Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. oktober 2019síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. oktober · Nr. 118 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Tyngsti veðr­urin vigaði 121 pund s3 Bygda­ søgur úr Sjóvar kommunu s10 Tað verður áhugavert at frætta, hvussu skattalættingin hjá samgonguni skal fíggjast. Fíggjarmálaráðharrin heldur, at sjálvandi eiga kommununar at bera sín part, tá skattalætti skal latast. Tað segði hann við sjónvarpið, tá tað snúði seg um skattalættan hjá handverk­ lærlingum, har parturin hjá til dømis Tórshavnar kommunu verður 10 milliónir krónur. Skattainntøkan hjá Tórs­ havn­ar kommunu er upp á góðar 800 milliónir um árið. So hvat eru 10 milliónir mill­ um vinir? Men lyftið frá Fólka­ flokkinum um at gera sam­ halds­fasta skattafrían á nýggj­árinum kostar Tórs­ havn­ar kommunu aðrar 100 milliónir krónur. Og lyftið hjá Fólkaflokkinum í Havn undan seinasta kommunuvali um at lækka skattin í Havn fýra prosent er als ikki innfríað enn. Skatturin er slett ikki lækkaður. Tað merkir, at skal Fólkaflokkurin í Havn halda ta lyftið, so skal skal skatturin í Tórshavnar kommunu lækka við 32 milliónum krónum í 2020. Tilsamans merkir hetta, at Tórshavnar kommuna skal hava 142 milliónir krónir færri í inntøku næsta ár. Tað ber sjálvandi ikki til. Tí tað merkir, at skatturin í Havn lækkar 17,75 prosentstig. Men hetta er jú alt samalt politikkur. Tað vita vit. Fólka­ flokkurin í Havn meinti tað helst ikki í álvara, at flokkurin vildi lækka skattin fýra pro­ sent. Í øllum førum hevði Fólka­flokkurin ikki roknað við, at Tjóðveldi fór at seta flokk­in í ta lyklastøðu at sita við øllum valdinum í Tórs­ havn­ar kommunu. Tí so skuldu vit trúð, at borðið fang­ aði, og at lyftini hildu. Men tað tað gjørdu tey ikki. Hvussu Jørgen Niclasen skal mingulera fyri at innfría lyftið um skattafrían samhalds­fasta verður spenn­ andi at síggja. Í øllum førum ber tað ikki til at taka 100 milli­ ón­ir krónur burtur av fíggj­ar­ ætl­anini hjá Tórshavnar komm­unu – og heldur ikki tær 10 afturat, sum skulu til at geva lærlingum skattalætta. Hvussu vælviljaðar slíkar ætl­ an­ir eru, so ber tað ikki til hjá lands­stýrinum bara at flyta út­reiðsl­urnar yvir á komm­ unurnar. Nú hava vit nevnt Tórs­havnar kommunu, tí har eru tey størstu tølini. Men trupul­leikin við skattafría Sam­haldsfasta og skatta­lætt­ an­um til lærlingar verður býtt­ ur nøkulunda javnt yvir allar komm­unur. Og sjálvt um vit trekkja lyftið hjá Fólka­flokk­ inum í Havn um skattalætta upp á fýra prosent frá, so er av­bjóðingin framvegis risastór. PAPPÍRIÐ ER TOLIÐ OG FÓLK GLOYMA Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tíðindaleiðari Hallur av Rana hallur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður 1927 Prent: Prentmiðstøðin Jørgen fekk handað 1534 undirskriftir Cecilia Nolsøe Poulsen handaði í morgun Jørg­ eni Niclasen, lands­stýris­ manni, mótmælisskriv í sam­bandi við áhaldandi trupulleikarnar á suðuroyarsiglingini. Seinastu vikurnar eru 1534 undirskriftir festar á pappír, ið mótmæla óstøð­u­ga ferða­fólka­flutn­ inginum mill­um Suð­ur­oy og Havn. Í mótmælinum stend­ ur millum annað, at frá­ ferðir og komur skulu hald­ast, og at kunn­ing­ar­ støðið frá Strand­farð­ar­ skip­um landsins skal vera hægri. Harumframt stendur eisini, at kravt verður at fáa nøktandi avloysaraskip til leiðina. Jørgen Niclasen segði, at tað var stutt síðani, at hann hevði tikið við sum landsstýrismaður, men at hann fór at royna at finna eina loysn upp á trupulleikan sum skjót­ ast. Hann vísti á, at sam­ gongan ætlar, at tað skal vera koyrandi til Suð­ur­ oyar í seinasta lagi í 2030, men at hann skilti væl, at hetta er ov leingi hjá suð­ uroyingum at bíða. Eisini vísti hann á, at hóast leitast skuldi eftir hóskandi avloysaraskipi til Smyril, so er torført at finna skip, ið hóskar til siglingina um Suður­oy­ ar­fjørð. Áðrenn Smyril fór í dokk, hevði Strand­ farðarskip landsins gjørt ein úrvalslista við 48 av­ loysaraskipum. Tann list­ in varð tó styttur niður í 2 skip, eftir at atlit vórðu tikin til øll krøv. Tey skip­ini vóru Prince, sum hevur røkt leiðina sein­ astu tríggjar vikurnar, og Galaxy, ið hevur røkt leiðina fyrr. Upprunaliga var ætl­ anin at lata inn mót­ mælisskrivið farna mána­ dag, men tá sigldi Prince ikki vegna veður. Løgreglan tók bæði byrsu og fugl Ein maður varð meldaður fyri at skjóta skarv í gjár, men tað er ikki loyvt Í gjár varð ein maður meldaður fyri at vera farin í bát at skjóta skarv. Men í gjár var sunnu­ dagur, og eftir veiðilógini er tað hvørki loyvi til at skjóta fugl, ella at skjóta yvirhøvur, sunnudagar og halgidagar. Hetta var í Eysturoy og løgreglan sigur, at tey fingu fatur á manninum, sum var farin við byrsu og tá vísti tað seg, at hann hevði heldur ikki vápna­loyvi, sum er eitt krav í dag fyri at brúka byrsu. Sostatt varð hald lagt á bysuna, og hald varð eisini lagt á fongin, sum var einar tríggjar skarv­ ar. Vallyfti kosta Havnini 142 mió kr – um tey verða hildin