Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-14, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. oktober 2019síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 14. oktober 2019 · Nr. 118 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... Tað eru fá ítróttarfólk, sum kunnu seta orð á eitt tap við so nógvum kenslum sum Atli Gregersen. 37 ára gamli liðskiparin er altíð garantur fyri eitt litríkt aftursvar, tá tú gert samrøðu við hann. Tað er bæði tá tað gongur væl og tá tað gongur minni væl. Ongantíð havi verið eg verið so kløkkur av í eini samrøðu, sum tá Atli kom brestandi niðan í vestaraskýlið eftir 2-1 tapið móti HB í Gundadali í 24. umfar í landskappingini. “Vit hava ein skræpu dómara, skræpu ljós og ein skræpu vøllur” kom brestandi úr honum. Liðskiparin á landsliðnum er nú blivin 37 ára gamal og eg eri ikki eins kløkkur, nú hann eftir ósigurin móti Rumenia mest sum boðaði frá, at hann gevst á landsliðnum saman við Lars Olsen. Ein liðskipari og annar. Tað eru helst nógvar meiningar um miðverjan, sum ikki er bangin fyri at geva ilt av sær, um tú leggur eftir honum. Hann er skýrdur og seinur ikki góður nokk. Bæði av áskoðarum og landsliðsvenjaranum sjálvum, men hann hevur svarað aftur upp á sín egna hátt. Hann hevur spælt yvir 50 landsdystir og hevur verið við í øllum sigrunum síðani Brian Kerr tíðina. Hann er fimm-faldur steypavinnari og tvífaldur FM-vinnari við Víkingi. Eg veit ikki um Atli broytir meining og tað var øðin, sum fór avstað við honum eftir dystin móti Rumenia, men um hetta verður tað, so kann Atli vera stoltur av síni landsliðsyrkisleið. Hann segði í samrøðuni, at hann kanska fer at verða partur av fiskilandsliðnum í Gøtu, ella rættari sagt á heimaadressuni og um hann er einsamallur, so heldur hann fram sum landsliðsspælari, men í fótbólti. Tað ynski eg honum góða eydnu við, men gott við einum sigri á Malta fyrst – tað hava tú og Lars Olsen uppiborið. Kanska vit uttanfyri kunnu reisa okkum eina seinastu ferð fyri teimum á Tórsvølli?v trondur@sosialurin.fo Atli Gregersen gevst á landsliðnum: Upptakt: Tað er ein vónbrotin liðskiparin, sum kemur í Mixed Zone eftir dyst­ in móti Rumenia. Eftir 74 góðar minuttir endar tað við 3-0 sigri til gest­ir­nar. -Eg eri 37 ár og eri ófatiliga stoltur av at hava spælt á landsliðnum og tað eri eg framvegis, men nú fer Lars Olsen og kanska skal eg bara fara við honum. Vónandi klára teir at spæla til null so, sigur Atli Greger­s­en, sum altíð er góður fyri eina øðrvísi viðmerking. - Tað finst nógvur ítróttur og um eg uppfinni eina fiskikapping í Gøtu og bara eg eri við, og tað er eitt landslið, so hetta ikki seinastu ferð eg eri á einum landsliði, men hetta er mín seinasti landsdystur fyri føroyska fótbóltslandsliðið á heima­vølli. Tað er einki at ivast í tí, sigur liðskiparin á føroyska lands­ lið­num, sum eisini iðrar seg um gongd­ina í løtuni. -Vit byrjaðu á 4.800 áskoðarum og eru nú á 2.400. Nú mugu vit vin­ na týskvøldið, um vit ikki skulu enda niðri á túsund áskoðarum, sigur Atli, sum er til reiðar at takast við Malta. - Tú skal ongantíð vindast í gongd til at spæla ein landsdyst, tí tað er ein heiður. Hjá mær verður tað liðugt øgiliga skjótt liðugt, men tað er týdningarmikið at komandi lands­liðsspælararnir skilja hvussu stór­ur heiður tað er at spæla á lands­liðnum. Tað er tað størsta tú kanst uppnáða sum føroyskur fótbóltsspælari, so vit mugu og skulu reisa okkum. Vit her í Før­ oyum eru von við mótgang, so tað er nú vit skulu vísa okkum og vísa sterkt samanhald, sigur Atli Greger­sen. Í annaðkvøld er Malta á skránni, eftir at vit taptu 2-1 á Malta fyrr í ár. - Eg gjørdi brotsspark móti Malta tá og tað havi eg hoyrt fyri, so tað hevði verið stuttligt at fingið eitt brotsspark hesaferð. Vit kunnu ikki vera favorittar hesaferð, tí Malta tapur bara 1-0 móti Rumenia. Um vit ikki skulu standa eftir við ein­um stórum nullið, so mugu vit reisa okkum, sigur 37 ára gamli Atli Greger­sen. trondur@sosialurin.fo -ÓFATILIGA STOLTUR AV AT HAVA SPÆLT Á LANDSLIÐNUM Atli Gregersen á fiskilandsliðið í Gøtu Tað sigur Atli Gregersen, sum eftir dystin móti Rumenia segðií samrøðu við FM1, at hann væntar at gevast á landsliðnum, tá hendan undankappingin er liðug Tróndur Arge – Tórsvøllur Føroyska liðið hevur fyrrapartin í dag havt sína seinastu venjing undan landsdystinum móti Malta, sum verður í annakvøld. Ongar ábend­ingar komu til venjingina, har spælararnir høvdu eina lætta venj­ing at byrja við og síðani fóru at spæla upp á tvey. Lars Olsen, landsliðsvenjari, sigur at liðið verður sett í morgin. Hetta tí hann ikki veit við vissu, um Brandur Hendriksson og Rógvi Baldvinsson eru klárir frá byrjan. Teir blivu skiftir út í dysti­ num móti Rumenia, men báðir siga seg verða til reiðar undan venjingini í dag. Nógv bendir á, at Jóannes Kalsø Danielsen fær møguleikan, tí Gilli Rólantsson hevur leikbann. Lars Olsen segði á úttøkufundinum, at ungi klaksvíkingurin er vara­ maður hjá Gilla. Venjingin gav ong­ar ábendingar, men vit gita at Jóan­nes Kalsø Danielsen verður við frá byrjan. Spurningurin er bara um tað verður sum høgri bakkur við fýra í verjuni, ella sum vongbakkur í somu spælaskipan sum móti Rumenia. Føroyar er aftast í bólki F við ongum stigi, meðan Malta hevur trý stig eftir sigurin móti Før­ oyum í mars mánaði. Føroyar-Malta Nógv bendir á, at Jóannes Kalsø Danielsen fær møguleikan, tí Gilli Rólantsson hevur leikbann. Tað er enn ógreitt hvussu liðið verður sett, tí ivasamt er hvussu Brandur Hendriksson og Rógvi Baldvinsson eru fyri