Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-14, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. oktober 2019síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 14. oktober 2019 · Nr. 118 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR GILLI FEKK LEIKBANN Tað kom illa við, tá aserbadjanski dómarin, Aliyar Aghayev, brádliga gav Gilla Rólantssyni gult kort, sum helst skuldi verið til Gunnar Nielsen, fyri drál. Hann hevur nú leikbann til dystin móti Malta týskvøldið. - Eg føli við Gilla. Hann var ikki við seinast vegna heilaskjálvta. Nú skal hann sita uttanfyri, tí hann fær eitt órættvíst gult kort, sigur Lars Olsen. Føroyar – Rumena 0-3 (0-0) Dómarabólkur úr Aserbadjan: Aliyar Aghayev, Zeynal Zeynalov, Akif Amirali og Rahim Hasanov (4. dómari) 0-1: George Puscas 74. 0-2: Ionut Mitria 83. 0-3: Claudiue Keserü 94. 2381 áskoðarar Føroyar: Gunnar Nielsen, FH Ísland, 54/0 – Heini Vatnsdal, Fremad Amager Danmark, 15/0, Atli Gregersen, Víkingur, 56/1, Rógvi Baldvinsson, Bryne FK Noreg, 41/3 (Eli Falkvard Nielsen, B36, 1/0, 78.) – Gilli Rólantsson, SK Brann Noreg, 33/1, Brandur Hendriksson Olsen, FH Ísland, 29/3, (Andreas Eriksen, B36, 2/0, 71.),Hallur Hansson, AC Horsens Danmark, 45/4, Viljormur Davidsen, Vejle BK Danmark, 35/1 – Sølvi Vatnhamar, Víkingur, 34/1, Jóannes Bjartalíð, KÍ, 3/0 – Klæmint A. Olsen, NSÍ, 24/1 (Jóan Símun Edmundsson, Arminia Bielefeld Týskland, 54/6, 75.) Venjari: Lars Olsen Hjálparvenjari: Jóannes Jakobsen Rumenia: Ciprian Tătăruşanu, Lyon Frakland – Romario Benzar, Lecce Italia, Ionut Nedelcearu, Ufa, Vlad Chiricheş, liðformaður, Sassuolo (Adrian Rus, Fehérvár Ungarn, 39.), Nicusor Bancu, Universitatea Craiova – Ianis Hagi, Genk Belgia, Paul Anton, Krylya Sovetov Russland, Nicolae Stanciu, Slavia Praha Kekkia, Florinel Coman, FCSB (Ionut Mitrita, New York City USA, 69.) – George Puşcaş, Reading Ongland, Florin Andone, Galatasaray Turkaland (Claudiu Keserü, Ludogortes Bulgaria, 65.) Gult kort: Ionut Nedelcearu, Paul Anton, Nicusor Bancu Venjari: Cosmin Contra Lars Olsen veit at nógv fokus verður á útskiftingini, har hann velur at seta Andrias H. Eriksen inn, og harvið rotera á tveimum plássum, tí Rógvi Baldinsson verður fluttur fram á miðjuna. Minuttir seinni sendir hann miðvallaran Eli F. Nielsen inn á miðjuna. So hví ikki bara skifta mann fyri mann? -Tað er sjálvandi ein forkláring upp á tað. Andrias kemur inn í Spania og ger tað gott í miðverjuni, meðan Rógvi hevur spælt nógvar dystir á miðvøllinum. So at tveita Eli inn mitt á miðjuna í sínum fyrsta dysti, upp á eitt so avgerandi tíðspunkt, tá hugsaði eg, at hitt var betri, sigur Lars Olsen. -Tað er rætt, sæð í bakspeglinum kundi eg havt sett Eli inn beinanvegin. Nú mugu vit eftirmeta, um vit hava gjørt ein feil frá bonkinum, men eg haldi eisini tað spælir inn, at spælararnir hjá okkum hava arbeitt hart og eru troyttir, sigur Lars Olsen, sum er nøgdur við fyrstu 75 minuttirnar. -Vit verja væl og koma meira við í dystin, men vit hava roynt tað fyrr. Brádliga lata vit mál inn, har vit hugsa at hetta kann ikki passa. Vit eru ov passivir upp á onkran máta. Tað kunnu vera fleiri orsøkir. Tað kann vera útskiftingin, sum órógvar, men rumenar hava bóltin meir og kanska vit byrja at blíva troyttir. Tá kroppurin doyr, so doyr høvdið eisini onkuntíð, sigur landsliðsvenjarin. -Eg føldi at her eru stig í hesum dystinum, men hetta er ikki fyrstu ferð, at vit lata trý mál inn upp á so stutta tíð. Tá slíkt hendir, so tapur tú fótbóltsdystir, sigur Lars Olsen. EM undankappingardystur FØROYAR 0 0 RUMENA 0 3 Á TÓRSVØLLI LEYGARDAGIN 12. OKTOBER 2019 KL. 17.00 6 6.5 5 6 7 5.5 6.5 6 5 5.5 GUNNAR NIELSEN HEINI VATNSDAL SØLVI VATNHAMAR KLÆMINT A. OLSEN JÓANNES BJARTALÍÐ ATLI GREGERSEN BRANDUR HENDRIKSSON HALLUR HANSSON VILJORMUR DAVIDSEN RÓGVI BALDVINSSON Andrias H. Eriksen (71.min) Jóan Símun Edmundsson (75.min) Eli F. Nielsen (78.min) 5 5 5 Dómari: Aliyar Aghayev Sjálvsamt at síggja ein so vánaligan dómara til ein lands- dyst. Hann kundi givið rumenum eitt reytt kort, men annars ein vanligur dystur – sum uttan orsøk endaði við heili sjey gulum kortum. 2 Lars Olsen iðrar seg: Eg kundi skift øðrvísi 5 GILLI RÓLANTSSON