týsdagur 15. oktober 2019síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. oktober 2019 · Nr. 119
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HEILSA
Vilmund Jacobsen
Hin dementi kann spyrja,
hvør tú ert, og tú kanst
rokna við, at hesin spurn
ingurin
verður
settur
fleiri ferðir – og oftari enn
tú heldur, at tað er stutt
ligt.
Men, tað er eingin
vegur uttanum.
Gloymska er høvuðs
eyðkennið við demens,
og tí noyðist tú at svara
við sama eldhuga, um tað
so er tjúgundu ferð, tú
verður spurdur.
Tá hetta er sagt, eru
kortini nógvir møguleik
ar, sum kunnu gera, at tú
fært eina hugnaliga løtu
saman við tí dementa.
Løtan kann eisini gerast
eitt
tiltrongt
andar
hol í einum strævnum
gerandisdegi,
um
tú
fylgir góðu og einføldu
ráðunum hjá Else Han
sen, sum er demensfak
ligur ráðgevi hjá Alz
heimerfelagnum.
Stemningurin
Else Hansen sigur, at tað
týdningarmiklasta
er
stemningurin, og tí eigur
tú ikki at sita á kantinum
á stólinum og signalera,
at tú skjótt fer avstað
aftur.
- Tað er ikki serliga
hugnaligt, og slíkt merkir
ein persónur, sjálvt um
viðkomandi er dementur.
Heldur eigur tú at skapa
ein heimligan stemning
sum vísir, at tú tekur
tær av løttum hesa løtu,
meðan tú vitjar.
Vitjar tú ofta, og tað
eitt nú er hjúnarfelagin,
sum er futtur á røktar
heim, kann tað vera eitt
gott hugskot at hava
nøkur ting tær, tá tú fert
á vitjan, eitt nú binditing
ella dagbløð.
- Tað er jú eisini í lagi, at
tit gera ymiskt hvør sær,
so leingi kenslan av at
vera saman framvegis er
har, sigur demensfakligi
ráðgevin.
Stimbra sansirnar
Sambært Else Hansen er
tað eitt gott hugskot at
minnast til sansirnar, tá
tú hevur við fólk, ið eru
rakt av demens, at gera
– serliga, um tað kemur
tann dagur, har eingi orð
eru ella, har hin dementi
verður ógvuliga passivur.
- Nógvum dámar væl
tónleik, sum jú bæði kann
skapa gleði og ró, og tað
eru nógv dømi um dement
fólk, sum ikki longur tosa,
men sum kortini kunnu
syngja. Orsøkin er, at
tónleikur verður lagraður
á øðrum staði í heilanum
enn talaðu orðini.
Hvat slag av sangi best
er at syngja, noyðist tú at
royna, áðrenn tú veitst
tað. Um tað fellir náttúr
ligt, ber eisini til at dansa
við einum dementum.
Else Hansen vísir á, at
kropsligt samband hevur
stóran týdning – líkamik
ið, um fólk eru dement
ella ei.
Er talan um ein persón,
tú kennir væl, ber eisini
til at skapa eina góða løtu
við at geva tí dementa eitt
fótabað, eina avmarkaða
mýking – ella bara greiða
hárið hjá tí dementa.
- Hetta skal ikki gerast
sum røkt, men bara sum
ein løta, har hugni og
vælvera eru í hásæti. Tað
týdningarmiklasta
er,
at hetta fellir náttúrliga,
soleiðis at bæði tú og hin
dementi
njóta
løtuna,
sigur Else Hansen.
Hugnaligir aktivitetir
Um tú heldur tað vera
lættari at varðveita hvíl
andi løtuna, um tú og
hin dementi gera okkurt
saman, so er tað sjálvsagt
eisini ein møguleiki. Ein
asta, tú eigur at hugsa
um, er, at alt fer fram á
einum støði, har hin de
menti kann fylgja við.
-
Flestu
menniskju
dáma at føla seg nyttug,
og tað er eisini deiligt at
gera ymisk húslig ting
saman, og hin dementi er
førur fyri hesum og hev
ur hug til tess.
