Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-15, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. oktober 2019síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 16. oktober 2019 · Nr. 119 Vilmund Jacobsen Leygardagurin byrjar í Mizpa við morgunmati og sangløtu klokkan 09.30, og kvøldið endar við dansi í Hólmanum við 1448. Gjøgnum allan leygardagin verða hópin av tiltøkum og sølu­fram­sýningum, bæði fyri børn­um og vaksnum. Sambært skránni, sum er í Sosiali­num í dag, kunnu øll fáa okkurt burtur úr á Eiði henda dag­in. Hyggur tú í skránna, er heilt vist, at her er mangt, sum kann hava tín áhuga – eisini sum familja, ið hevur hug at uppliva eitt hvørt øðrvísi saman enn gerandis­dagurin vanliga hevur at bjóða. Umframt søluframsýningar av øllum handa slag, verð­ur seyðasýning, set­an, djóra­garð­ ur, verk­stað­ir, kappingar og lista­fram­sýn­ingar. Her verður eisini høvi at gita livandi vekt á veðri, og her verður frálæra í fletting, um­ framt FM í fletting við finalu leygarkvøldið klokkan 20. Harumframt verður upp­ boðs­søla av seyði, tónleikur í ymiskum neystum, og í tím­un­ um frá klokkan 23 til á midnátt verður felagssangur við Teiti og Company og føroyskur dans­ur. Og, sum vit nevndu fyrr í hesum greinastubba, end­ar Heyst­fagnaðurin á Eiði leyg­ ar­dagin við dansi í Hólmanum, har 1448 fara at spæla til langt út á náttina. LEYGARDAGIN EIGUR TÚ AT LEITA TÆR TIL EIÐIS Skráin fyri leygardagin á Heyst­ fagnaðinum á Eiði er rættiliga rúgvus­ mikil, men hon er so sanniliga eisini sera forkunnug og forvitnislig HEYSTFAGNAÐUR Fyrsta floks góðska Framkomnan handil við fiskavørum á Norðskála Handilin á Norðskála fær rávøruna av Eiði, nýggja vøru hvønn dag. Høvi er at keypa alskyns fiskaúrdráttir úr sjónum, eisini rundan fisk, um vit fáa boð um tað frammanundan. Opið er hvønn yrkadag frá kl. 11.00 til kl. 17.00