mánadagur 14. oktober 2019síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 14. oktober · Nr. 118
TÍÐINDI
- Fyrr segði mann altíð, at
mann
skuldi
halda
sítt
hugskot
tætt
inn
at
kroppinum,
tí
annars
fór
onkur annar avstað við tí. Men
hetta hava vit slett ikki gingið
út frá. Síðsta árið hava vit
gingið og tosað opið um
bakaríið, tá vit hava møtt fólki,
og fólk hava verið nakað so
positiv og áhugað í hesum. Í
dag kunnu vit næstan ikki
ganga úti á gøtuni, uttan onk
ur, vit kenna, spyr okkum,
hvussu tað gongur við verk
ætlanini. Hetta hevur uttan
iva verið ein orsøk til, at tað
hevur gingið so væl at fáa
stuðul gjøgnum Hópfígging.
Fólk hava onkursvegna bíðað
eftir, at tey kunnu hjálpa okk
um, sigur Randi Olsen.
Dygdargott súrdeiggjbreyð
Ovurstóri stuðulin til Breyð
virkið prógvar, at Palleba og
Marsanna sakna eitt størri
úrval á føroysku bakarahillini.
Sjálvar halda Fríða og Randi,
at har er hent ov lítið í bakarí
vinnuni tey seinastu nógvu
árini, og tær merkja tí ein tørv
á einum alternativi, har til ber
at fáa bakstur við súrdeiggi.
- Vit hava ikki uppfunnið
tann djúpa tallerkin, tí súr
deiggj er ikki nakað nýtt. Hetta
er tað breyðið, mann altíð hev
ur bakað, sigur Fríða Hansen
og leggur aftrat, at hetta er tað,
hon altíð hevur fingið frá
ommu síni í Skipanesi.
- Tað serliga við súrdeiggj
breyðinum er, at tað tekur so
langa tíð at framleiða í mun til
tað breyðið, man vanliga fær í
handlunum í Føroyum. Tað
tekur í øllum førum tvey døgn
at gera, og tað gevur so nógv
meira kraft og smakk í breyðið.
Tað er eitt tyngri breyð, sum
eisini heldur sær longri, enn
vanligu breyðini, mann bakar
við gerð, sigur Fríða Hansen og
vísir á, at tað eisini er sunnari,
tí tað millum annað ikki hevur
e-nummur.
Ivaðust í upphæddini
Fíggingin til alla verkætlanina
kemur til samans at fevna um
væl meira enn tær 80.000
krónurnar, sum Fríða og Randi
settu sum mál at savna saman
á Hópfígging.fo.
- Vit vistu ikki, hvussu nógv
vit kundu vænta okkum at fáa,
tí vit hava ikki sæð nakað, sum
líkist Hópfíggingarportalinum,
í Føroyum fyrr. Vit tordu tí
ikki at seta eina ov høga upp
hædd á, tí um mann ikki røkk
ur upphæddini, mann hevur
ásett, fær mann ikki eitt oyra.
Tað er alt ella einki, siga tær.
- Vit tosaðu um at leggja
nakrar túsund krónur til síðis,
sum vit kundu spýta í til síðst,
um verkætlanin ikki fekk
neyðuga stuðulin, tí so kundu
vit koma upp á neyðugu 100
prosentini. Men tað vísti seg
so ikki at vera neyðugt, flenna
tær.
Breyðvirkið er í skrivandi
stund fíggjað við eitt sindur
meira enn 112.000 krónum,
sum vil siga, at Breyðvirkið
hevur fingið nógv meira, enn
upprunaliga vónað.
- Hetta her er ein sera stór
hjálp, so nú kunnu vit endiliga
koma víðari, siga tær sera ov
farnar og eldhugaðar.
Breyðvirkið er fyrsta verk
ætlanin, sum er fíggjað á Hóp
fíggingarportalinum.
Vóna at lata upp til jólar
Enn er ikki heilt greitt, hvar
Breyðvirkið kemur at húsast.
Fríða og Randi hava leingi
roynt at funnið høli, men fígg
ingin hevur hvørja ferð spent
bein fyri teimum. Men tær eru
í løtuni í samráðingum við
onkran um eitt høli, og tað
verður í øllum førum í Havn, tí
tær vilja hava bakaríið so
sentralt sum gjørligt.
- Um alt gongur, sum tað
skal, so vóna vit at byrja áðr
enn jól, soleiðis at vit fáa jóla
mánaðin við. Men tað krevur
so eisini, at vit fáa eitt høli nú
beinanvegin, siga tær báðar
Fríða Hansen og Randi Olsen.
VILJA HAVA
TIL VERULEIKA
Her standa Fríða Hansen og
Randi Olsen í køkini, har tær
eru í holt við at elta súrdeiggj