týsdagur 15. oktober 2019síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 16. oktober 2019 · Nr. 119
TÍÐINDI
Arktis
Arktis er eitt ómetaliga
stórt øki, ið fevnir um 30
milliónir ferkilometrar.
Fýra milliónir fólk búgva
á økinum. Økið fevnir um
partar av Kanada, USA,
Russlandi, Finnlandi,
Noregi og Svøríki, og
harumframt Grønland,
Ísland og Føroyar
Arktis verður lýst á ymsan hátt.
Landafrøðiliga
verður
lýsingin
ofta avmarkað til økið norðan fyri
pólkringin, ella har ið markið
gongur suður til øki við perma
frost, ella har miðalhitin í juli er
í mesta lagi 10 hitastig. Men tá
ið politiska samstarvið er um at
røða, fevnir Arktis í roynd og veru
um øll londini og fólkini á
norðurleiðum, m.a Føroyar. Sum
sæst á myndini, gongur politiska
markið, sum brúkt verður í Arkt
iska Ráðnum, suður um Føroyar.
Nýggju siglingarleiðirnar
Veðurlagsbroytingarnar hava við
sær, at tað verður gjørligt at sigla
norður um Russland og Kanada
munandi størri part av árinum
enn nú. Sum frá líður fer væntandi
eisini at bera til at sigla frá Kyrra
havi tvørtur um Norðpólin til
Norðuratlantshav.
Við nýggju siglingarleiðunum
ber til at spara tíð og brennievni,
samstundis sum CO2útlátið mink
ar.
Frástøðan millum Rotterdam
og Yokohama minkar við sløkum
40 prosentum í mun til núverandi
leiðirnar gjøgnum Suezveitina,
Adenflógvan og Malakkafjørðin.
Føroyar liggja væl fyri, bæði í
sambandi við beinleiðis norður
leiðina og við vestara munnan á
landnyrðingsleiðini,
ið
verður
mett at vera tann siglingarleið,
sum fær størstan týdning kom
andi árini. Skipaferðslan er longu
nú økt á havleiðunum kring Før
oyar, og væntast kann, at ferðslan
økist munandi komandi árini. At
virksemið økist á einum stórum
øki, har ið nógvir vandar kunnu
gera seg galdandi, krevur trygd og
tilbúgving á hægsta stigi, bæði við
atliti at trygd hjá fólki og um
hvørvisvernd.
(Brot úr faldara “Føroyar – eitt
landi í Arktis”, sum
Uttanríkistænastan á
Løgmansskrivstovuni gjørdi í 2013,
har støðan hjá Føroyum varð lýst
í mun til Arktis)
dag, í mun til, tá ið eitt krígsskip kom
til Føroya undir kalda krígnum.
– Móttøkan er ein heilt onnur í dag, í
mun til, tá ið amerikanska krígsskipið
McCloyd kom til Føroyar í 1987. Tað sig
ur nakað um, at støðan í Føroyum eis
ini er broytt nógv, sigur hann.
USS McCloy vitjaði í Havn í juli í
1987. Tá var mikið rumbul av tí. Søgur
gingu um, at skipið hevði kjarnorku
vápn umborð. Fríu Føroyar mótmælti,
at eitt tílíkt skip ikki skuldi koma til
Føroya. Millum annað Tjóðveldisflokk
urin, sum hann at tá, var harðliga ímóti
hesi vitjanini og sera virkin í mót
mælistiltøkunum.
Kina og Russland
Útbúgvingarleiðari og lektari í sam
felagsvísindum á Søgu- og samfelags
deildin á Setrinum vísir á, at í dag eru
tað ikki bara USA og Russlandi, ið eru
stórveldi.
– Kina er í dag eisini eitt stórveldi,
og eitt sindur aftanfyri eru lond sum
India, Japan og Korea, sum eisini
kunnu gerast stórveldi í framtíðini. Tá
ið kalda kríggið endaði í 1990/91 og
fram til umleið 2005 var støðan í
heiminum ikki so spent. Men nú eru
Kina og Russland vorðnar sterkari, og
tað tvingar USA innaftur at vísa styrki.
Støðan í Stillahavinum er nakað
tann sama.
– USA gavst við at hava herstøðir á
nøkrum av oyggjunum í Stillahavinum.
Men nú royna teir at koma inn aftur
og fáa ávirkan. Kina og Russland hava
eisini áhuga í økinum. Støðan er vorðin
eitt sindur meira spent seinnu árini,
sigur
Jens
Christian
Svabo
Justinussen.
Ónd ringrás
Hann vísir á, at USA vil ikki hava fígg
indar at vera ov nær teirra egna landi,
og tí ræður um at hava vinir rundan
um seg.
– Tað er eitt trygdarpolitiskt tví
støða. Eitthvørt land hevur rætt og
skyldu at verja seg. Men tað kann eisini
fatast sum ein hóttan, og so fara onnur
lond at dubba seg. Tað er vandi fyri, at
ein ónd ringrás fer í gongd, har fleiri
partar fara at dubba seg. Tí er tað týdn
ingarmikið við dialogi, tað kann avleiða
tvístøðurnar, sigur Jens Christian
Svabo Justinussen.
GIUK Gap. Ein stytting fyri økið millum Grønland, Ísland og Stóra Bretland og holið
ella sjógvin millum hesi londini. Landnyðringsleiðin fer gjøgnum hetta økið.
(Mynd úr faldara “Føroyar – eitt landi í Arktis”, Uttanríkistænastan)
Siglingarleiðir um Arktis
(Mynd úr faldara “Føroyar – eitt landi í Arktis”, Uttanríkistænastan)
OG
Krígsskipið USS Donald Cook lá á Runavík í síðstu viku
Mynd: Álvur Haraldsen