Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. oktober 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 14. oktober · Nr. 118 TÍÐINDI - Vit høvdu ongantíð væntað, at tað skuldi ganga so skjótt. Tað var ótrúliga rørandi, siga Fríða Hansen og Randi Olsen, sum hava fingið yvir 100.000 krónur frá stuðlandi føroyingum til at lata nýtt bakarí upp, har vistfrøði og súrdeiggj verða sett í hásæti Pætur Hjalmar Evensson pature@sosialurin.fo Seinastu mánaðirnar hava tær báðar Fríða Hansen og Randi Olsen arbeitt miðvíst fyri at lata eitt nýtt bakarí við navn­ inum Breyðvirkið upp. Har ætla tær at baka vist­frøðiligt breyð og annan bakstur úr súr­deiggi, sum má sigast at vera eitt alternativ til tað, sum ann­ars er á føroyska breyð­ markn­aðinum. Í síðstu viku komu tær eitt risastórt fet nærri sínum stóra dreymi, tá tær megnaðu at skava yvir 100.000 krónur sam­an til at fíggja verk­ætl­an­ ina. Hetta kom í lag takkað veri nýggja hópfígg­ingar­port­ al­inum, Hopfígging.fo, har til ber hjá einum og hvørjum at stuðla alskyns íverkset­ara­ verk­ætlanum við einari upp­ hædd eftir egnum ynski. Málið hjá Breyðvirkinum varð sett til 80.000 krónur, men eftir øllum at døma eru tað so nógv, ið vilja hava hetta bakaríið at síggja dagsins ljós, at fólk hava hildið á at stuðla, sjálvt aftaná verkætlanin varð fult fíggjað aftaná bara 30 tím­ ar. Ein rørandi og feit kensla Fríða Hansen og Randi Olsen, sum báðar búgva í Havn, eru púra ovfarnar av góðu mót­tøk­ uni. - Vit høvdu ongantíð væntað, at tað skuldi ganga so skjótt, so hetta er ein ræðuliga feit kensla. Týsdagurin og miku­ dag­urin vóru nakrir klikkaðir dagar. Vit blivu við at dagføra heimasíðuna, og tað gekk so skjótt fyri seg, at vit trúðu ikki uppá, at talið veruliga kundi blíva við at veksa. Eg haldi ong­antíð, eg havi gingið so fá fet, áðrenn eg hugdi á tele­fon­ ina aftur, fyri at fylgja við, for­ tel­ur ein sera fegin Fríða Han­ sen. - Tað var ótrúliga rørandi. Vit fingu eina kenslu av, at vit elska øll, og alt var fantastiskt, sig­ur Randi Olsen. - Ja, vit fingu bara hug til at klemma øll. Føroyingar eru so fittir og raskir at stuðla hvørj­ um øðrum, leggur Fríða Han­ sen aftrat. - Hetta er ein váttan um, at fólk gjarna vilja hava Breyð­ virkið til veruleika. At tey hava verið so góð og skjót at stuðla okkum gevur okkum vónina um, at hetta ber til, siga tær. Vildu satsa alt Breyð-ævintýrið byrjaði í kafé­ ini í Norðurlandahúsinum, sum eitur Smakka, har Randi var stjóri, og Fríða arbeiddi sum starvs­fólk. Tær eks­peri­ment­ eraðu nógv við vistfrøði, súr­ deiggi og bakstri yvirhøvur, og spakuliga birtist ein freistandi tanki um at fara all-in og byrja egið bakarí. Tær góvust báðar nøkunlunda samstundis í kafé­ini, og tá tóku tær av­gerð­ ina at satsa alt upp á dreymin um bakaríið. Tær fingu samband við eitt bakarí í Keypmannahavn, sum tær hava vitjað í tveimum um­ før­um fyri at fáa fleiri royndir sum yrkisbakarar. Síðani keyptu tær nakrar brúktar mask­inur frá gamla bak­arín­um í Sørvági, sum tær hava roynt seg við seinastu mánaðirnar heima við hús. Øll teirra tíð og orka er farin til at baka, venja, smakka og lesa um breyð. Stóra avbjóðingin hevur tó allatíð verið at funnið út av, hvussu tær skulu fíggja verk­ ætlanina, soleiðis at tær kunnu fara undir veruligt virk­semi í Breyðvirkinum. Hó­ ast stríð og strev hava tær kort­ini allatíð havt eina vón, tí ferð aftan á ferð hava tær fingið positivar aftur­meld­ing­ ar­nar, tá tær hava fortalt øðr­ um um súrdeiggjbakaríið. Tí var tað upplagt at royna seg á Hópfíggingarportalinum, sum tær hoyrdu um frá Hug­skot­in­ um fyri nøkrum mánaðum síð­ ani. FØROYINGAR V BREYÐVIRKIÐ T