týsdagur 15. oktober 2019síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. oktober 2019 · Nr. 119
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
– At eitt amerikanskt krígsskip vitjar í
Føroyum, hevur nakað við Arktiska økið
at gera. At tað har um nøkur ár verður
ein nýggj siglingarleið, ger eisini, at økið
við Føroyar er áhugavert. Stórveldini
Russland og Kina eru eisini áhugaðar
í økinum, sigur Jens Christian Svabo
Justinussen, ph.d., útbúgvingarleiðari
og lektari í samfelagsvísindum á Søgu-
og samfelagsdeildin á Setrinum
Frants Jensen
frants@sosialurin.fo
Mánadagin skrivaðu vit um
amerikanska
oyðaran
USS
Donald Cook, sum var á Runa
vík í seinastu viku. Skipið og
manning vóru á sjarmusókn
og royna at knýta nýggj sam
bond við londini í norðurat
lantshavi.
– Endamálið við vitjanini er
at møta fólki og síggja ment
anina, men eisini at knýta
tættari bond millum USA og
danska kongaríkið, segði Kelly
T. Jones, skipari við USS Don
ald Cook.
Hon váttaði eisini, at Arkt
iska økið er spennandi, og at
amerikanarar
hava
stóran
áhuga í tí.
Stuart A. Dwyer, varaleiðari
á amerikansku sendistovuni í
Danmark, var eisini komin úr
Danmark til Føroya fyri at
hitta politikarar, leiðarar og
embætisfólk í Føroyum.
– Krígsskipini vitja í ymisk
um londum, og hendan vitjan
in er ein partur í tí at fáa tætt
ari
samband
við
danska
kongaríkið. Vit ynskja at fáa
nýggj vinaløg, segði Stuart A.
Dwyer.
Løgmaður, Bárður á Steig
Nielsen helt tað vera Arktiska
økið, ið var ein av høvuðsor
søkunum til vitjanina.
– Vitjanin vísir, at økið, her
vit eru, er áhugavert. At teir
koma
eina
sjarmuoffensiv,
eiga vit at nýta rætt og tryggja,
at vit eisini vera við í tí, sum
hendir uppi í Arktis í framtíð
ini, segði Bárður á Steig Niel
sen, løgmaður.
Stórveldini áhuga í Arktis
Jens Christian Svabo Justinus
sen vísir á, at Arktiska økið er
sera áhugavert.
– Ísurin bráðnar við Arktis,
og tað gevur nýggjar siglingar
leiðir. Tað er longu siglandi har
nakrar mánaðir um summarið
og einaferð í framtíðini – vit
vita tó ikki nær – verður økið
ísfrítt og tað verður siglandi
alt árið. Hetta broytir støðuna
í øllum heiminum, og stórveld
ini eru áhugað at hava ræði í
økinum, sigur lektarin á setri
num.
Hann vísir eisini á, at tá ið
økið verður frítt fyri ís, so
verða nógvir aðrir spennandi
møguleikar.
– Økið letur upp fyri nøkr
um møguleikum, ið ikki vóru
har áður. Millum annað ráevni
sum olja, gass, málmur og nógv
annað. Vit vita heldur ikki
hvussu tað er við fiskiríkidømi
í Arktis. Loftrúmið hevur eis
ini stóran áhuga, sigur Jens
Christian Svabo Justinussen.
GIUK Gap
Sjálvt um vit í Føroyum kunnu
halda, at vit eru langt burtur
frá landnyrðingsleiðini, sum
siglingarleiðin um Arktis ofta
verður kallað, so eru Føroyar
tó hernaðarliga sera týdning
armikið øki.
– Í altjóða høpi verður ofta
tosað um GIUK Gap – hetta er
ein stytting fyri økið millum
Grønland, Ísland og Stóra
Bretland og holið ella sjógvur
in millum hesi londini. Vit vita,
at hetta økið var áhugavert
undir seinna heimsbardaga og
kalda krígnum. Men tað er enn
meira áhugavert, nú ein full
komiliga nýggj siglingarleið
verður í økinum í framtíðini.
Vit vita, at tann, ið hevur eftir
lit við økinum eisini hevur
styrki. Tí hevur økið hernaðar
liga sera stóran týdning, sigur
Jens Christian Svabo Justinus
sen.
Hann vísir á, at tá ið siglandi
verður alt árið, fer ein stórur
partur av skipaferðsluni at
sigla gjøgnum hetta økið, og
tað fer eisini at merkja mun
andi fleiri skip um okkara leið
ir. Tí fer tað eisini at ávirka og
fáa stóran týdning fyri Føroy
ar og føroyska sjóøkið.
Donald Trump
– Eg skilji tey amerikansku
áhugamálini í Føroyum og í
danska kongaríkinum sum ein
háttur at fáa gott sambandi
við londini í ríkisfelagsskapin
um út frá øllum tí, ið hendir í
Arktis. Út frá teirra sjónarmiði
er best, um eitt stórveldi sum
USA kann hava gott samband
við Danmark og londini í ríkis
felagsskapinum, og at fáa tey
við upp tað ístaðin fyri at
troka seg inn, sigur Jens
Christian Svabo Justinussen.
Hann heldur tó, at Grøn
landi hevur størri týdning enn
Føroyar í hesum samanhangi,
men at Føroyar tó eisini hava
stóran áhuga.
– Vit síggja áhugamálini hjá
USA í økinum, tá ið Donald
Trump ynskir at keypa Grøn
land – sjálvt um tað varð gjørt
eitt sindur knortlut. At amer
ikanarar heldur koma at vísa
fram eitt krígsskip í Føroyum
og royna at fáa samband við
politikarar og stjórnina og
leiðandi persónar annars í
landinum er ein annar háttur
at fáa ávirkan í økinum, sigur
lektarin á Setrinum. Russland
hevur eisini áhuga í Føroyum.
Hann vísir á, at fyrr í ár var
eitt russisk herskip í føroysk
um sjóøki norðanfyri í Føroy
um. Tað endaði við, at danska
sjóverjan
fylgdi
tí
út
úr
føroyskum øki.
Liður í stórari ketu
Jens Christian Svabo Justinus
sen vísir á, at stórpolitiskt
munar tað ikki so nógv, hvat
ein lítil tjóð sum Føroyar sigur
í hesum sambandi.
–
Spurningurin
er,
um
Føroyar
hevur
nakað
val
yvirhøvur. Um tað verður ein
spent støða millum stórveldini,
so ger tað næstan tað sama,
um vit ganga mótmælisgongu.
Teir koma kortini. Vit eru bara
ein liður í eini stórari ketu. Eg
trúgvi ikki, at vit hava nakra
ávirkan. Og tað er eisini ein
spurningur, um tað riggar at
vera uttanveltaður, sigur Jens
Christian Svabo Justinussen.
Hann vísir tó á, at nógv er
broytt í Føroyum, tá ið eitt
krígsskip kemur til Føroyar í
Jens Christian Svabo Justinussen, ph.d., útbúgvingarleiðari og lektari í
samfelagsvísindum á Søgu- og samfelagsdeildin á Setrinum
Mynd: Álvur Haraldsen
STÓRVELDINI ERU
ÁHUGAÐ Í ARKTIS
EISINI Í FØROYUM