Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. oktober 2019síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 14. oktober · Nr. 118 Toskurin, sum hevur staðið á Fuglafirði, hevur nú eisini fingist við tráðu á bryggjuni, og hetta eru stórir fiskar at syfta. Fleiri menn enn kvinnur doyggja av krabbameini - Hví so er, ber ikki til at siga við vissu, men kanningar vísa, at menn ikki altíð lurta nóg væl eftir egnum kroppi, og ofta fara menn seinni til lækna enn kvinnur, sigur Krabbameinsfelagið, sum fer at skipa fyri tiltaki Vilmund Jacobsen Mánakvøldið 4. november fer Krabbameinsfelagið at skipa fyri tiltaki á Hotel Føroyum, og her verður sjóneyka sett á menn og heilsu. - Tiltakið fer at varpa ljós á heilsuna hjá monnum yv­ir­ høvur, og hvussu menn hand­ fara støður, tá sjúka verður staðfest og skal basast, sigur felagið. Fleiri menn doyggja Í Krabbameinsfelagnum stað­ festa tey, at umleið 230 til­ burðir av krabbameini eru stað­festir árliga seinastu fimm árini, og tað eru fleiri menn enn kvinnur, sum doyggja av sjúkuni. - Hví so er, ber ikki til at siga við vissu, men kanningar vísa, at menn ikki altíð lurta nóg væl eftir egnum kroppi, og ofta fara teir eisini seinni til lækna enn kvinnur. 117,3 pund í miðal Vilmund Jacobsen Leygardagin fletti Súni í Hjøllum á Toftum tríggjar veturgamlar veðrar, og tað skal vera ógvuliga løgið, um hesir ikki sláa øll met í heyst. Teir tríggir veðrarnir vig­aðu ávikavist 113, 118 og 121 pund hvør, og hetta gev­ur eina miðalvekt á 117,3 pund hvør. - Hetta er besta miðal­ vekt á veturgomlum veðr­ um hjá mær nakrantíð. Tó havi eg havt ein veðr, sum var størri enn hin størsti hesaferð, sigur Súni í Hjøll­ um. Tað var í 2017, at tofta­ maðurin fletti ein vet­ur­ gamlan veðr, sum vigaði heili 126 pund. - Tað er met hjá mær, legg­ur hann aftrat. 30 ÁR: Evert Pauli Andrew Jacobsen er nú givin fyri aldur á vegadeildini hjá Fuglafjarðar kommunu, har hann hevur starvast í samfull 30 ár. Í síðstu viku var fráfaringarløta á býráðsskrivstovuni, har Evert Pauli Andrew Jacobsen var heiðraður fyri trúgva tænastu. Tey fækkast á Tettu lekar í báðum endum Nú eru 1062 metrar boraðir av Sandoyartunlinum Vilmund Jacobsen Í seinastu viku vórðu boraðir 68 metrar av Sandoy­ar­tunl­ inum, og nú eru boraðir 1.062 metrar av tilsamans 10.785 metrum, sum Sandoy­ar­tunn­ ilin verður langur. - Arbeiðið í farnu vikuni varð merkt av, at lekar vóru tettir í báðum endum av tunl­inum. Í Traðardali vórðu boraðir 39 metrar, og her eru nú boraðir 773  metrar tilsamans. - Á Gomlurætt vórðu bor­ aðir 29 metrar, og her eru nú boraðir 289 metrar tilsamans, veit NCC at siga í dag.