mánadagur 14. oktober 2019síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 14. oktober · Nr. 118
Handverkarar hava
góðar møguleikar
til førleikamenning
Tað er Føroya Handverksmeistarafelag, sum
saman við Føroya Handverkarafelag og Landsfelag
Handverkaranna, ið eigur Eftirútbúgvingargrunnin Vitan
Vilmund Jacobsen
- Handverksmeistarar og
handverkarar kunnu lut
taka stórt sæð ókeypis á
eftirútbúgvingarskeið
um, bæði í Føroyum og
uttanlands.
Tað vita tey í Vinnu
húsinum at siga í dag.
- Tað er Eftirútbúgv
ingargrunnurin
Vitan,
sum endurrindar skeiðs
kostnaðin hjá handverk
arunum.
Lagt verður aftrat, at
tað er javnan, at skeið
verða boðin út, sum eru
viðkomandi fyri førleika
menningina hjá hand
verkarum.
- Talan kann bæði vera
um teknisk skeið, men
eisini fyrisitingarlig og
onnur líknandi skeið.
Í Vinnuhúsinum vita
tey at siga, at tað eru
fleiri veitarar av skeið
um, umframt at Vitan
eisini skipar fyri ymisk
um skeiðum.
- Eftirútbúgvingargrunn
urin Vitan er ætlaður at
skipa fyri eftirútbúgv
ingarskeiðum, sum eru
viðkomandi fyri hand
verksvinnuna. Grunnur
in er eisini ætlaður til at
veita
fíggjarligan
og
tekniskan stuðul til lut
tøku hjá handverkarum
og handverksmeistarum
á eftirútbúgvingarskeið
um, sum eru viðkomandi
fyri handverksvinnuna.
Lagt verður aftrat, at
tað er Føroya Handverks
meistarafelag, sum sam
an við Føroya Handverk
arafelag og Landsfelag
Handverkaranna, ið eig
ur
Eftirútbúgvingar
grunnin Vitan.
Aftur í morgun
royndu nakrir bátar
eftir toski á Fuglafirði.
Hetta eitt serstakt
fyribrigdi. Tí er trupult
at spáa um, hvat hetta
fer at merkja. Myndin:
Tíðindi Fuglafirði
Tey fækkast
á Strandagøtu
Mikukvøldið 16. oktober klokkan
18 verður bókaframløga í
Bygdahúsinum á Strondum
Vilmund Jacobsen
Bókin, sum tá verður løgd
fram, kallast ”Nú fækk
ast tey á gomlu Stranda
gøtu”, og tað er Ragnar
Danielsen,
sum
hevur
skrivað.
Bókin er eitt savn við
42 hugleiðingum og bygda
søgum úr Sjóvar komm
unu.
- Hesar bygdasøgur
vórðu skrivaðar og lagd
ar út á heimasíðuna hjá
kommununi
í
tíðar
skeiðnum 2011 til 2014, og
hesar vórðu sera nógv
lisnar.
Í
Sjóvar
kommunu
siga tey, at ein skrá er
løgd fyri framløgudagin,
og tað verður borgar
stjórin, Artur Johansen,
sum leggur fyri.
Síðan fer Justinus Eid
esgaard at hugleiða um
bókina og høvundan, og
Jógvan Óli á Fríðriks
mørk fer eisini at hava
samrøðu
við
Ragnar
Danielsen.
Á tiltakinum verður
eisini sangur, har eitt nú
Elisabeth á Fríðriksmørk,
Joan Sandursdóttir og
onnur fara at luttaka.
- Eftir framløgu, sam
røður og sang verður
bjóðað til kaffi við onkr
um aftur við, og øll eru
hjartaliga vælkomin, vita
tey í Sjóvar kommunu at
siga.
Ókeypis
á flot við
Thorshavn
Vilmund Jacobsen
Leygardagin 2.
november verður høvi
hjá fólki at sleppa ein
hugnaligan og ókeypis
fiskitúr við snotuliga
frítíðarskipinum,
Thorshavn, sum hevur
heimstað á Tvøroyri.
Ætlanin var at
gera henda túrin
leygardagin 5. oktober,
men tá varð túrurin
útsettur og verður
nú leygardagin 2.
november ístaðin.
Um viðrar verður loyst
á brúnni á Hvítanesi
klokkan 10 og lagt
verður til bryggju aftur
- við molan á Tvørakei
- umleið klokkan 14.
- Tá komið er aftur
til lands, hava fólk
møguleikan at fáa
hjálp til at skera fiskin
til flak. Tað verður
Hallur Hentze, sum
starvast hjá Delta
Seafood, ið tá stendur
til reiðar at leggja lag á.
Á Tvøroyri vísa tey á,
at um fólk hava hug
at grilla fiskin beint
eftir túrin, ber hetta
eisini til, tí Eyðstein
Lyngvej hevur tá longu
riggað grillina til á
staðnum og er klárur
at steikja fiskin.
Fyrireikararnir
leggja aftrat, at M/S
Thorshavn hevur plass
fyri umleið 30 ferðandi
og hevur fiskireiðskap
til stívliga 10. – So, eigur
tú fiskireiðskap, tak
hann so endiliga við.
Seinast, tá lýst varð til
fiskitúrin, var næstan
fullteknað. Tí ræður
um hjá teimum, sum
ætla sær við, at melda
seg til fiskitúrin, sum
eisini er ókeypis.
Hvussu tilmeldað
verður, sæst um
heimasíðuna hjá
Tvøroyrar kommunu
– www.tvk.fo
REINT VATN: Hin
30. september mælti
Vágs kommuna fólki,
sum búgva í Nesi
í Vági, til at kóka
drekkivatnið, tí bakteriur
vóru staðfestar. Í dag
boðar kommunan
frá, at drekkivatnið í
Nesi er reint aftur.