Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-14, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. oktober 2019síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. oktober 2019 · Nr. 118 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR ELI FEKK DEBUT Miðvallarin hjá B36, Eli Falkvard Nielsen, fekk sínar fyrstu minuttir á landsliðnum, tá hann bleiv skiftur inn í 78. minutti. Hann er ein verjukendur miðvallarin, sum leggur nógv fyri í verjuspælinum. Tað gjørdi hann eisini móti Rumenia og fekk gult kort longu eftir fýra minuttir á vøllinum. Hann er landsliðsspælari nummar 24, sum Lars Olsen hevur sent á vøllinum í hesi EM-undankappingini. Tróndur Arge – Tórsvøllur Avgerandi løtan kemur, tá 74 minuttir eru spældir. Før­oyska liðið hevur vart væl, men í minuttunum áðrenn er Brand­ ur Hendriksson farin av vølli­ num, tí hann merkir okkurt í bak­lærinum. Lars Olsen sendir Andrias H. Eriksen á vøllin. Innskiftingin av miðverjanum hjá B36 merkir, at Rógvi Baldvinsson skal úr verjuni og fram á miðvøllin. Tað ganga bara fáir minuttir, so endar bólturin hjá rumenska mið­vallaranum, Nicolae Stanciu. Hann spælir bóltin aftur­um Andrias Eriksen, har áleyparin, George Puşcaş, kem­ ur rennandi. Gunnar Nielsen kemur út úr málinum og ger seg stóran, men tað eydnast áleyparanum finna holið millum Gunnar og handaru stong. Í somu løtu bólturin hoppar inn um mál­ strikuna broytist stemn­ing­urin. Føroyska liðið hevur vart væl, men nú kemur vantandi álopsspælið til sjóndar. Spurn­ ingar verða settir við inn­skift­ ingina og føroyska liðið, sum annars hevur gjørt megin­ partin rætt. Jóan Símun á bonkinum Lars Olsen, landsliðsvenjari, boðar tíðliga frá, at hann ætlar at spæla við trimum í mið­verjuni. Einasta ivamálið er um Jóan Símun Edmundsson klárar at spæla tveir dystir upp í slag, tí hann er eymur í knæn­um. Jóannes Bjartalíð fær møgu­leikan aftur, meðan Gilli Rólantsson er nýggur frá byrj­ an í mun til dystin í Spania. Tað merkir upptaktina, at Lars Olsen hevur boðað frá at hetta veður hansara sein­asta undan­kapping sum lands­liðs­ v­enjari. Hann sigur tó, at hann ætlar ikki at deila gávur út til spælararnar, men at hann ætlar at fyrireika seg til dyst sum hann plagar. Landsliðið at kenna aftur Fyrstu løtuna hevur Rumenia tvær góðar støður, har millum annað Gilli Rólantsson er óans­ in og avleverar skeivt. Tó er nokk av fólki fyri, og føroyska liðið sleppur við skrekkinum. Sum minuttirnir ganga gerst rumenski landsliðsvenjarin, Cos­min Contra, meiri uppøstur á síðulinjuni. Hann vil hava tað at ganga skjótari, og vil hava rumensku spælararnar at leggja størri trýst á føroyska liðið. Í hinum endanum hóttia okkara eisini í løtum. Størsta møgu­leikan f æ r Klæmint A. Ol­sen, tá Jóannes Bjartalíð leggur inn­fyri úr høgru. Málverjin bjarg­ar út til hornaspark. Undan dystinum sigur Sorin Anghel, viðmerkjari hjá FM1 og venjari hjá AB, at annar av miðverjunum, Ionut Nedelcearu, kann verða eitt veikt punkt. Hann hevur avbjóðingar og mið­skeiðis í fyrra hálvleiki er hann óansin, og verður taklaður av Klæminti. Verjuspælarin fell­ur rituvíkingi, sum annars kundi verið leysur ígjøgnum, og fær gult kort. - Tá tú ert síðsti maður, so haldi eg tað er reytt kort. Dóm­arin sigur at vinstri bakk­ urin hevði fingið bóltin, men sum eg síggi tað, so er tað klárt reytt kort, sigur Bandur Hendriks­son, sum stóð beint við hendingina. Í 74 minuttir er føroyska lands­liðið at kenna aftur. Vit stríð­ast og berjast fyri at halda mál­ið reitt, men hesa ferð kost­ ar tað í álopspartinum, har vit mangla eitt sindur. Upp í límingini Tað er tíverri afturvendandi, at mótstøðuliðini fáa fleiri mál upp á stutta tíð. Hetta sóu vit mill­um annað móti Rumenia fyrr í ár, og móti Svøríki fyri kortum. Hóast andin á vøllinum og á Tórs­vølli er øðrvísi hesa ferð, so hend­ir tað sama aftur. Níggju minuttir eftir fyrsta málið er aftur galið. Innskifti Ionuț Mitriță, sum eftir samanspæl uttanfyri brots­teigin, sleppur til skot og skorar. Her síggja vit aftur trupul­leikarnar, sum vit hava sæð í seinastuni. Tað er nógvir spælarar rundan um bóltin, men vit megna ikki at seta ein takling inn ella verja fyri. Við seinasta sparkinum í dysti­num er tað innskifti á l e y p ­a r i n , C l a u d i u Keșerü, sum sleppur at venda sær og skorar til 3-0. Áskoðarafall og mannfall Miðskeiðis í seinna hálvleiki verður boðað frá, at tað eru 2381 áskoðarar á Tórsvølli. Í løtuni verður eystursíðan bygd upp á nýggjum, men tað eru pláss fyri yvir trý túsund áskoðar­um. Helst eru tað vantandi úrs­ litini, sum gera at áskoðaratalið er fallandi. Tá Tórsvøllur er liðug­ur fer hann at taka fimm túsund áskoðarar, men um áhug­in ikki verður størri, so verða nógv tóm setur. Til dystin móti Malta verður før­oyska landsliðið uttan Gilla Rólantsson, sum hevur leik­bann, meðan Brandur Hendriks­son og Rógvi Bald­ vins­son fór av vøllinum við upp­takt til skaða. Nú er at vóna, at Tórsvøllur verður fullsettur, og at Lars Olsen eisini kann velja millum Brand og Rógva til seinasta heima­dystin á hesum sinni. trondur@sosialurin.fo Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... Í 74 minuttir verjir føroyska liðið manniliga og hevur kós móti einum óvæntaðum stigi, men eitt korter seinni er 3-0 til rumenar. Ein innskifting í verjuni skapar órógv. – Sæð í bakspeglið, so kundi eg havt skift øðrvísi, sigur Lars Olsen Føroyar-Rumenia 0-3: EITT KORTER FRÁ AT FÁA JAVNLEIK