týsdagur 15. oktober 2019síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 16. oktober 2019 · Nr. 119
Rektari til Glasir
Hevur tú hugsjónir um skúlaskap, serliga
við atliti at breiddini í miðnáms-
útbúgvingum og ynskir at slóða fyri
fakligari og námsfrøðiligari menning
innan økið, so ert tú leiðarin, sum vit leita
eftir at føra Glasir víðari inn í framtíðina.
Tú hevur nú møguleikan at bjóða teg
fram til avbjóðandi leiðarastarv sum
rektari á Glasi, ið hýsir bæði yrkisligum
og gymnasialum miðnámsútbúgvingum,
umframt hægri undirvísingarvirksemi.
ÁBYRGD OG UPPGÁVUR
Rektarin hevur ábyrgdina av øllum
virksemi skúlans mótvegis
landsstýrismanninum, og er dagligi
leiðari skúlans. Rektarin hevur ovastu
leiðsluábyrgdina av øllum virkseminum í
skúlanum, herundir fakliga,
námsfrøðiliga, umsitingarliga og
fíggjarliga ábyrgd. Rektarin skal tryggja,
at uppgávur verða loystar á einum
høgum fakligum støði, umframt saman
við Uttanríkis- og mentamálaráðnum
tryggja, at útbúgvingar skúlans,
undirvísing og mannagongdir eru í
samsvari við nútímans og altjóða krøv.
Rektarin skal mynda Glasir á ein
sannførandi hátt og virka fyri góðum og
mennandi arbeiðs- og lestrarumhvørvi,
har ymsu útbúgvingarnar fáa hóskandi
og javnbjóðis umstøður at virka undir.
Rektarin skal samansjóða
starvsfólkahópin og tryggja gott samstarv
við allar partar og skal somuleiðis virka
fyri góðum samstarvi við aðrar skúlar,
vinnuna, myndugleikar o.o. Saman við
Depilsráðnum skal rektarin skipa
karmarnar fyri yrkisfakligu
útbúgvingunum og inntøkufíggjaða
virkseminum í skúlanum. Rektarin skal
leggja fíggjarætlan stovnsins og skipa
ein skynsaman rakstur við neyvari
fíggjarstýring. Rektarin setir í starv og
loysir úr starvi leiðarar, lærarar og onnur
starvsfólk í skúlanum.
PERSÓNURIN
Rætti persónurin til rektarastarvið skal
hava hug og hegni at leiða og skal kenna
egnar dygdir og avmarkingar. Tað er
týdningarmikið, at rektarin hevur evni og
vilja at samstarva og samskipa, men
samstundis styrkina at kunna standa
eina í mótstøðu, uttan at missa
fótafestið. Starvið krevur, at tú skjótt
dugir at skapa tær eitt yvirlit í skiftandi
støðum og megnar at røkka settum
málum. Tú skalt vera framskyggin og
hava evni og áræði at ganga nýggjar
leiðir. Tú skalt hava góð evni at sjóða
saman fólk og við einum stimbrandi
leiðsluhátti at birta eldhuga millum hesi.
Tú skalt síggjast í starvinum og skapa
virðing og trivnað innanhýsis millum
starvsfólk og næmingar, umframt
uttanhýsis við samstarvspartar o.o.
Umráðandi er at skapa trúvirði, vera
álítandi og duga væl at lýsa egin
sjónarmið. Tú skalt evna innliving og
virðing fyri hugskotum og sjónarmiðum
hjá øðrum.
FØRLEIKAR OG ROYNDIR
Tað er eitt krav, at rektarin hevur:
•
viðkomandi útbúgving frá hægri
lærustovni
•
royndir og førleika at undirvísa
•
leiðslu- og fyrisitingarligar royndir.
Leiðsluútbúgving og innlit í
broytingarleiðslu er ein fyrimunur
•
góð evni at skapa trivnað og menna
starvsfólk
•
góð evni at samskifta og orða seg á
føroyskum, skandinaviskum og
enskum
SETANAR- OG LØNARTREYTIR
Starvið er flokkað samsvarandi 39.
lønarflokki sambært Felag
Tænastumanna Landsins, tó uttan at
vera tænastumannastarv. Lønin er í
løtuni kr. 59.368,03, umframt 15 % í
eftirløn um mánaðin.
UMSÓKN
Umsókn við CV, prógvum o.ø. skal
sendast til:
Uttanríkis- og mentamálaráðið
Tinghúsvegur 5-7
Postsmoga 3279
110 Tórshavn
Ella sum t-postur til mmr@mmr.fo
Umsóknin skal vera Uttanríkis- og
mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi
sunnudagin 10. november 2019. Starvið
verður sett 1. januar 2020 ella eftir nærri
avtalu. Nærri upplýsingar um starvið
kunnu fáast við at venda sær til Poul
Geert Hansen, aðalstjóra í Uttanríkis- og
mentamálaráðnum, á tlf. 555010 ella
t-post PoulGeertH@mmr.fo
Glasir er Føroya størsti útbúgvingarstovnur við yvir 1.500 næmingum og 250 starvsfólkum. Flestu næmingar ganga á
gymnasialt miðnámi og á yrkisrættað námi. Harumframt bjóðar Glasir eina røð av útbúgvingum á hægri námi. Sí
heimasíðu skúlans www.glasir.fo