mánadagur 14. oktober 2019síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 14. oktober 2019 · Nr. 118
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STÓÐU KLÁRIR VIÐ ØKSINI
Jóannes Hansen
Í rumenska ferðalagnum, sum
var í Føroyum í sambandi við
landsdystin leygarkvøldið, var
tað fylgt væl við í, hvussu tað
gekk í Oslo, har Noreg í evstu
løtu javnaði við brotssparki
til 1-1 ímóti Spania, og tað var
eisini fylgt við í, hvussu tað
spældi av, tá ið Svøríki vann 4-0
á útivølli ímóti Malta.
-Eg vónaði, at Spania fór at
vinna í Oslo, tí tað hevði styrkt
um okkara møguleika at vinna
næstfremsta plássið. Eingin ivi
er um, at Spania fer at vinna
bólkin. Spenningurin er um,
hvat hitt liðið verður, sum fer
at spæla seg í EM endaspælið
næsta summar. Vit kappast
fyrst og fremst við Svøríki, og
tað er framvegis lítil møguleiki
fyri, at Noreg fer at blanda seg
í kappingina. Týskvøldið eiga
vit heimavøll ímóti Noreg,
og samstundis eigur Svøríki
heimavøll ímóti Spania. Tað er
neyðugt hjá okkum at vinna, og
so vóna vit, at Spania vinnur
ímóti Svøríki, sigur rumenski
venjarin Cosmin Contra.
Heima í Rumenia prutlaði
tað av álvara undir lokinum
leygarkvøldið, tá ið tað leingi sá
út til, at Føroyar fóru at megna
at halda tørn um málleysa javn
leikin.
Ein av teimum, sum helt lítið
um rumenska avrikið, var Gabi
Balint, sum var í álopinum á
góða Steua Bukarest liðnum í
áttati árunum, og sum spældi
fýra dystir og skoraði tvey
mál, tá ið Rumenia luttók í HM
endaspælinum í 1990.
Hann heldur í rumenskum
fjølmiðlum, at rumenska spælið
á Tórsvølli leygarkvøldið ikki
var nóg skilagott, og hann
sigur seg ikki skilja, hví tað ikki
varð lagt meiri fyri við høgum
sendingum í føroyska brots
teigin. Venjarin verjir seg við, at
spælararnir hjá honum eru ikki
so stinnir í høvuðspælinum, og
at spælið eigur at leggjast til
rættis eftir spælarunum, sum
eru tøkir.
Tað lætti hjá Mitrita
Ein av rumensku spælarunum
umboðar New York City. Tað
er Ionut Mitritja, sum varð út
skiftur eftir fyrra hálvleik í 2-1
tapinum á útivølli í Svøríki 23.
mars, og sum ikki hevur verið
á rumenska liðnum aftur fyrr
enn leygarkvøldið. Tá varð
hann skiftur inn 21 minuttir
undan dystarenda, og hann
átti stóran leiklut, tí hann bæði
legði upp til mál og skoraði til
2-0.
-Orsøkin til at eg ikki hava
verið við síðani dystin ímóti
Svøríki var hugburðurin, sum
eg vísti í tí dystinum, og tá eg
varð skiftur út. Allir spælarar
ynskja at vera við í EM enda
spælinum, og vit hava fram
vegis
møguleika
at
vinna
okkum í endaspælið, sigur
Ionut Mitritja við rumenskar
miðlar. Tað verður roknað við,
at hann verður millum teir
fyrstu ellivu ímóti Noregi týs
kvøldið.
Jóannes Hansen
Hann man vera ein av bestu
ítróttarfólkunum yvirhøvur í
Føroyum. Eitt er, at hann hevur
sett fleiri met og framvegis
setir met sum málskjútti í
heimligu landskappingini.
Eitt annað er, at hann altíð
er fúsur at luttaka á lands
liðnum. Tað eru sjey ár síðani,
at hann fyrstu ferð var á
A-landsliðnum. Tað var í HM
undankappingardystinum ímóti
Týsklandi (0-3) 7. september 2012.
Týskland átti hetta kvøldið
heimavøll í Hannover, og Klæ
mint varð skiftur inn, tá ið tað
restaðu fimm minuttir. Hann
avloysti Jóan Símun Edmunds
son. Í nógv teimum flestu 24
dystunum
hevur
Klæmint
verið skiftur inn ella skiftur
út. Heilt ofta hevur hann sitið
á beinkinum alla tíðina. Tað
eru fleiri dømi um spælarar,
sum hava givið skarvin yvir, tí
teir ikki eru slopnir upp í part,
men soleiðis er tað ikki hjá
Klæminti.
Talan er um liðformannin
hjá NSÍ og toppskjúttan í før
oysku kappingini, 29 ára gamla
Klæmint A. Olsen.
Tað verður sagt, at tolin
trívst, og soleiðis er tað hjá
Klæminti. Hann hevur verið á
landsliðnum í seks av sjey dyst
um higartil í ár. Leygarkvøldið
var hann millum teir fyrstu
ellivu, og tað eigur at vera so
upplagt, at maðurin við størsta
máltevinum av øllum í heim
ligu kappingini verður á lið
num á heimavølli ímóti Malta.
-Eg eri klárur, men tað er
upp til venjaran at gera av,
hvørjir skulu á vøllin, sigur
Klæmint
A.
Olsen.
Hann
harmast um, at úrslitið ikki var
betri leygarkvøldið, enn tað var.
Klæmint hevði fína roynd
við høvdinum eftir innlegg úr
vinstru frá Jóannesi Bjartalíð,
men málverjin vardi til horna.
Longu í 19. minutti var Klæmint
í støðu, sum kundi havt stóran
týdning fyri dystargongdina.
-Eg vann bóltin av mið
verjanum Ionut Nedel
cearu, sum var aftasti
maður. Hann tók í meg,
og dómarin bríkslaði fyri
frísparki og vísti honum
gula kortið. Hann var
aftasti maður, men
dómarin
metti
ikki, at talan var
um
reytt
kort.
Hann segði, at
vongverjin
í
vinstru
hevði
rokkið aftur at
verja fyri, sigur
Klæmint
A.
Olsen.
Higartil hevur Klæmint A.
Olsen skorað eitt mál á lands
liðnum. Tað var 7. juni í ár, tá ið
Føroyar taptu 4-1 á heimavølli
ímóti
Spania,
og
Klæmint minkaði um
munin til 1-2.
Rumenski venjarin fekk av at vita frá
sínum egnu fyri ikki at vera nóg skilagóður
í síni spælætlan ímóti Føroyum
Klæmint hevur silvurbrúdleyp
Í sjey ár hevur toppskjúttin í heimligu
landskappingini verið tolin, og í morgin
verður hann á landsliðnum fyri 25. ferð
FÓTBÓLTUR