránna fram til veður
lagstoppfundin í Keypmann
ahavn í november í 2009
(Mynd: Jens Dige/POLFOTO)