týsdagur 15. oktober 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. oktober 2019 · Nr. 119
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Heri Mohr:
Ólegal
iserað
lánorð
s24
Ásvald
Simonsen
60 ár
s20
Tað er fallið ávísum politikar
um í Tórshavnar býráð fyri
bróstið, at vit hava eina skipan
við systkinaavstlátri, har bara
verður goldið fyri tað yngsta.
Hetta er ein skipan, sum sparir
barnafamiljunum rættiliga nógvar
túsund krónur um mánaðin.
Varaborgarstjórin í Havn kallaði
hetta í útvarpinum fyri »eina dára
gerð«, at undanfarna býráð hevði
pádrigið nýggja býráðnum hesa
byrðuna, sum hevur kostað 28 milli
ónir seinastu fýra árini.
Um hetta er hugsanin hjá Tjóð
veldinum, sum eru politiska grund
arlagið undir leiðsluni hjá Fólka
flokkinum í Havn, so stendur ikki
væl til.
Tað er fantastiskt, at vit hava
politikarar, sum hugsa um barna
familjurnar. Tað er fantastiskt, at
nógvar ungar barnafamiljur sleppa
undan at gjalda fleiri túsund krón
ur í dagstovnagjaldi um mánað
in. Løgið um hetta skal vera ein
trupulleiki Tjóðveldinum.
Og at siga tað, at gjaldið heldur
skuldi farið til fleiri pedagogar á
dagstovnunum í Tórshavnar komm
unu hevði verið tað sama sum
at sagt, at foreldur skuldu goldið
gjald fyri børnini gingu í skúla, so
samfelagið fekk ráð til fleiri lærar
ar.
Jú tað er ein uppgáva hjá polit
ikarunum at finna út av, hvussu
fleiri pengar fáast til vega til
skikkað starvsfólk í dagstovnarnar.
Men tað er so sanniliga eisini upp
gávan hjá politikarum at lætta um
hjá barnafamiljunum. Og tað er
altso ikki nóg mikið bara at snakka
um tað. Tað skal handling til. Tað
at fleiri kommunur hava sett í verk
systkinaavsláttur er fantastiskt.
Tað lættir so ómetaliga nógv um
hjá barnafamiljum, sum allar eru
sperdar, tí samstundis sum tað
kostar nógv at hava børn, so eru
flestu
smábarnaforeldur
eisini
sperd av húsakeypi og lánum, út
búgving ella útbúgvingarláni og so
framvegis. Tí kemur tað sera væl
við hjá barnafamiljum, at komm
unur, sum til dømis Tórshavnar
kommuna setir pengar av til
barnafamiljurnar, soleiðis at talið
av børnum í barnagarði ikki skal
tyngja tær meira, um tær hava eitt
barn ella trý ella fýra. Vit vilja øll
so fegin hava fólkavøkstur. Hesin
stuðul fer beinleiðis til at stimbra
fólkavøkstur við fleiri børnum.
Politikkur er raðfestingar. Og
tað er uppgávan hjá politikarum at
raðfesta. Tað vísir seg at vera lætt
at raðfesta nógvar milliónir til be
tong og asfalt og grót. Men tá tað
snýr seg um at pjøssa upp á um
støðurnar hjá teimum, sum varða
av børnum okkara, tað er tað eitt
problem. Um systkinaavslátturin
eisini er eitt problem hjá Tórshavn
ar kommunu, so er lítil vón. Tí tað
skal so avgjørt loysa seg at fáa fleiri
børn!
FLEIRI BØRN EINGIN DÁRAGERÐ
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari
Hallur av Rana
hallur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Øtast um vantandi
javnstøðu í Føroyum
– Støðan í Føroyum vísir okkum, at tað
ongastaðni má slakast í javnstøðulógini, siga
kvinnurnar í íslendska Framsóknarflokkinum
Eirikur Lindenskov
Kvinnurnar í Framsókn
arflokkinum í Íslandi hava
havt landsfund um viku
skiftið. Hetta er 19. lands
fundur hjá kvinnunum í
Framsóknarflokkinum,
og á skránni hesaferð var
millum annað vánaliga
kvinnuumboðanin í lands
stýri og á Løgtingi í Fø
oyum.
Fleiri samtyktir vórðu
gjørdar á landsfundinum,
men evnið snúði seg um
støðuna hjá kvinnum í
nútíðarsamfelagnum. Ein
niðurstøðua snúði seg
eisini um at heita á pol
itisku flokkarnar í Før
oyum um at taka javn
støðuspurningin í nógv
størri álvara við fleiri
javnstøðutiltøkum. Og her
gjørdu
kvinnurnar
í
Framsóknarflokkinum
eisini vart við, at í nýggja
Løgtinginum í Føroyum
eru bara 24% prosent
kvinnur. Í niðurstøðuni
frá fundinum stendur
millum annað:
»Í nýggju stjórnini í
Føroyum fall kvinnuum
boðanin úr fýra niður í
eina kvinnu. Kvinnur eru
helmingurin av fólkin
um, og tað eigur at síggj
ast aftur í kommunu
stýrum, á tingi og í
landsstýri fyri at endur
spegla veruleikan. Støð
an í Føroyum vísir okk
um, at tað ongastaðni má
slakast í javnstøðulógini«,
verður
millum
annað
staðfest í niðurstøðuni
frá landsfundinum hjá
kvinnunum í Framsókn
arflokkinum í Íslandi.
Mæla til varsemi
í Barcelona
Føroyingar, sum ferðast í
Barcelona í hesum døg
um, skulu vísa størsta
varsemi. Tað er ófriðar
ligt í býnum og tað gong
ur hart fyri seg, eisini á
flogvøllinum.
Danska uttanríkisráð
ið vísir á, at tað eru mót
mælisgongur fleiri staðni
í Barcelona, eisini á sjálv
um flogvøllinum og tey
heita á fólk um at halda
seg burtur frá mótmælis
gongunum.
Mótmælini kunnu eis
ini ávirka ferðsluna, eis
ini flogferðsluna og eitt
verður á ferðafólk um at
gera eftir leiðbeiningun
um frá ferðafólki.
Mótmælini eru kyknað
upp í Barcelona í kjalar
vørrinum á, at fleiri polit
iskir leiðararar eru dømd
ur fyri at stríðast fyri
sjálvræðið í Katalonia.
Barcelona er eitt væl
umtókt ferðamál hjá før
oyingum, og Atlantsflog
hevur regluliga flúgving
upp
á
Barcelona.
Og
beint nú er eitt flogfar
hjá Atlantsflog við at
lenda í Barcelona við
ferðafólki úr Føroyum.
Tað er ein politisk
uppgáva at lætta um
hjá barnafamiljum
Ísland: