Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-10, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. oktober 2019síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. OKTOBER 2019 SOSIALURIN 117 24 Óli Jacobsen Óli Jacobsen 1. partur A nna Christiansen er ein frynt­ lig og skilagóð kvinna. Hon er 93 ára gomul og býr á ellis­ heim­inum í Havn. Tað eru fáar kvinn­ur, sum hava livað so nær upp at polit­ikki, sum hon, enn tá hjá tveimum flokk­um. Hennara ætt hevur í fleiri ættarlið verið partur av politikki í Føroyum. Abbin, Magnus Poulsen, var løgtingsmaður um næstseinasta aldaskifti. Pápin, Johan Poul­sen, var løgtingsmaður í heili 50 ár. Hetta er longsta skeið, sum nakar hevur sitið á tingi. Jógv­an Poulsen, sum var “gubbi” Onnu og fost­ur­pápi mammu henn­ ara, Janu, sat á tingi í 45 ár. Anna giftist við Petur Christiansen, sum var borgmeistari í Havn í níggju ár. Hann var tilsamans 20 ár limur í býráðnum í Havn fyri Fólkaflokkin, umframt at hann var tingmaður eitt skeið. Sonurin, Jan, hev­ur verið limur í býráðnum í mong ár. Eitt fýra ára skeið var hann borgmeistari. Her hevur tískil verið politikkur í fýra ættarlið. Tað er klárt, at ein so virkin ætt hevur eina áhugaverda søgu, eisini á øðrum økj­ um enn politikkinum. Anna kann greiða frá stórum parti av hesi søgu. Hetta er verður eisini gjørt við hjálp av soninum, Viggo, umframt at aðrar keldur eisini er brúktar. Eisini verð­ur komið inn á politiskar hendingar hjá páp­ an­um, sum ikki eru so væl kendar, sum tá ið Sam­bandsflokkurin mundi mist støðuna sum nógv størsti flokkur á Strondum. Eisini verður greitt frá “holuvalinum” í Vest­manna í 1920, sama ár sum Johan Poul­sen kom inn á ting. Abbin var handilsmaður og løgtingsmaður Abbi Onnu, Magnus, var ein tann fyrsti, sum hevði handil á Toftum. Hann yvirtók fyrsta handilin í bygdini í 1872, og hann bygdi um aldaskifti nýggjan handil niðri við Toftagjógv. Umframt handil keypti hann eisini fisk, sum nógvir handilsmenn á bygd gjørdu tá á døgum. Fiskurin varð flaktur og saltaður og fór av landinum sum saltfiskur. Í sunnaru helvt av pakkhúsinum var eitt íshús, har pannur við um 100 sildum í hvørjari vórðu goymdar. Íshúsið var klætt við sinki og var væl bjálvað. Sildin varð fryst niður í 12 stig við kava- og saltkrapa og varð tikin út so hvørt, sum hon skuldi brúk­ast til agn. Hetta var áðrenn ta frysti­ tøkni, sum vit kenna í dag. Magnus hevði eisini íshyljar í áum nærindis handl­inum og hevði tískil altíð feska og frysta sild um vet­urin. Slík íshús vóru vanlig tá. Ofta keyptu keyp­menninir eisini kava fyri eina ávísa upp­hædd fyri leypin. Hetta kundi geva monn­um ein fitta eyka inntøku. Handlar tá vóru nógv annarleiðis enn handlar nú. Tá var ein skiva, og mjøl og sukur og nógv annað var vigað upp í papp­ írs­posar. Og petroleum var keypt upp í dunk­ar. Ein tann seinasti stóri handil, vit hava havt av hesum slagnum, man vera tann hjá Katrinu Christiansen, sum Haldor, svágur Onnu stóð fyri. Magnus var eisini tann fyrsti, sum hevði postin á Toftum. Tað var vanligt tá, at handilsmenn høvdu postin. Hetta kundi jú alt avgreiðast í somu hølum. Hann átti eitt seksmannafar, sum fyri tað mesta varð brúkt, tá ið postur skuldi fáast í land ella umborð á postbátin. Men Magn­us hevði ikki sjálvur stundir til at rógva út við øllum tí virksemi, hann hevði. Magnus var giftur við Elsebeth Malenu Højgaard. Tey bæði bygdu umleið 1880 síni egnu hús. Hetta vóru rímiliga stór sethús við kjallara, miðhædd og loft. Magnus var kendur fyri at vera arbeiðs­ sam­ur maður. Hann legði eina stóra trøð inn í Saltnesi, har hann brúkti slógvið av fisk­inum, hann virkaði, sum tøð. Eftir bara tveim­um árum hevði hann nóg stóran bø til tvær kýr. Eisini hevði hann torvheiðar sum øll onnur við tí arbeiði, hetta gav. Fór eisini í politikk Ein slíkur maður hevði nóg mikið at gera. Men kortini helt hann seg til at fara upp í politikk. Hann stillaði upp til løgtingsvalið í 1895 og varð valdur. Hetta var áðrenn flokkabýtið í 1906. Tí kann tað vera áhugavert at lýsa eitt løg­tingsval, sum tað var tá í tíðini. Hetta verð­ur gjørt í teirri grein, sum var í Dimma­ lætting 8. juni 1895 um hetta valið. Undir yvirskriftini “Fra Færøerne” verð­ ur skrivað: Ved Lagtingsvalget paa Østerø i Tors­dags var 104 Vælgere mødte og afgav deres Stemm­er. Valgte bleve: Joen Poulsen af Strænder med 83 St, Køb­mand Magnus Poulsen af Tofte, 63 St.. Lærer Gregers Joensen af Ejde med 57 St. og Kongsbonde Christian Jacobsen af Glibre med 45 St. Derefter fik Lærer O.H. Dahl af Funding 38 St, Realskolelærer O.P. Effersøe 34, Syssel­mand H.C. Muller 38, Fæstebestyrer Andreas Weihe af Selletræ 24 St. og Kalds­ mand C. L. Weihe af Solmunde 22 St. De øvrige Stemmer var spredte. Af de mødte Vælgere var langt de fleste fra Nes og Sjov Sogne, og navnlig havde Anna er dóttir Johan Poulsen, løgtingsmann fyri Sambandsflokkin í 50 ár, og kona Petur Christiansen, løgtings- og býráðspolitikari fyri Fólkaflokkin í 20 ár SIÐSØGA HEVUR LIVAÐ SAMAN VIÐ TVEIMUM POLITISKUM FLOKKUM Anna Christiansen: Anna hevur livið eitt heilt lív uppat politikki Magnus og Elsebeth Malena við børnunum Poul og Onnu Katrinu