Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. oktober 2019síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 14. oktober · Nr. 118 TÍÐINDI Broytingar í lógini um sjófeingi fáa stóra ávirkan á fiskivinnuna Føroyska fiskivinnan fer at verða skipað heilt av nýggjum, veerður lógin um fyrisiting av sjófeingi broytt, sum uppskotið leggur upp til Árni Gregersen Eigaraviðurskiftini í føroysku fiskivinnuni, verða broytt á ym­iskan hátt. Verður nýggja uppskotið samtykt, so kunnu útlendingar eiga ein fjóðring av føroyskum feløgum, sum eiga skip við fiski­rættindum. Í galdandi lóg skulu útlend­ ingar onki eiga og teir úrlend­ ing­ar, sum eiga ein part nú, skulu vera úti um seks ár. Nýggja lógin gevur út­lend­ ingum, sum longu nú eiga í fiskivinnuni, loyvi at varðveita tann partin teir eiga nú – upp til ein triðing – meðan nýggir íleggjarar kunnu eiga ein fjóðr­ ing. Fiskirættindini verða nú aft­ur knýtt at stálinum. Í nýggja lógaruppskotinum verður ásett, hvussu nógv ein­ støku feløg kunnu eiga av før­ oyskum fiskirættindum. Grundgevingarnar fyri at hava reglur, sum avmarka ræð­is­rættin á veiðirættinum, eru fleiri. Politiskt er ynskiligt at tryggja ein fjølbroyttan og breið­an eigaraskara í vinnuni. Ein onnur grundgeving hev­ ur samanhang við, at tað er gagnligt við kapping í vinnuni. Ætlanin við nógvum fyri­skip­ an­um í fiskivinnulógini er, at vinn­an skal vera effektiv. Í hesi tilgongd er saman­ legg­ing av veiðirættindum oft­ ani ein partur av tillagingini. Ov nógv miðsavnan av vinn­ uni kann tó hava óhepnar av­ leið­ingar, tí tá fáar fyritøkur eru á marknaðinum, kann tað hava við sær, at kappingin vikn­ar. - Fiskivinnan er bulurin í før­oyska búskapinum, og eig­ ar­ar av feløgum í fiskivinnuni hava stóra ávirkan á føroyska sam­felagið. - Um ognarskapurin í fiski­ vinn­uni verður savnaður á fá­ um hondum, kann tað hava við sær, at valdið í vinnu­lív­in­ um somuleiðis verður savnað á fáum hondum. Politiska skip­ anin kann verða ávirkað til at taka avgerðir, sum ikki eru til gagns fyri samfelagið sum heild, verður sagt í við­merk­ ingunum til lógar­upp­skotið. Umsetiligheit Ein onnur stór broyting er, at nú verður loyvt at selja rætt­ indi millum skip. Tað hevur verið ført fram, at eftir galdandi lóg er um­ setiligheit ikki møgulig millum privat, men tað skal vera landið, sum selir fiskidagar ella kvotur. Tað er tó rættiliga vælkent í vinnuni, at hetta er ein regla, sum tað hevur borið væl til at umganga. Sum tað fyrsta broytast fyri­treytirnar fyri avhending, tí frameftir verður grund­regl­ an, at veiðirættindi eru knýtt at ávísum fiskifari, og ikki sum í verandi lóg at ávísum persóni ella felag. Tað verður eigarin av ávís­ um fiskifari við veiðiloyvi, sum avhendir fiskidagar til ann­an eigara av fiskifari við veiði­loyvi fyri eitt ár í senn ella endaliga. Høvuðsbroytingin í regl­un­ um um avhending av egnum fiski­døgum er, at skotið er upp, at fiskidagar kunnu av­ hend­ast øllum føroyskum fiski­førum við veiðiloyvi. Hetta ber í sær, at egnir fiski­dagar eisini kunnu avhend­ast fiskiførum, sum hava veiðiloyvi, men sum í dag ikki eru partur av fiski­daga­ skip­anini í føroyskum sjógvi. Treytirnar fyri at avhenda fiskidagar eru í høvuðs­heit­in­ um: At tann, ið avhendir, hevur brúkt í minsta lagið 60 prosent av sínum fiskidøgum fiskiárið framm­anundan. • At tann, ið avhendað verður til, hevur veiðiloyvi. • At fiskidagar, ætlaðir til veiðu við troli, ikki kunnu avhendast til at vera brúktir til veiðu við línu og øvugt, • At fiskidagar bert kunnu avhendast til og brúkast við fiskifari, ið er innan fyri tær avmarkingar um stødd ella framtøkumegi, ásettar fyri hvønn bólkin, og • At fiskiorkan ikki verður størri, tá fiskidagar verða avhendir. Í uppskotinum verður eisini sagt, at onki skal blakast út­ aftur, men takast við í land. Tað verður eisini lagt upp til, at veiddur fiskur skal verða seldur um eina góðkenda upp­ boðssølu á landi. Nógvar aðrar broytingar eru eisini, sum gera at fiski­ vinn­an verður skipað øðrvísi enn hon er í dag. Millum annað verða menningarkvoturnar út­lut­aðar á annan hátt og fáa annað navn. Harumframt sleppa tey, sum hava fingið hes­ar kvotur fingið tær við 10 ðara loyvum. Sumnevnt er møguligt at koma við viðmerkingum til upp­skotið til 18.oktober. Nú fer aftur at bera til at selja skip við fiskidøgum ella kvotum nmillum privat feløg Høgni Hoydal, Tjóðveldi, var faðir at lógini um fyrisiting av sjófeingi, sum í dag er galdandi.