Else Hansen, demens
fakligur ráðgevi, sigur,
at ein møguleiki er at
leggja klæði saman við
tí dementa – væta urta
pottar, turka støv ella
gera eina blómusamling
saman.
- Í slíkum føri eigur tað
ikki at fylla nakað, um tað
kanska gongur eitt sindur
seint – ella, um hetta ikki
verður gjørt júst soleiðis,
sum tú kundi hugsað tær,
at tað verður gjørt.
Ein annar máti er at
spæla spøl saman - ella
leggja eitt putlispæl - men
tá er neyðugt, at talan er
um einføld spøl og ein
faldar reglur í spælinum.
- Tað týdningarmesta
er, at tað er stuttligt, og at
nærvera og samvera eru í
hásæti.
Else
Hansen
sigur,
at um tann, tú vitjar, er
mobilur, kann tað eisini
vera eitt gott hugskot at
ganga ein túr. Náttúran
virkar
avstreingjandi,
og fólk við demens fáa
líka so gott av at ganga í
náttúruni sum onnur.
Á einum slíkum túri
kann
snakkast
um
tað, sum er at síggja á
túrinum, og er hin de
menti vanur við at ferð
ast í býnum, kann vera
skilagott at ganga júst
hesa leið.
At sita á einum bonki,
eta ein ís saman og hyggja
eftir fólki, sum ganga
fram við, kann eisini
geva
hinum
dementa
eina góða kenslu, men
her eigur tann, sum er
við, eisini at ansa eftir, tá
troyttleiki hjá tí dementa
byrjar at vísa seg.
- Tað hevur týdning at
hava eina góða uppliving
– heldur enn eina langa
uppliving, sigur demens
fakligi ráðgevin.
Børn og djór
Eru børn ella djór í
familjuni, kann tað vera
eitt hugskot at taka hesi
við á vitjan, tá børn og
djór sum oftast vekja hug
til bæði at fáa og geva
umsorgan.
- Børn hava í flestu
førum eitt størri hug
skygni enn vaksin, og
tey hava eisini betri hug
flog. Tí snakka tey ofta
eisini meira ótarnað við
fólk, sum eru rakt við de
mens. Teirra beinleiðis
máti at vera upp á og
teirra nærvera kann vera
til stóra gleði fyri hin
dementa. Hvørki børn
ella djór hava ein hóp
at væntanum. Tey eru
í nú’inum – júst á sama
hátt, sum ein dementur
er, sigur Else Hansen.
Góð ráð
Her eru nøkur góð ráð til
samtaluna -
• Ikki rætta hin de
menta, um viðkomandi
sigur okkurt, sum ikki
er rætt. Einki mennisk
ja tímir at vera rætta
alla tíðina. Líða fólk
av demens, kunnu tey
gerast í villareiði, iva
og óð. Spyr heldur um
tað, sum viðkomandi
fortelur.
• Um hin dementi ikki
kennur teg, kanst tú
hjálpa
viðkomandi
ávegis.
• Tú eigur ikki at seta
spurningar, sum kreva
stutttíðarminni, tí fólk
við demens hava oftast
vánaligt stutttíðarmin
ni.
• Snakka um tað, sum
liggur beint fyri, um
tað er trupult at finna
upp á okkurt at siga -
um matin, veðrið ella
innrættingina.
Ein
myndamappa
kann
eisini vera ein góð
hjálp.
• Ver skemtingarsamur.
Var persónurin, sum
nú
er
dementur,
skemtingarsamur, er
viðkomandi tað helst
framvegis.
Kelda: www.helse.dk
Tá tú vitjar onkran í familjuni, sum er raktur av
demens, kann hetta kennast sum ein ávís avbjóðing. Tú
kanst skjótt koma at føla, at tú ikki ger annað enn at
endurtaka teg sjálvan. Men, við nøkrum fáum amboðum
kanst tú gera vitjanina bæði hugnaliga og gevandi
GÓÐ RÁÐ
TÁ TÚ
VITJAR
FÓLK VIÐ
DEMENS
- Tað hevur týdning at hava eina góða uppliving saman við tí dementa heldur enn eina
langa uppliving, sigur demensfakligi ráðgevin, Else Hansen, demensfakligur ráðgevi