mánadagur 14. oktober 2019síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. oktober 2019 · Nr. 118
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Tróndur Arge – Tórsvøllur
Gunnar Nielsen: 6
Kann illa lastast fyri málini hjá
Rumenia. Serliga prísgivin er
hann við málunum til 2-0 og
3-0, meðan hann fær fingarnar
á skotið til 1-0, tá hann kemur
úr málium og ger seg stóran.
Fekk góða hjálp frá verjuni
og talan er í fleiri førum um
skot útifrá, sum málverjin ikki
hevur trupulleikar av. Hevur
spælt seg upp eftir skaðan.
Atli Gregersen: 5.5
Trívist væl mitt í miðverjuni
við trimum. Her er hann serliga
sterkur sum stýrimaður, men
útmerkar seg eisini, tá hann
skal spæla sær av við bóltin. Í 70
minuttir megnar hann at rudda
vekk, tá innleggini koma og
bróta úr miðvejruni og órógva.
Hann er sum ein leiðari við
tveimum sjefarahundum við
hvør sína lið. Men samskiftið
riggar ikki optimalt, tá nýggjur
sjefari verður skiftur inn, og
missur eisini mannin til 3-0,
men tá er heldur ongin hjálp
frá hinum.
Heini Vatnsdal: 6.5
Millum
bestu
spælararnar
á liðnum. Spælir sum høgri
miðverji av trimum og har
trívist hann væl. Vinnur flestu
luftdystirnar, og er skjótur
og grammur í tvídystunum
á
vøllinum.
Er
róligur
á
bóltinum, tá hann skal dribbla,
men hevur hug at gúppa vekk,
tá hann er kroystur.
Eigur lut í 3-0 málinum,
men er kanska einasta hálva
mistakið hann ger í verjustøðu.
Í álopsstøðu riggar illa at vinna
frísparksinnleggini, men tað er
ikki bara hansara feilur.
Rógvi Baldvinsson:
5.5 (78.min)
Spældi sum vinstri av trimum
í miðverjuni og kom væl frá
uppgávuni. Einki mál kemur
ígjøgnum meðan hann er í
miðverjuni, men fær eitt sindur
lægri meting, tí hann verður
skiftur út, áðrenn torførasta
partin av dystinum.
Hetta er kanska besta plássið
hjá Rógva á landsliðnum í løtuni.
Passaliga stinnur í tvídystunum
og hevur royndirnar, sum skulu
til. Hevur tó hug at sparka bólt
arnar ov nógv vekk, heldur enn
at leita eftir avleveringini.
Gilli Rólantsson: 5
Er ein av okkara týdningar
miklastu spælarum, tí hann
er so skjótur. Rennur millum
annað rumenskt mótálop upp,
eftir at vit hava havt deyðbólt í
álopsstøðu. Hevur tvær avbera
vandamiklar
avleveringar
fyrsta hálva tíman, sum kundu
havt kostað.
Rumenar sleppa ikki fram
við Brann-spælaranum, men
hann slapp heldur ikki framvið
teimum. Tá hann fekk møgu
leikan at smekka til, so rakti
hann ikki bóltin. Skal trúgva
meiri upp á síni eginleikar.
Fekk eitt gult kort fyri drál,
sum Gunnar Nielsen helst átti
og er ikki við móti Malta. Verð
ur saknaður.
Viljormur Davidsen: 5
Tykist trívast væl á vongbakki
num, men onkar av teimum mest
spennandi støðunum verða ikki
til nakað, tí avleveringar til hann
ikki sita sum tær skulu.
Ger tað hann skal í verju
støðu og hesa ferð avstemmaði
væl millum hann, Rógva og
Jóannes Bjartalíð, sum ráddu í
vinstru síðu.
Brandur Hendriksson
Olsen: 6.5 (Út 71.min)
Er aftur á toppinum, har hann
var at byrja við í síni yrkisleið
á landsliðnum. Spældi við
nógvari orku og var nógv á
bóltinum. Spældi hann væl frá
sær og tók í flestu førum skila
góðar avgerðir. Stríddist eisini
væl í verjustøðu, har serliga ein
glíðandi takling, sum steðgaði
einum
skjótálopið
stendur
eftir.
Tvey ting telja tó niður í
metingini.
Tað
avstemmar
ikki millum deyðbóltsskjúttan
og móttakaran, meðan hitt
er at hann ikki er á vøllinum
torførastu løtuna.
Hallur Hansson: 6
Spælir við eini rúgvu av orku á
miðjuni. Er íblandaður í bæði
álopsstøðu og í verjustøðu.
Hesa ferð stendur hann sterk
ari í verjupartinum, har hann er
í nógvum tvídystum og órógvar
rumenar hvørja ferð teir hava
bóltin. Rennur nógvar metrar í
høgari ferð og tað gevur restini
av liðnum orku.
Hinvegin
hevur
hann
óvanliga nógvar feilavleveringar
í vanligum spæli. Ikki tí, tað eru
fleiri góðar avleveringar, men
einar fýra ella fimm av teimum
einføldu ikki komu vegin fram.
Sølvi Vatnhamar: 5
Millum teir slaku dystirnar hjá
Sølva í álopspartinum, men
hann er garantur fyri hørðum
arbeiði í verjupartinum, har
hann eisini tekur nógvar skila
góðar avgerðir. Hann stendur
rætt í verjustøðu og dugur
væl at fáa sum mest burturúr,
tá hann er kroystur á egnari
hálvu, men í álopspartinum
restaði nógv í. Hann skapar
ov fáar málmøguleikar og tað
avstemmaði ikki altíð millum
hann og Gilla.
Skal hava rós fyri bæði at
leggja innlegg og søkja inn
leggini í seinna hálvleiki, tá vit
høvdu ov góðan hug bara at
flyta bóltin runt, heldur enn at
hótta.
Jóannes Bjartalíð: 7
Verður
kosin
til
dagsins
Spælarametingar:
BJARTALÍÐ ER NÝGGJA
STJØRNUSKOTIÐ
Í 75 minuttir kenna vit føroyska landsliðið aftur. Teir stríðast og berjast fyri at halda málið reint. Tað telur upp í spælara
metingunum, men tíverri restar enn nógv í álopsspælinum. Her eru spælarametingarnar frá EM-dystinum móti Rumenia