mánadagur 14. oktober 2019síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. oktober 2019 · Nr. 118
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTS
VENJARAR
ÓNØGDIR VIÐ
ÚTSKIFTING OG
TAKTIKKIN
Føroyar taptu enn einaferð
móti Rumenia, tá ið vit leygar
kvøldið spældu næstseinasta
heimadystin í hesi EM-undan
kappingini.
Rumenia vann 3-0 eftir at
støðan í hálvleikinum var 0-0.
-Men eg haldi ikki, at taktikk
urin hjá okkum eydnaðist.
Vit spældu við trimum í mið
verjuni og harvið sjey í verju
partinum, men kortini fekk
rumenska liðið alt ov nógvar
avslutnignar, sigur Jens Martin
Knudsen, fyrrverandi lands
liðsmálmaður og hjálparvenjari
hjá NSÍ.
Hann
heldur
ikki,
at
rumenska liðið eigur at sleppa
at skjóta so ofta, sum teir
sluppu leygarkvøldið.
-Tá ið vit seta liðið so kom
pakt har afturi, so eiga teir ikki
at sleppa til so nógv skot. Tosa
vit um altjóða fótbólt, so eru 10
skot uppá mál nógv, men í hes
um dystinum høvdu okkara
mótstøðumenn eini 22 skot,
sigur Jens Martin Knudsen.
Hann sigur, at tað er gamaní,
at mótstøðuliðið sleppur fram í
síðunum og kann gera innlegg,
men har er okkara verja bæði
stór og sterk, men vit eiga við
einum so defensivum útgangs
støði at forða fyri skotum
frammanfyri málið.
-So at tosa um, at taktikkurin
eydnaðist? Tað eri eg als ikki
samdur í, sigur Jens Martin
Knudsen.
Útskifting
Føroyar hildu javnt til 75
minuttir vóru leiktir av dyst
inum, men so skrædnaði.
Fyrsta málið kom eftir at
Brandur
Heindriksson
var
skiftur út og Andrias Eriksen
kom inn í staðin fyri hann.
Hetta halda venjararnir var
eitt mistak, tí Andrias Eriksen
kom inn í verjuna, sum annars
hevði virkað til tá og so var
Rógvi Baldwinson fluttur long
ur fram á plássið hjá Brandi
Heindriksson.
-Sum venjari veist tú, at
slíkt eigur ein ongantíð at gera.
Hevur tí eina verju og eina
organisatión, sum virkar, so
mást tú ongatíð broyta har,
uttan so at tað er neyðugt, sigur
Heðin Askham, fótbóltsvenjari.
Hann
heldur
eisini
at
landsliðsvenjarin hevði fleiri
aðrar møguleikar, enn at gera
tað sum hann gjørdi.
-Til dømis kundi hann sett
Eli Falkvard inn á plássið hjá
Brandi – ella hann kundi flutt
Sølva inn á tað plássið og sett
ein nýggjan man á kantin, sigur
Heðin Askham.
Jens Martin Knudsen er
samdur í eygleiðingini hjá
Heðin Askham.
-Ein verja sum virkar, skal
ikki broytast. So einfalt er tað,
sigur hann.
Tað var ikki útselt til dystin
leygarkvøldið.
Slakir
2400
áskoðarar vóru til dystin, sjálvt
um pláss er fyri á leið 3400
áskoðarum.
-Sjálvandi
hongur
hetta
saman við teimum vánaligu
úrslitunum vit hava fingið
í seinastuni, men eg haldi
heldur ikki FSF ger nakað
serligt fyri at fáa fólk at koma
til landsdystirnar, sigur Heðin
Askham.
Dysturin kl. 19.45 í annað
kvøld móti Malta er seinasti
heimadysturin hjá landsliðnum
við Lars Olsen við stýrisvølin.
Lars Olsen hevur verið venjari
í átta ár, men tá ið vit hava
spælt móti Noreg og Svøríki í
november, er hann ikki longur
føroyskur landsliðsvenjari.
Til næstu undankapping
hevur FSF funnið ein nýggjan
landsliðsvenjara.
Hvørki Heðin Askham ella Jens
Martin Knudsen halda, at Føroyar
valdu rætta loysn móti Rumenia
FÓTBÓLTUR
Tað vóru eini 1000 tóm setur, tá ið Føroyar spældu móti Rumenia
Seinasti landsdysturin á heimavølli við Lars Olsen
á odda, verður móti Malta í annaðkvøld
Jens Martin Knudsen helt ikki, at taktikkurin eydnaðist