Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. oktober 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 14. oktober · Nr. 118 TÍÐINDI Sjarmusókn við krígsskipi Í gjáramorgunin kom amerikanska krígsskipið USS Donald Cook á Runavík. Skipið er á sjarmusókn (charmeoffensiv) og roynir at knýta nýggj sambond við londini í norðuratlantshavi. Løgmaður, politikara, almennir leiðarar, embætisfólk og onnur vóru í dag umborð og sóu sera væl útgjørda skipið Frants Jensen frants@sosialurin.fo – Endamálið við vitjanini er at møta fólki og síggja ment­an­ ina, men eisini at knýta tættari bond millum USA og danska kongaríkið, sigur Kelly T. Jon­ es, skipari við USS Donald Cook. Hon váttar tó eisini, at Arkt­ iska økið er spennandi, og at am­erikanarar hava stóran áhuga í tí. Stuart A. Dwyer, varaleiðari á amerikansku sendistovuni í Danmark, var eisini komin úr Dan­mark til Føroya fyri at hitta politikarar, leiðarar og em­bætisfólk í Føroyum. – Krígsskipini vitja í ymisk­ um londum, og hendan vitj­an­ in er ein partur í tí at fáa tætt­ ari samband við danska konga­ríkið. Vit ynskja at fáa nýggj vinaløg, sigur Stuart A. Dwyer við in.fo. Vit skulu hava ávirkan í Arktis Nógv varð gjørt burturúr vitj­ anini. Eitt tjald var sett upp handan girðingina í Runavíkar Havn, har USS Donald Cook lá. Har var reyður leypari, tað var heilsað og føroyski og am­erik­ anski tjóðsangurin vórðu spæld­ ir. Gestirnir fingu ein góð­an bita og kvinnuligi skip­arin og varaleiðari á am­erik­ansku sendi­stovuni í Danmark takk­ aðu bæði løgmanni og Runa­ vík­ar kommunu fyri møgu­ leik­an at koma til Føroya og bjóð­aðu innbodnu gestunum um­borð. – Vitjanin vísir, at økið, her vit eru, er áhugavert. At teir koma eina sjarmuoffensiv eiga vit at nýta rætt og tryggja, at vit eisini vera við í tí, sum hend­ir uppi í Arktis í fram­tíð­ ini, sigur Bárður á Steig Niel­ sen, løgmaður. Verjuendamál Umborð fingu gestirnir um­vís­ ing, har greitt varð frá væl­út­ gjørda krígsskipinum og møgu­ leikunum, tað hevur. Skipið hevur tyrlupall, kan­ ón­ir, missilar og nógv onnur vápn. Upp á fyrispurning, um har vóru kjarnorkuvápn um­ borð, var svarað greitt nei. Tá ið spurt varð, um kemisk vápn vóru umborð, gekk eitt sindur longur, áðrenn svar kom: – Nei, tað er tað ikki, segði yvir­maðurin, ið vísti runt um­ borð. Á rundvísingini umborð varð dentur lagdur á, at øll tann framkomna hern­aðar­út­ gerð­in fyrst og fremst verður nýtt til at verja mál, sum eru fyri álopi. Í stríði um Krim hálvoynna Skipið er 22 ára gamalt, 154 metr­ar langt, 300 fólk eru mynstrað umborð. Skipið hev­ ur 100 túsund hestakreftir mot­or og gongur 30 míl. USS Donald Cook átti sín leiklut, tá ið spenta støðan var millum Nato og Russland, eftir at Putin hevði tikið hálvoynna Krim frá Ukreina. Bæði í apríl og desember 2014 var USS Myndir: Álvur Haraldsen