mánadagur 14. oktober 2019síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. oktober 2019 · Nr. 118
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
"Eg veit ikki hvar
markið er, men har vil
eg gjarna sleppa til."
- Eliud Kipchoge eftir sítt nýggja heimsmet í marathon
"Operatiónin
eydnaðist, men
patienturin doyði"
Atli Gregersen eftir 3-0-tapið ímóti Rumenia (portal.fo)
Vikan ið fór
Føroyska U19-
kvinnulandsliðið í
fótbólti vinnur 1-0 á
Litava í EM-undan
kappingardysti í
Litava.
Dartsamband
Føroya verður
á aðalfundi í
Rumenia upptikið
sum limur í altjóða
dartsambandinum,
WDF.
KÍ vinnur 3-1 í
útsettum lykladysti
ímóti Víkingi og
tryggjar sær harvið
eina FM-finalu ímóti
B36 í Gundadali í
síðsta umfari.
Føroyska
kvinnulandsliðið
tapir 13-0 ímóti
Noregi í EM-undan
kappingardysti á
Tórsvølli.
Føroyska
manslandsliðið
eltir framvegis
fyrsta stigið í EM-
kappingini eftir 3-0-
tap ímóti Rumenia á
Tórsvølli.
H71 vinnur óvæntað
25-24 á slovenska
í Europa Cup, men
rýkur tó út eftir
31-24-tap í seinna
dystinum.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Aimée Risum Hansen
Aldur: 33 ár
Yrki: Bodyfitness
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1. 2009
2. Jamaika
3. 2011
4. Phil Taylor
5. Molde
6. Slovenia
7. Írlandi
8. Rebekka Benbakoura
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
1
Hvat ár spældi Jóan Símun Edmundsson sín fyrsta dyst
fyri føroyska A-landsliðið?
2 Úr hvørjum landi er heimsins kvikasti sprintari, Usain
Bolt?
3 Hvat ár varð Lars Olsen settur í starv sum føroyskur
landsliðsvenjari?
4 Hvør er einasti dart-spælari í heiminum, sum hevur gjørt
tveir nine-darters í sama sjónvarpsdysti?
5 Í hvørjum norskum felagi var Ole Gunnar Solskjær venjari
hjá Sonna Ragnari Nattestad?
6 Úr hvørjum landi er RK Maribor Branik, sum H71 spældi
ímóti um vikuskiftið?
7 Úr hvørjum landi er B71-venjarin, Christopher
Harrington?
8 Hvussu eitur føroyski landsliðsleikarin á myndini?
Hey Aimée! Tillukku við
gullinum. Hetta er ikki
fyrstuferð tú vinnur
DM í bodyfitness, ha?
- 1000 takk fyri. Nei - í 2017
vann eg eisini DM í mínum
klassa. Eftir at hava havt
eitt lítið tíðarskeið uttan
kappingar, var eg klár til at
royna einaferð enn, og tað
lukkaðist sera væl. Hesaferð
gjørdist eg ikki bara
Danmmarksmeistari, men
eg tók eisini overall. Tá man
vinnur overall, so er mann
best av øllum 1-arunum.
Hvat gekk serliga væl á
veg til gullið hesaferð?
- Jamen, síðan 2017 havi
eg skift venjara, og man
má siga, at tað hevur haft
positiva ávirkan. Onkuntíð
kann tað gott vera gott at
skifta taktikk, har man
verður sæddur við øðrum
eygum. So alt hevur verið
annarleiðis uppá ein góðan
máta.
Greið okkum eitt sindur
frá hvat bodyfitness er?
Bodyfitness er ein grein
innan bodybuilding-
umhvørvið. Man hevur
ein atletiskan kropp við
týðiligum markeringum av
vøddunum, men tó uttan at
tað verður maskulint.
Hvat krevst av
tínum lívsstíli fyri
at vera fremst?
- Ein vilja at vilja tað. Men
eisini eina disciplin. Man
kemur ofta út fyri at skulla
siga nei takk, tá tað kemur til
t.d. sosialar samankomstir.
Men baklandið er alfa omega.
Nú havi eg ein mann, sum
eisini er innan bodybuilding
(hann vann eisini alt innan
hansara klassa til DM), so
hann veit hvat tað krevur.
Hvussu leingi ætlar
tú tær at halda fram
við bodyfitness?
- Nú var hetta triðja kapping
í ár. Eg var til EM í mai og
skal til HM í novembur. So
eg haldi eg at tað er vell fyri
meg. So hevur mann staðið á
teimum størstu scenunum.
Føroyska fjepparafelagið, Skansin, við heilsan til fráfarandi landsliðsvenjaran, Lars Olsen
Myndin hesa vikuna