Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. oktober 2019síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 14. oktober 2019 · Nr. 118 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUTTSØGD Pætur Albinus FITNESS Føroyska Aimée Risum Hansen gjørdist leygardagin Danmarksmeistari í bodyfitness. Hetta er aðruferð, at hon vinnur DM í sínum bólki. Fyrru ferð var fyri tveimum árum síðani. Avrikið hesaferð var serligt, tí hon vann eisini DM í overall, sum er tann samlaða kappingin - tað merkir, at hon var best av øllum vinnarunum í kappingini. Aimée er 33 ára gomul og býr í Keypmannahavn. Maður hennara, Lars Risum Hansen, vann eisini DM í bodyfitness. FLOGBÓLTUR Føroysku U17-landsliðini hjá bæði gentum og dreingjum luttaka hesa vikuna í NEVZA- kapping í danska býnum, Ikast. Genturnar eru í bólki við Grønlandi og Íslandi, meðan dreingirnir eru í bólki við Íslandi og Svøríki. Fyrstu dystirnir verða spældir nú í morgun. Føroysku U17- dreingirnir vunnu bronsu seinast teir vóru við í hesi kappingini. FORMIL 1 Valtteri Bottas (Mercedes) koyrdi fyrstur um málstirkuna, tá ið kappkoyring var á Suzuka-breytini í Japan í gjár. Finski koyrarin gagnnýtti eina vánaliga byrjan hjá Ferrari- koyrarunum, Sebastian Vettel og Charles Leclerc, og hann vann frammanfyri júst Sebastin Vettel, ið endaði beint frammanfyri samlaða oddamannin, Lewis Hamilton (Mercedes). Lewis Hamilton hevur í samlaðu HM-støðuni 338 stig, meðan Valtteri Bottas og Charles Leclerc eru honum á baki við ávikavist 274 og 221 stigum. FR. ÍTRÓTTUR Eliud Kipchoge setti leygardagin nýtt óalment heimsmet í marathon, tá ið hann í eysturríkska høvuðsstaðnum, Wien, breyt gylta tveir tímars markið og rann 42,195 kilometrar langa teinin vði tíðini 1:59.40. Almenna metið, sum 34 ára gamli Kipchoge úr Kenya eisini sjálvur eigur, er 2:01.39. Tað, sum ger, at metið hesaferð er óalment, er, at hann hevði ein bil frammanfyri sær at seta ferðina umframt 41 hjálparrennarar runt um seg, sum eitt nú skermaðu fyri vindi. Serfrøðingar siga, at skógvarnir, einir Nike Vaporfly, sum annars ikki eru til keyps, og veðurlíkindini - logn og níggju hitastig - eisini spældu stóran leiklut. Í gjár varð aftur eitt heimsmet sett í marathon. Hetta var hjá kvinnunum, har Brigid Kosgei ikki vildi standa aftanfyri kenyanska landsmann sín, Eliud Kipchoge. Í marathon- kappingini í Chicago, USA, rann 25 ára gamla gamla Kosgei teinin í við 2:14.04. Gamla metið jevir staðið heilt síðani 2003, tá ið enska Paula Radcliff rann tíðina 2:15:25 í London. HONDBÓLTUR Jóhan á Plógv Hansen var enn einaferð toppskjútti hjá Bjerringbro-Silkeborg, tá ið hann og lið sítt leygardagin taptu 30-26 á útivølli ímóti Ribe-Esbjerg í dystinum um 2. plássið í Primo Tours Ligaen. Føroyingurin skeyt seks mál, men tey munaðu ikki nóg mikið í hesum tapta dystinum, har Ribe-Esbjerg var á odda 17- 15 í hálvleikssteðginum. Jóhan, sum næsta kappingarár skiftir til týska oddaliðið Hannover- Burgdorf, er nummar trý á toppskjúttalistanum í bestu donsku deildini við 42 málum fyrstu sjey dystirnar. SÚKKLING Team Waoo, sum føroyski Torkil Veyhe súkklaði við í fjør, verður avtikið eftir nýggjár. Navnframi Bjarne Riis er ein av eigarunum, men tað hevur gingið striltið við at fáa neyðugu stuðlarnar til at klintra longri upp enn triðhægsta støðið, continental, og nú velja teir at geva skarvin yvir. Tað ganga leysasøgur um, at Bjarne Riis, sum í sínari tíð rak Team CSC og seinni Team Saxo Bank, aftur ætlar sær at byrja eitt nýtt lið á hæsta støði. Aimée Risum Hansen vann leygardagin DM í bodyfitness. Ikki bara í sínum bólki, men hon var rætt og slætt best av øllum íðkarunum AIMÉE ER BEST Í KONGARÍKINUM