mánadagur 14. oktober 2019síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 14. oktober · Nr. 118
TÍÐINDI
Broytingarnar í
lógini um fyrisiting
av sjófeingi er í
stóran mun ein
afturvendan til
gomlu skipanina
Árni Gregersen
Tað er ikki - og hevur ikki
verið - nakað dulsmál, at nú
verandi samgonga og fráfarna
samgongan hava hvør sína
áskoðan um, hvussu føroyska
fiskivinnan skal skipast.
Í farna valsekiði fór mesta
av politiska arbeiðnum til kjak
um nýggju lógina um fyrisit
ing av sjófeingi og tá ið avton
aði so var tað samgongan
einsamøll – saman við Bill
Justinussen úr Miðflokkinum
– sum bóru lógina í gjørnum
Løgtingið og góvu henni gildi
frá 1.januar 2018.
Men gongur sum sitandi
samgonga ætlar, so verður lóg
in um fyrisiting av sjófeingi
broytt í stóran stíl so skjótt tað
letur seg gera.
Lógaruppskotið við broyt
ingum er sent til hoyringar og
viðmerkingar til uppskotið,
skulu í seinasta lagi vera fiski
málaráðnum í hendi 18. í hes
um mánaðinum.
Bakgrundin
Í formælinum til uppskotið
sigur landsstýrismaðurin við
fiskivinnumálum, Jacob Vest
ergaard, at samgongan, sum
tók við í september 2019, hevur
greið fiskivinnupolitisk mál í
samgonguskjalinum, og hevur
sett sær fyri, at vit skulu hava
eina fiskivinnuskipan, ið elvir
til búskaparliga, vinnuliga, lív
frøðiliga
og
umhvørvisliga
burðardygd, og sum stuðlar
undir virðisøking og menning í
Føroyum.
Hetta lógaruppskotið miðar
eftir at fremja settu málini hjá
samgonguni.
Ítøkiliga snýr tað seg um at
broyta verandi lóg viðvíkjandi
gildistíð á fiskirættindinum,
hvussu landið útlutar fiski
rættindi, herundir at avtaka
ásetingarnar um uppsboðssøl
una í galdandi lóg, at fiskirætt
indi frameftir vera knýtt at
skipinum, at linka treytirnar
um útlendskan kapital og eig
araskap, reglum um umsetilig
heit, brúksskyldu, fiskidaga
skipan og reglum um kai-
kantskrav.
Størsya broytingin í muntil
galdandi lóg er helst, at nú
verða øll loyvir gjørd til 10-ára
loyvir, sum skulu sigast um við
10 ára freist.
Hetta verður gjørt – sam
bært samgonguni – fyri at
geva vinnuni tryggari karmar,
men so sanniliga eisini fyri at
tryggja, at fiskivinnan fær lán
frá peningastovnum til end
urnýgging av fiskiflotanum.
Rættindini, sum eru seld til
reiðarar sum eitt ára – trý ára
ella 10-ára loyvir verða eisini
gjørd um til 10 ára loyvir.
Ein onnur stór broyting er,
at tað sum stóð í galdandi lóg
um útlendksan kapital verður
heilt broytt.
Í galdandi lóg stendur, at
útlendingar ikki sleppa at eiga
í føroysku fiskivinnuni og at
tey, sum eru í føroysku vinn
uni nú, skulu í einari skiftistíð
uppá seks ár sleppa sær úr
vinnuni.
Nýggja lógin leggur upp til,
at teir útlendingar, sum eru í
fiskivinnuni, kunnu varðveita
sín ognarlut, men koma aðrir
útlendingar uppí vinnuna, so
hava teir ikki looyvi at eiga
meira enn ein fjóðring av ein
um felag.
Við øðrum orðum skulu før
oyingar eiga tríggjar fjóðring
ar av feløgunum, sum fáa før
oysk fiskirættindi, meðan út-
lendingar kunnu eiga ein fjóðr
ing.
Nýggja lógaruppskotið legg
ur eisini upp til, at vinnings
býti frá feløgum skal býtast
eftir sama lykli, sum eigaravið
urskiftini eru.
At talan er um eina greiða
politiska broyting sæst millum
annað í viðmerkingunum til
lógaruppskotið. Har verður
ikki víst til faktuel viðurskifti í
lógini, sum eru forðingar hjá
vinnuni, men heldur verður
sagt, “at funnist hevur verið
at”.
Broytingaruppskotið kem
ur tó ikki av óvart á hvørki
vinnu ella politisku skipan, tí
tað kom greitt fram í valstríðn
um, at hetta var tað, sum hend
an samgongan fór at gera,
slapp hon at skipa samgongu.
Nýggj lóg á veg, sum aftur
broytir føroysku fiskivinnuna
Tá ið samgonguskjalið gjørdist alment kent, var ongin ivi um, at fiskivinnuskipanin í stóran mun verður
broytt aftur til tað, sum hon var fyri 1. januar 2018 - kortini við eini nýmótansger.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, hevur sent
eitt uppskot um kollvelting av fiskivinnuni til hoyringar.