Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-14, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. oktober 2019síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 14. oktober 2019 · Nr. 118 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hagtøl: Maribor-venjarin: EHF Challenge Cup: 11. oktober H71 – RK Maribor Branik 25-24 (11-12) Málskjúttar hjá H71: Peter Krogh 6, Vilhelm Poulsen 5, Pætur Mikkjalsson 5, Leivur Mortensen 3, Pauli Mittún 2, Hans Kári Hansen 1, Hilmar Leon Jakobsen 1, Rúni Vest Højgaard 1, Pætur Thomsen 1 13. oktober: RK Maribor Branik - H71 31-24 (10-17) Málskjúttar hjá H71: Peter Krogh 6, Hilmar Leon Jakobsen 4, Pætur Mikkjalsson 2, Leivur Mortensen 2, Pætur Thomsen 2, Pauli Mittún 2, Elias Ellefsen á Skipagøtu 2, Hans Kári Hansen 1, Vilhelm Poulsen 1, Janus Dam Djurhuus 1 Føroyar hava hond­ bóltin í hjartanum - Eg væntaði tveir sera tor­ førar dystir, sigur Marko Siblia, venjari hjá Maribor eft­ir dystin sunnukvøldið. - Eg var rættiliga illur, tá ið vit vóru aftanfyri við sjey málum í fyrra dystinum, tí tað var eitt vánaligt avrik av okkum, sigur venjarin, og og greiðir frá, at tað er ofta trupult at spæla á útivølli eftir langa ferð. - Men eg eri sera fegin um at vit megnaðu at reisa okk­ um seinasta korterið, og í dag gekk so nógv frægari, sigur ein nøgdur venjari. Ovfarin av føroyskum hond­bólti - H71 spælir væl og kanska betri enn vit høvdu væntað, serliga tá ið vit geva okkum fult út í seinna dystinum, sig­ur venjarin og leggur afturat, at hann vónar at tað eisini vóru góðir dystir fyri áskoðararnar. - Var tað nakað sum tók meg á bóli, so var tað fyri­ skipanin av dystunum, teir mongu áskoðararnar og tað stóra hondbóltshjartað, sum tú merkti her. Tað er greitt, at hondbólturin hevur eitt heim í Føroyum, og fyri okk­ um var hetta ein sera góð upp­ liv­ing at síggja eitt stað, har hondbólturin hevur nógv at siga fyri fólkið, sigur Marko Sibila, ið heldur fram við rós­ andi orðunum um Før­oy­ar, tá ið Sosialurin spyr um hann kundi hugsað sær eitt føroyskt mótstøðulið eina aðru ferð. - Jú hví ikki?, spyr venj­arin og greiðir frá at tey í slovenska ferðalagnum hava havt ein frálíkan túr og bæði notið hondbóltin og náttúru­na. - Eg vil gjarna leggja dent á tað framúr gestablídni og góðu fyriskipanina. Hetta var ein frálík uppliving, sig­ur Marko Sibila at enda. Eftir fyrra dystin vóru H71-leikararnir heldur vónbrotnir um, at leiðslan ikki var størri. Allir sum ein søgdu teir við FM1 og Ítrottarsosialin, at teir vóru ónøgdir við at loyva Maribor inn aftur í dystin, men vónbrotið var einki afturímóti sunnukvøldinum. Eftir ósigurin fóru miðlarnir at tvinga spælararnar at práta, men tað vóru tóm eygnabrá á teimum og eingin hugur. Tá ið teir so byrjaðu at práta vóru teir harðir við seg sjálvar. Peter Krogh segði eitt nú við FM1, at hann var ónøgdur við sítt egna avrik og førdi fram, at H71 spældi yvirhøvur ikki so væl sum liðið var ført fyri. Tá ið FM1 spurdi um eitt nú toppskjúttin hjá Maribor, Luka Kljun, ikki bara var ov góðskuríkur, var Peter Krogh greiður: - Eg haldi at vit gera hann góðan í dag. Hoyvíkingar ikki nøgdir við seg sjálvar Sjúrður eggjar: Aftur í Evropa næsta ár Evropa Cup dystirnir um viku­skiftið vóru teir fyrstu hjá føroyskum felagi, síðani neista­kvinnur luttóku í 2016. Sein­ast eitt manslið var í Evropa, var í 2011. Tá spældi Neistin Evropa Cup fýra ár á rað, og líkt var til at Føroyar fóru at hava fasta luttøku. Um tað var tilvildarligt ella ikki, so var 2011 eisini árið, har landsliðið góvust at spæla undankappingar til HM og EM. Nú eru lands­lið­ ini tíbetur við aftur og vón­ in er, at feløgini hjá bæði monn­um og kvinnum finna fasta luttøku í Evropa. Tað verður ikki bara sum at siga tað. At spæla hondbólt í Evropa er stór útreiðsla, so tað krevst stór­ ur stuðul frá vinnu­lívinum – og gjarna nógv størri stuðul frá landinum. Fyrimunirnir við at knýta Føroyar upp í hond­bólts­ heimin eru ovurstórir og møgu­leikin eigur at verða tikin av. Týdningarmest av øllum eru tær royndir, ið slík mót­ støða gevur føroyskum leikar­um. Tað er einki at ivast í, at H71-leikararnir hava fingið hug at venja enn harð­ari fyri møguleikanum at fáa altjóða úrslit komandi kapp­ingarár. Tað sama sást tá ið neistamenn royndu seg frá 2008 til 2011 og hesaferð mugu fleiri lið gjarna fara upp í part. Ein forkunnugur áskoðari var til dystirnar ímillum H71 og Mari­bor. Tað var íslendingurin, Arnar Freyr Theodórsson, ið er um­boðsmaður fyri ítrottarfólk. Í hondbóltinum arbeiðir ís­ lendski umboðsmaðurin við nøkr­um av størstu nøvnunum í Norður­londum – og í Heimi­ num. Umboðsmaður fyri størstu stjørnurnar Arnar Freyr Theodórsson um­ boð­aði millum annað Aron Pálmars­son tá ið íslendska heims­stjørnan gjørdi sáttmála við Barcelona Lassa fyri tveim­ um árum síðani. Um sama mundið umboðaði Arnar Freyr Theodórsson norska Magn­ us Rød, ið gjørdi sáttmála við Flensburg Handewitt og so eisini norska Sander Sago­sen, ið gjørdi sáttmála við Paris Saint-Germain. Norski spæl­ skiparin var kosin heimsins besti ungi leikari í 2015, 2016 og 2017, áðrenn hann var kosin heimsins besti leikari yvir­ høvur í 2018. Norska heims­ stjørnan og íslendski um­boðs­ maðurin hava síðani gjørt sátt­mála við THW Kiel, har Sander Sagosen spælir kom­ andi kappingarár. Arnar Freyr Theodórsson hevur nú sett sjóneykuna á enn ein evnaríkan ungan leikara. Hesa vikuna var hann í Før­oy­ um, og Ítrottarsosialurin hitti hann til stutt prát fríggjadagin. Elias er ein hin evnaríkasti í Evropa - Eg eri í Føroyum fyri at hitta Elias Ellefsen á Skipagøtu, sigur íslendski umboðsmaðurin. Før­ oyska U17-stjørnan var darvað av sjúku, og fekk ikki spælt fyrra dystin ímóti Maribor, eins og hann bert spældi í løtum í seinna dystinum. Men hetta spilti ikki spælið hjá um­ boðsmanninum. - Eg noyðist ikki at síggja hann spæla hetta vikuskiftið hóast tað hevði verið ein frægd, sigur Arnar Freyr Theodórsson, ið hevur sæð nóg mikið fram­ man­undan. -Eg eri komin fyri at hitta Elias og familjuna og práta við tey um at gera eina av­talu við meg, staðfestir um­boðs­ maðurin, ið er sera áhug­aður í at arbeiða við unga før­oy­ing­ inum. - Í mínari meting er Elias ein av evnaríkastu leikarunum í Ev­ropa í løtuni, og um hann menn­ir seg rætt, kann hann spæla á sera høgum støði, sigur Arnar Freyr Theodórsson, ið eisini hevur eyguni opin fyri øðrum føroyingum. - Eg fari at hyggja eftir fleiri dyst­um hetta vikuskiftið, og eg vóni at síggja fleiri leikarar. Eg havi hoyrt at her eru nógv talent í løtuni, og eg eri spentur at síggja hvussu tað fer vísa seg, sigur Arnar Freyr Theodórsson at enda. Elias: Vit skulu finna okkurt til næsta kappingarár Eftir dystin sunnukvøldið hittir Ítrottarsosialurin, Elias Ellef­sen á Skipagøtu, júst eftir at hann hevur havt eitt vinar­ ligt prát við íslendska um­boðs­ mannin. - Eg havi tað okey. Eg havi verið illa sjúkur, men tað er eingin umbering fyri at spæla illa, sigur 17 ára gamli før­oy­ ing­ur­in, áðrenn hann verður spurdur um hann hevur gjørt eina avtalu við íslendska um­ boðs­mannin. - Ja, tað havi eg, sigur før­ oyski spælskiparin, ið kom á hondbóltsheimskortið eftir at hann var týdningarmesti leikari í European Open kapp­ ingini, sum føroyska U17-lands­ liðið vann. - Vit royna at finna eitt stað har eg kann fara næsta ár, sigur Elias Ellefsen á Skipagøtu. Evna­ríki føroyingurin vil ikki gera sær hugsanir um nakað lið ella land enn, men staðfestir at hann ætlar sær at spæla kapp­ ingar­árið liðugt við H71. Elias millum heims­stjørnurnar Elias Ellefsen á Skipagøtu er ónøgdur við hvussu hann spældi sunnudagin, men hetta skakar ikki umboðsmannin hjá m.a. Sander Sagosen