hósdagur 10. oktober 2019síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. OKTOBER 2019
SOSIALURIN 117
25
Komandi partur
Anna kallaði kenda lærarin Jógvan Poulsen fyri gubba. Pápi
hennara koma á ting í 1920, tá ið tiltikna “holuvalið” var í
Vestmanna. Hetta verður umrøtt í komandi parti.
Vælgerne fra Nes-Tofte og Strænder givet
næsten fuldtalligt Møde. At udfaldet blev
som det blev, og Deltagelsen fra de sydligste
Sogne saa stærk, skyldtes navnilig den
Omstændighed, at der i lang Tid forud for
Valget skal have været arbejdet paa at
sætte Lærer Joen Poulsen af og sætte to
udenfor Østerøen boende Personer ind som
Tingmænd for Distriktet, og det mente man
var vel meget af det gode.
Nogen egentlig Forhandling før Valget,
fandt ikke Sted, idet ingen fulgte Formand
ens Opfordring til at udtale sig: derimod
fandt det, som sædvanligt naar mange
Vælgere kommer sammen til Valg, livlige
Samtaler og Meningsudvekslinger Sted
mellem Vælgerne indbyrdes. Til trods for,
at der efter hvad man kunne skønne ingen
mangel var paa Trakteringsmidler afholdt
de, der stemte med Flertallet, sig fra disse
Forfriskninger.
Skønt Lagtingsloven paa grund af at
Lagtinget foruden at være Amtsraad og som
saadant øverste kommunale Myndighed,
tillige er raadgivende i Lovgivningssager,
tilader, at halvdelen af Medlemmerne
kunne bo udenfor Valdistriktet, har det
været sædvanemæssigt at vælge sine
Tingmænd indenfor Distriktet. Undtagel
ser have fundet Sted, men det er aldrig
før forsøgt at faa valgt tvende udenfor
Distrikter, hverken i Sydstrømø eller Øst
erø. Det første forsøg som nu blev gjort
herpaa, maatte derfor, som det var at
vente, føre til, at man tog sig sammen for
at gennemføre Valget af sine egne.
Ein heilt onnur valskipan
Fyri at skilja hesa grein skal her verða
greitt frá, hvussu valskipanin var:
Í hvørjum valdømi varð atkvøtt í einum
stað. Í Eysturoynni var tað í Skálabotni.
Tey sum vildu atkvøða skuldu sjálvi møta
upp og skuldu siga hart og týðiliga hvørj
um tey atkvøða fyri. Hetta varð skrivað
upp, og síðan lisið upp, so veljarin hevði
trygd fyri, at rætt var skrivað. Ansast
skuldi eftir, at allir veljarar atkvøddu fyri
eins nógvum valevnum, sum veljast skulu
í valdøminum. Kom ein veljari ov seint,
kundi hann atkvøða eftir at liðugt var at
velja, tí at enda spurdi valstýrisformaðurin
um nakar var, sum ikki hevði havt høvi
til at atkvøða, og skuldi hann so sleppa
framat. Síðan varð talt upp, og úrslitið varð
almannakunngjørt teimum, sum hjástødd
vóru.
Vildu fáa Jógvan úr tinginum
Sum tað sæst var valluttøkan ógvuliga lág.
Tað sæst, at tá í tíðini var heldur ikki sørt
gjørt av reka fólk á val. Umrøddu “trakt
eringsmuligheder” mundu vera fløskan.
Tað er eisini áhugavert, at navnframir
menn eru komnir úr Havn fyri at fáa Jógv
an Poulsen úr tinginum. Hann hevur ann
ars eitt gott eftirmæli sum álitismaður og
sum undangongumaður fyri føroyskum
máli.
Hann skrivaði í Føringatíðindi um hesa
tíðina, og tað á føroyskum, sum mundi vera
sera sjáldsamt fyri ein sambandsmann tá.
Men veljararnir lótu seg ikki taka av
fótum. Jógvan fekk flestu atkvøðurnar og
sat annars á tingi heilt fram til 1928. Hann
kom tískil at sita á tingi í átta ár saman við
Johan Poulsen. Tað verður komið aftur til
Jógvan Poulsen seinni í hesi røð.
Tað er ikki nógv vit vita um løgtingsar
beiðið hjá Magnusi. Men í løgtingssetuni í
1901 var fyrsta mál “Forslag til Forandring
i Fattigloven”.
Hetta mál varð koyrt í eina nevnd, har
Magnus Poulsen var limur. Henda broyt
ing tykist mest vera av tekniskum slag
viðvíkjandi fólki, sum vóru avlamin ella
illa sjúk.
Magnus varð ikki afturvaldur í 1903,
so hann slapp undan at taka støðu til, um
hann var sambandsmaður ella sjálvstýris
maður, men tað er væl hugsandi, at hann
hevði verðið sambandsmaður, um tað kom
so langt.
