mánadagur 14. oktober 2019síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 14. oktober 2019 · Nr. 118
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
spælara av áskoðarunum og
tað er ikki ilt at skilja hví. Hann
er nýggjur á landsliðnum og
spælir við nógvari orku. Hann
er eisini tann mest hóttandi
spælarin á liðnum, eins og
hann var móti Spania.
Hann hevur eitt altjóða
snitt, tá tað kemur til avsett
og bóltførleika. Hann hevur
handan eyka meturin, sum
eitt nú Arnbjørn Hansen eisini
hevði. Tí kemur hann eisini í
onkrar góðar støður, men slapp
ikki ordiliga til skot. Eigur eisini
innleggið til okkara størsta
møguleika, tá Klæmint er nær
við at stúta bóltin í málið.
Eisini leggur hann nógv fyri
í verjupartinum, har hann er
grammur í renningunum og
tekur skilagóðar avgerðir, og
enntá í ávísum førum stýrir.
Klæmint Andrasson
Olsen: 6 (Út 75.min)
Stríddist manniliga sum einsa
mallur maður í álopinum.
Hann hevur ein sereginleika
at taka bóltin til sín og fáa frí
spark. Hesum kom hann væl
frá leygardagin. Fekk størsta
møguleikan, tá Bjartalíð sendi
innlegg innfyri. Setti høvdið á
og var nær við at skora. Fram
tvingaði eisini eitt gult kort í
fyrra hálvleiki, sum helst skuldi
verið reytt kort til Rumenia.
Vinnur okkum fleiri fríspørk
og samanspælið við fram
rættaðu føroysku spælararnar
riggaði væl.
Klæmint Andrasson Olsen
er eitt prógv um, at tú kanst
arbeiða teg inn á føroyska
landsliðið, men at tað kann taka
tíð. 29 ára gamli rituvíkingurin
hevur ongantíð verið betri á
landsliðnum enn nú.
Andrias H. Eriksen:
5 (Inn 71.min)
Stendur eftir sum spælarin,
sum ikki átti at verið skiftur
inn, tí málið til 1-0 kemur í
hansara síðu. Tað er ein feilur
at skifta í miðverjuni, men fyri
uttan málið, so spælir Andrias
væl. Hann er grammur, traðkar
fram og órógvar uppspælið hjá
rumenum.
Tað er ongin løtt uppgávna
at koma inn seinastu tjúgu
minuttirnar í miðverjuna í
einum slíkum dysti.
Jóan Símun Edmundsson:
5 (75.min)
Fortreytirnar
broyttust
meðan toftamaðurin stóð á
síðulinjuni og skuldi inn. Før
oyska liðið knekkaði, og tað
gjørdi eisini umstøðurnar hjá
Jóan Símuni torførari á vølli
num. Leggur bóltin væl av, tá
Gilli kemur til skot, og roynir í
øðrum førum at spæla eitt nú
Bjartalíð leysan.
Vit gleða okkum til at síggja
Jóan Símun frá byrjan í annað
kvøld.
Eli Falkvard Nielsen:
5 (78.min)
Fekk debut á landsliðnum og
fekk eitt korter samanlagt.
Ein møtimikil uppgáva fyri ein
debutant og fekk eisini eitt gult
kort við á vegnum. Skal kanska
vera eitt sindur grammari í 2-0
málinum, men tað skuldu fleiri.
Hevur bíðað eftir møgu
leikanum og nú hevur hann so
fingið sínar fyrstu minuttir.
Lars Olsen: 5
Meldar greitt út, at nú skal
verjuparturin rigga og spælir
við trimum í miðverjuni. Tann
parturin riggar eisini væl til eitt
korter er eftir. Liðið er tendrað
og spælararnir gera tað teir
kunnu, men stóra avgerðin
hjá landsliðsvenjaranum var
at skifta í miðverjuni, meðan
tað var málleysan. Hetta er ein
feilur, men tankagongdin kann
geva meining, tá Rógvi Bald
vinsson skuldi út alíkavæl og
Andrias Eriksen hevur roynt
júst hendan leiklutin í Spaina.
Hetta kundi verið tað, men
vit standa eftir við 0-3 og eini
feilinnskifting.
Landsliðið støðan
NR.
LIÐ
D
V
J
T
VM
TM
MM
S
1
Spania
7
6
1
0
18
4
+14
19
2
Svøríki
7
4
2
1
17
8
+9
14
3
Rumenia
7
4
1
2
16
7
+9
13
4
Norra
7
2
4
1
12
9
+3
10
5
Malta
7
1
0
6
2
17
-15
3
6
Føroyar
7
0
0
7
3
23
-20
0
Týsdagin 15. oktober
Føroyar – Malta kl. 19.45
Rumenia - Noreg.
FÓTBÓLTUR
Spælaramet
ingarnar eru frá
1 til 10, har 10
er tað besta og
5 er góðkent