Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. oktober 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. oktober 2019 · Nr. 119 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Uppboðssøla ikki partur av lógini um sjófeingi Uppboðssøla verður ikki partur av fiskivinnuskipanini, kemur uppskotið sum er til hoyringar gjøgnum tingið Arni Gregersen - Harðliga var funnist at stór­ um pørtum av nýggju lógini um fyrisiting av sjófeingi, sum undanfarna samgonga fekk gjøgnumførda. Hvassastu atfinningarnar vóru vendir móti upp­boðs­søl­ uni av rættindunum at fiska ávís­ar nøgdir. Hetta liggur tí eisini framm­ arlaga í uppskotinum, sum Jacob Vestergaard, lands­ stýris­maður, hevur sent til hoyr­ingar. Í viðmerkingunum stendur: Høvuðsbroytingin við hes­ um lógaruppskoti er, at farið verður frá árligu uppboðs­ sølunum av rættindum, og at tey rættindi, sum undanfarin ár longu eru seld á uppboði sum miðal og lang­tíðar­rætt­ indi, nú vera umløgd til egnar kvot­ur við 10 ára upp­sagn­ar­ freist. Harvið fær vinnan trygg­ar karmar at skipa sín fiski­skap. Í lógaruppskotinum verður lagt upp til, at umleggingin frá uppboðssølu verður gjørd so skjótt sum til ber. Tað er tí soleiðis, at tey rættindi, sum eru seld sum trý- ára ella átta-ára loyvir, fram­ veg­is skulu lúka tær gjalds­ treyt­ir, sum standa í lógini, men eftir at tíðarskeiðið, sum rættindini eru keypt til er farið, so verða rættindini um­ løgd til vanligar eginkvotur við teimum treytum, sum fylgja við har. Kvotasøla í 2020 Viðvíkjandi svartkjafti, makr­ eli og norðhavssild verður ein síðsta uppboðssøla í 2020. Samgonguskjalið ásetir, at pro­sentparturin av eitt ára rætt­ indum av svartkjafti, makr­eli og norðhavssild, sum í 2019 vóru seld á uppboði, verð­ur saman við menn­ingar­kvot­un­ um samlaður og býttur í tveir lutir. Harav skal annar luturin setast av til at bjóða út sum langtíðarloyvi við 10 ára upp­ sagn­arfreist, ímeðan hin verð­ ur tøkur til royndar – og ver­ andi menningarkvotur. Lagt er tó upp fyri, at tann parturin, sum verður boðin út, ikki má vera størri enn tann parturin, sum var boðin út í 2019. Uppskotsstillarin sigur, at sam­anumtikið verða við hesum uppskotinum fyrilit tik­in fyri teimum, sum eru í vinn­uni, tá ið lógin kemur í gildi. Tey sum hava rættindir fáa trygg langtíðarloyvir at virka undir og varðveita teirra part av heildarkvotuni, sum ikki verður boðin út. Tey fáa eisini lut í hækking­ un­um í kvotunum, sum møgu­ liga verða í 2020. Knýtt at stálinum Í lógini um fyrisiting av sjó­ feingi eru rættindini latin per­ sóni ella felag og eru ikki knýtt at ávísum skipi. Við øðrum orð­um eru tey leys frá stálin­ um. Hetta verður broytt við broyt­ ingaruppskotinum. Frameftir vera øll veiði­rætt­ indi knýtt at eigara av ávísum fiski­fari. Loyvisskipanin verður broytt samsvarandi, so at tað frameftir vera tvey sløg av loyvum: Veiðiloyvi og fiskiloyvi. Veiðiloyvi er góðkenning av ávís­um fiskifari at reka vinnu­ ligan fiskiskap undir før­oysk­ um flaggi. Tað er ein góð­kenn­ ing, sum eigarin av ávísum fiskifari fær. Veiðiloyvið fylgir skipinum. Eitt skip kann bert hava eitt veiðiloyvi, men kann hava fleiri fiskiloyvi. Fiskiloyvi er tann rættur, sum eigari av ávísum fiskifari fær at veiða av ávísum livandi tilfeingi á ávísum leiðum fyri eitt ávíst fiskiár í senn. Fiskiloyvi er tað sama, sum vit kenna tað frá verandi lóg. Við hesum kann ein siga, at veiðiloyvi gevur atgongd til vinnu­ligan fiskiskap undir før­ oyskum flaggi yvirhøvur, með­ an fiskiloyvi er meira neyvt og gevur atgongd til ávís­an fiski­ skap. Veiðiloyvi verður latið eig­ ara av fiskifari til ávíst fiskifar. Treytirnar fyri at fáa veiði­ loyvi er: 1. at eigarin hevur ræði á rættindum at veiða sambært hesi lóg 2. at eigarin lýkur skal lúka treytirnar um kapital og eigaraviðurskifti 3. at fiskifarið er skrásett í skipaskránni ella farskránni, sambært løgtingslóg um skráseting av skipum 4. at fiskifarið hevur siglingarloyvi frá avvarðandi føroyskum myndugleika 5. at fiskifarið ikki er skrásett á lista hjá økisbundnum fiskiveiðifelagsskapi, sum far, ið hevur framt ólógligan, ófráboðaðan ella óskipaðan fiskiskap ella sum hevur stuðlað slíkum fiskiskapi. Eftir lógaruppskotinum verð­ ur veiðiloyvi eisini ein treyt fyri at kunna útvega sær nýggj fiskirættindi, avhendað frá øðrum. Uppskotið um broyting­ar­n­ ar liggur til hoyringar og hoyr­ ings­freistin er 18.oktober. Nú verða rættindini aftur knýtt at stálinum. Uppboðssølur verður ikki partur av nýggju lógini. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur sent uppskotið til hoyringar.