Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. oktober 2019síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 14. oktober · Nr. 118 TÍÐINDI TJÓÐVELDI MØTTI IKKI, MEN HEVÐI KUNNA FARIÐ – Eg fekk eina innbjóðing at vitja umborð á USS Donald Cook á Runavík týsdagin, og eg boðaði frá, at eg ætlaði at koma. Men so varð skráin broytt, og tiltakið varð flutt til fríggjadag. Tá var eg burturstaddur, so tað lá ikki fyri at fara, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi Øðrvísi var, tá ið USS Mc­ Cloy vitjaði í Havn í juli í 1987. Tá var mikið rumbul av tí. Søgur gingu um, at skipið hevði kjarnorkuvápn um­borð. Fríu Føroyar mót­ mælti og segði at eitt tílíkt skip ikki skuldi koma til Føroya. Tjóðveldisflokkurin, sum hann at tá, var eisini harðliga ímóti hesi vitjanini og sera virkin í mó­t­mælis­ tiltøkunum og skriving. Seinni var ivi sáddur í, um skipið veruliga hevði kjarn­orkuvápn umborð. Dag­blaðið, ið var floksblaðið hjá Fólkaflokkinum, skriv­ aði 11. juli í 1987, at skipið ikki hevði kjarnorkuvápn um­borð, meðan 14. sept­em­ ber, floksblaðið hjá Tjóð­ veldisflokkinum, skrivaði, at skiparin hvørki kundi vátta ella avsanna, um kjarn­ ­orkuvápn vóru um­borð. Tjóðveldi broytt støðu Støðan hjá Tjóðveldi tikist at vera broytt hesi 32 árini, tí at formaðurin í Tjóðveldi í dag, Høgni Hoydal, sigur seg ikki hava nakað ímóti, at eitt krígsskip vitjar í før­ oysk­ari havn. – Sum sagt, eg var burt­ur­ staddur og kundi ikki koma. Hevði vitjanin verið týsdag, sum upprunaliga ætlað, hevði eg møtt upp, sigur Høgni Hoydal. Men har møtti heldur eingin annar fyri Tjóðveldi. – Vit hava ikki viðgjørt tað politiskt, um vit í Tjóð­ veldi skuldu møta upp ella ikki, sigur Høgni Hoydal, sum ikki veit at svara, hví eing­in annar úr Tjóðveldi held­ur ikki møtti upp. Bara Sambandsflokkurin og Miðflokkurin møttu Sum skilst høvdu allir løg­ tings­limir fingið innbjóðing at vitja umborð á USS Don­ ald Cook fríggjadagin, men tað vóru bara løgtings- ella landsstýrisfólk fyri Sam­ bands­flokkin og Miðflokkin, ið møttu til tiltakið. Tað undraði nógv av teimu­m, ið møttu upp, at umboð fyri hinar politisku flokkarnar ikki møttu. Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum sigur, at tað lá ikki fyri hjá honum fríggjadagin. Hann veit ikki at svara, hví eingin annar úr Javnaðarflokkinum ikki møtti. Kristin Michelsen úr Sjálv­stýri sigur seg ikki vita um nakra innbjóðing. – Um eg hevði farið. Ikki við Prince. So skal ein brúka ein heilan dag at sigla. Prin­ cipielt havi eg tó einki ímóti at møta til eitt tílíkt tiltak, sigur Kristin Michelsen, løg­ tings­limur fyri Sjálvstýri. Jørgen Niclasen, for­mað­ ur í Fólkaflokkinum, sigur, at málið varð viðgjørt á landsstýrisfundi, og tá varð hildið, at tað var ov nógv, at alt landsstýrið skuldi fara. – Ætlanin var tó okkara um­boð, landsstýrismaðurin við tilbúgvingarmálum, Jac­ ob Vestergaard, skuldi fara, men so hevur honum borist frá, sigur Jørgen Niclasen. Ruth Vang, løgtingsfólk fyri Framsókn, hevði ikki fingið nakra innbjóðing. – Bjarni K. Petersen hevði fingið innbjóðing og ætlaði at fara, men tá ið tiltakið varð flutt frá týsdag til fríggja­dag, lá ikki fyri, tí hann var uttanlands, sigur Ruth Vang. Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi Don­ald Cook í Svartahavinum fyri at vísa, at USA og Nato stuðl­aðu Turkalandi og høvdu eyga við, hvør gongdin var í økin­um har á leið. Vitjanin í Føroyum er ikki hernaðarlig, men hon stað­fest­ ir, at Føroyar eru partar av leik­inum um Arktis, har fleiri stór­ar tjóðir, millum annað USA, Russland og Kina, hava lagt fram síni áhugamál og ætl­anir.