mánadagur 14. oktober 2019síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. oktober 2019 · Nr. 118
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sjúrður Hildarson Hoydal – Hølli á
Hálsi
Hetta var eitt stórt vikuskiftið
fyri føroyskan felagshondbólt.
Fyri fyrstu ferð í trý ár var
eitt føroyskt felag aftur við í
Evropa Cup í hondbólti. Mans
liðið hjá H71 hevði meldað seg
til Challenge Cup kappingina,
og hoyvíkingar kendu seg
kanska óhepnar tá ið mótstøð
an gjørdist slovenska felagið,
RK Maribor Branik.
Maribor var millum hægst
styrkismettu feløgini í fyrsta
umfari, men um ikki annað,
so fór hetta at vera góður
læripeningi
hjá
Føroya
meistarunum.
Tað eydnaðist H71 at sann
føra slovenar um at spæla báð
ar dystirnar í Føroyum. H71
flutti heimavøllin úr Hoyvík
niðan í Høllina á Hálsi, ið varð
skrýdd til altjóða hondbólt.
Eitt korter í dreymi
Tað var veitslulag á H71-fjepp
arum og teimum 500 áskoðar
unum við dystarbyrjan fríggja
kvøldið, og gangurin var
øgiligur allan dystin. Bæði
hoyvíkingar og slovenar
tóktust at skula venja
seg við karmarnar fyrstu
løtuna, har bæði liðini
framdu fitt fleiri mistøk
enn
tey
høvdu
ætlað.
Verjurnar sluppu at bresta
hart í áleypararnar, og hetta
fór at hóva hoyvíkingum, ið
byrjaðu seinna hálvleik við at
vera aftanfyri 12-11.
Tí við eitt vóru H71 í dreymi.
Peter Krogh stóð á odda fyri
eini verju, ið var væl fyri í bæði
rástyrki og kvikleika og verjan
vant burtur úr slovenum. H71
revsaði eirindaleyst í skjót
álopum,
og
brádliga
vóru
Føroyameistararnir framman
fyri. Og teir øktu. Maribor-
venjarin var í øðini og tók time-
out við støðuni 15-13 til H71.
Sjey minuttir seinni var Marko
Sibila sansaleysur og tók sítt
seinasta time-out. Eitt korter
inni í seinna hálvleiki hevði H71
økt upp í 23-16, men so byrjaði
marran. Maribor skeyt fimm
mál á rað, og tað eydnaðist at
enda slovenum at minka um
munin niður í úrslitið, 25-24 til
H71.
Marran gekk út
sunnukvøldið
Til seinna dystin kundu hoy
víkingar ugga seg við, at hava
eina leiðslu upp á eitt mál
áðrenn dystin, men dysturin
var ikki meira enn byrjaður,
so vóru slovenar á odda við
tveimum samanlagt. Serliga
var kviki spælskiparin, Luka
Kljun, ein stórur gloypubiti, tá
ið hann flutti verjuna hjá H71
júst hvar hann vildi hava
hana. Við 17-10 í hálvleikinum
stóð skriftin á vegginum, og
hóast tað eydnaðist H71 at
minka um munin niður í 18-14,
so bar ikki til at halda Maribor
henda dagin. Slovenar tóku
kvørkratak um dystin, mun
urin øktist upp í níggju mál,
áðrenn
hann
staðfesti seg við úrs
litinum 31-24 til Maribor.
Maribor hevði megnað at
loyst verjuna hjá H71, ið einki
aftursvar hevði. Hetta var dýr
goldin læripeningi hjá Føroya
meistarunum, ið vóru alt annað
enn nøgdir við seg sjálvar.
Eina løtu í seinna hálvleiki fríggjakvøldið
var H71 á veg í nýtt umfar í Evropa,
men Maribor kravdi dýran læripening
HONDBÓLTUR
H71-DREYMURIN
ENDAÐI Í MARRU