Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-10, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. oktober 2019síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. OKTOBER 2019 SOSIALURIN 117 22 Innkalling til eykaaðalfund í Eftirlønargrunni Havnar Handverkarafelags Við hesum verður kallað inn til eykaaðalfund í Eftirlønargrunni Havnar Handverkarafelags. Fundurin verður hildin fríggjadagin, tann 25. oktober 2019 kl. 17 í hølunum hjá Havnar Handverkarafelag, Stoffalág 60, 100 Tórshavn. Eftirlønargrunnurin varð upprunaliga skipaður soleiðis, at partur av eftirlønarskipanini var solidarisk. Seinnu árini hevur m.a. broytta lóggávan og herdu krøvini til minsta grundkapitalin í slíkum grunnum gjørt, at hendan soldariska skipanin ikki kann halda áfram. Nevndin hevur tí avgjørt at kalla inn til eykaaðalfund, har ætlanin er at leggja eina endurreisingarætlan fyri aðalfundin, soleiðis at grunnurin framyvir burturav kemur at byggja á marknaðarrentuskipan. Dagskrá fyri eykaaðalfundin: 1. Frágreiðing frá nevndini um solidarisku skipanina, sum limirnir fram til 2012 rindaðu inn til, 2. Uppskot um at nevndin fær heimild at fremja eina endurreisingarætlan fyri grunnin, soleiðis at solidariska skipanin hjá grunninum verður avtikin eftir hesum treytum: Útgangsstøðið er limanna samsýning frá solidarisku skipanini, nú hendan skipan verður avtikin. Samsýningin verður virðisásett (kapitaliserað) sambært fráboðaða tøkniliga grundarlagnum fyri grunnin. Fyri teir limir, sum fáa eftirløn, og sum ikki formliga hava krav uppá slíka samsýning, verður sami uppgerðarháttur brúktur, Limir, hvørs samsýning er minni enn samlaðu inngjaldingarnar, fáa eina upphædd sum svarar til samlaðu inngjaldingarnar, Eginognin hjá eftirlønargrunninum verður býtt út til øll, sum hendan samtykt ávirkar, sum ein lutfalslig hækking av samsýningini, Av upphæddunum sum verða býttar út, verða 90% solidarisk konti og 10 % limakonti. 3. Uppskot um at aðalfundurin gevur nevndini heimild til at samtykkja møguligar broytingar í viðtøkum og øðrum skjølum, sum neyðugar eru í sambandi við nevndu endurreisingarætlan og avtøku av solidarisku skipanini, 4. Ymiskt Limir grunsins kunnu venda sær til skrivstovuna hjá grunninum fyri at síggja fullfíggjaða uppskotið, sum aðalfundurin skal taka støðu til. Okkurt verður til matna eftir fundin. Tórshavn, tann 9. oktober 2019 Eftirlønargrunnur Havnar Handverkarafelags Havnar Handverkarafelag Stoffalág 60 Box 203 FO-110 Tórshavn Minnist til haldargjaldið Sosialurin · Tórsgøta 1 · FO-110 Tórshavn Dreymastarvið finnur tú á in.fo