Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-15, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. oktober 2019síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. oktober 2019 · Nr. 119 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Stutt eftir, at borgarstjórin í Eiðis kommunu, Jógvan í Skor­ ini, hevur sett Heyst­fagn­aðin á Eiði við neystið hjá Nielsi Emil á middegi leygardagin, verður farið í holt við at fletta eina kúgv Eysturi á Hamri, sum eisini er á bryggjuni á Eiði. Tað plagar at savna nógv fólk, tá kúgvin verður flett, og hetta tiltak er eisini eitt av hæddar­punktunum á Heyst­ fagn­aðinum. Skráin fyri Heystfagnaðin á Eiði byrjar annars longu í dag, mikudagin, 16. oktober, tá heystgudstænasta verður við barnavinarligum íkasti frá Jon­ hardi Jógvanssyni. Gudstænastan verður í Eiðis kirkju klokkan 17.30, og eftir gudstænastuna bjóðar Karmel á Eiði øllum til hugnaliga sam­ veru við grýturætti. Fyrilestrar Hósdagin, 17. oktober, sum er í morgin, verða forvitnisligir fyri­lestrar í mentanarhøllini í skúla­num. Klokkan 18.30 fer Heini Mohr Hermansen at greiða frá, hvussu tilber at fylgja sínum seyði. - Spora er vælegnað til at fylgja seyðinum. Við at brúka GPS og oyramerkir við blue­ tooth í, er møguligt at fylgja seyði­num, bæði heima á teldu­ni og um fartelefonina, siga fyri­reik­ararnir av Heyst­ fagnað­i­num. Hóskvøldið klokkan 19.30 fer Bogi Mouritsen at greiða frá um whiskey-brygging í Før­oyum, og klokkan 20.30 fer Eyðfinn Magnussen, sum í nøkur ár hevur skrásett tøl fyri skotnar harur, at greiða frá um haru og haruveiði. Fríggjadagurin Skráin fyri fríggjadagin byrjar klokkan 15, tá Loranstøðin fer at hava opið hús, og ymiskt verður á vøllinum í Hólmanum, har eitt nú spælarar úr betri lið­unum hjá kvinnum og monn­um fara at spæla ímóti børnum. Á vøllinum í Hólmanum verður eisini hestaríðing, og inni í húsinum verður fjøltalv við Rógva Egilstoft Nielsen, har børn og vaksin hava møgu­ leikan at bjóða av. Seinnapartin fríggjadagin og fríggja­kvøldið verða ymiskar sølu­framsýningar. Pallborðsfundur Fríggjakvøldið frá klokkan 18 til 20 verður mentanarhøllin í skúlanum karmur um ein for­ vitnisligan pallborðsfund, har Kaj Joensen, útvarpsmaður, verður orðstýrari. Við pallborðið fara umboð fyri politisku flokkarnar at kjak­ast. Evnið í fyrra kjakinum verður landbúnaðarpolitikkur. Nýggja samgongan skrivar í sín­um samgonguskjali, at nýggj­ur landbúnaðarpolitikkur skal orðast, og miðjast skal eftir, at Føroyar gerast sjálvbjargnar við landbúnaðarvørum. Men, hvussu kunnu vit røkka hesum máli, er spurningurin, sum verður settur. Seinna evni verður kjak um gongd í haga, um ferðavinnu og ymiskt annað í hesum sam­ bandi. Heyst-Quiz Fríggjakvøldið endar við Heyst-Quiz í Hólmahúsinum við Fróða R. Petersen og Teiti Mid­jord við bólki. HEYSTFAGNAÐUR VERÐUR SKOTIN Í GONGD Á EIÐI Tó at tann stóri dagurin á Eiði verður leygar­dagin, byrjar Heyst­fagnaðurin longu í dag og heldur fram til og við sunnudagin HEYSTFAGNAÐUR Eitt av hæddarpunktunum á Heystfagnaðinum er, tá kúgvin verður flett Eysturi á Hamri Tað er ein serstakur hugni á Heystfagnaðinum á Eiði