Hart rakt húski
Anna greiðir frá:
Omma og abbi á Toftum, Elsebeth Malena
f. Højgaard og Magnus, fingu tilsamans
sjey børn. Men tey mistu fimm av teimum,
meðan tey enn vóru á lívi. Børnini vóru:
Poul Nicolai f. 1881. Hann druknaði í
1903, 21 ára gamal. Sagt verður, at Poul,
ið stóð til róðurs, druknaði “ved at falde
overbord fra sluppen Galatea, midtvejs
mellem Næs og Østnæs”. Skipari var Sofus
Højgaard, svágur Poul.
Dánjal Petur Ingvard Sofus f. 1882.
Hann slerdi út av skipi millum Europa og
Suðuramerika í 1925, 43 ára gamal.
Sørin Hendrik Theodor, f. 1884. Hann
var skipari á Onnu, sum gekk burtur undir
Íslandi í 1924 við 17 monnum. Tey flestu
líkini komu í land og vórðu jarðað í eini
felagsgrøv í gamla kirkjugarði í Reykjavík.
(Greitt er frá hesi hending í bókini Havið
tók teir, sum kann lesast á heimasíðuni
www.olijacobsen.com)
Anna Cathrina Súsanna Fredrikka f.
1886 og doyði í 1920 í barsilssong, 33 ára
gomul. Hon var gift við kenda skiparanum
Sofus Højgaard í Rituvík. Hann giftist aftur
við Helenu f. Egholm, sum var kend jarð
armóður í Havn.
Hans Christian Mourits, f. 1888, og er
deyður í Danmark. Hann var kallaður
Kia. Hann var fyrst fiskimaður men kom
seinni at arbeiða í handlinum hjá pápa sín
um. Hann hevði ábyrgdina av postinum til
1919, tá ið hann mátti gevast vegna heilsu
brek. Hann fekk skaða í høvdið og gjørd
ist sinniliga brekaður. Hann fór á Oringe
sinnissjúkrahús, har hann var, til hann
doyði. Tað er óvist nær, men hann var so á
lívi í 1931. Hann var tó so frægur, at hann
kundi hjálpa til á skrivstovuni tey fyrstu
árini.
Sum umstøðurnar vóru tá, man tað hava
verið millum lítið og einki, sum foreldrini
sóu til hansara eftir, at hann er farin niður.
Næstyngstur var pápi, Johan Poulsen f.
1890, sum bleiv 89 ára samal.
Seinast fingu tey ein son í 1892, sum bara
bleiv fáar dagar gamal.
Pápi bleiv lærari 18 ára gamal
Absalon Jacobsen, kendur handilsmaður í
Syðrugøtu , var giftur við mostir pápa.
Hann flutti seinni til Skála og varð
nevndur Absalon á Skála. Her hevði hann
eisini skip og annað virksemi. Hann var
eisini við í skipasmiðjuni á Skála
10 ára gamal fór pápi til Gøtu at vera hjá
hjá Absalon og var har í fýra ár.
Absalon hevði annars verið í handils
læru hjá abba úti á Toftum í sínum ungu
døgum.
Pápi fór 15 ára gamal til Havnar á
læraraskúla og tók prógv í 1908, sum var
fyrsta próvtøkan eftir eini tá nýggjari
skipan. Tað vóru 10 lærarar, sum tá tóku
prógv. Pápi fekk næsthægsta próvtal.
Símun P. Zachariassen var bestur. Hann
gjørdist eisini kendur politikari fyri Sjálv
stýrisflokkin. Hann var løgtingsmaður
meginpartin av tíðini frá 1928 til 1956 og
hevur tískil eisini verið tingmaður saman
við pápa.
Tann 1. novemer 1908 var pápi settur
sum lærari í innara parti av Nes sókn, har
hann hevði tríggjar skúlar at røkja, á Glyvr
um, í Lamba og í Søldarfirði frá 1908 til 1917.
Tá kom hann so yvir á Strendur at vera
lærari og var lærari til 1958, tá ið hann fór
frá fyri aldur. Hann var tískil lærari í sam
full 50 ár.
Toftir í gomlum døgum
Johan Poulsen á ungum árum
Theodor, beiggi Johan Poulsen, saman við konuni, Anna. Gentan aftast
er Hanna, dóttir Annu og Johan Hendrik Højgaard. Theodor situr við
Hendrik í fanginum og Anna situr við Magnus. Katrina, 96 ára gamla dóttir
teirra, var ein góð kelda til umrøddu frásøguna um “Onnu”, sum gekk
burtur í 1924. Sonur hennara, Janus, eigur hesar ættarmyndirnar.