Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-15, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. oktober 2019síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. oktober 2019 · Nr. 119 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NØVN Minningarorð um systir mína, Nomi Høghamar Fødd 17. oktober 1962, deyð 15. desember 2018 Dagurin tann 11. mai í 2017 stendur enn so sera sterkur í minninum. Henda dag hevði Ólavur, sonur tykkara, sín 27 ára føðingardag, so alt skuldi verið so gott. Men hetta var eisini dagurin, tá ið tú fekst staðfest krabbamein, og tá ið eg fekk hesi boðini, kendist tað, sum steðg­aði alt upp. Tit búðu í Danmark, tá ið tú gjørdist sjúk, men høvdu gjørt av at flyta heim til Føroyar sama summarið, tí Ronja hevði fingið pláss á eftirskúlanum Rás­ ini í Runavík. Eg minnist enn gleðina í tínum eygum, at tú nú kundi fylgja henni á henda skúlan, ið var eitt nýtt til­boð til hennara heima í Føroyum. Ronja og tú vóru sum ein, við heilt ser­ lig­um bondum tykkara millum. Tit vóru jú flutt niður til Danmarkar í 2013, tá ið Ronja var 14 ára gomul, tí tú sást, at her heima fekk hon ikki ta menning, hon hevði brúk fyri. Sum so mangan, sóu vit títt sterka lyndi, at tú ikki vildi geva upp, men kempaði fyri teimum veiku. At tit fóru til Danmarkar við Ronju, var ein stór avgerð at taka, men at tit tóku ta røttu avgerðina, gongur sjón fyri søgn, tí Ronja mentist til ein sjálv­ bjargn­an ungdóm, ið tú hevði alla or­ søk til at vera glað fyri og errin av. Góða Nomi, eg sakni teg hvønn dag, men vit eiga so nógv fantastisk minni um teg, sum eisini hjálpa væl í hesi sváru tíð, nú tú ikki longur ert okkara millum. Vit vóru fýra systkin og høvdu eina góðan og tryggan barndóm á Eiði, har okk­ara foreldur altíð vóru við tí góða orð­inum. Tey lótu okkum altíð vita, hvussu stóran týdning, familjan hevði. Eg minnist so væl, tá ið tú vart fødd, tí eg gleddi meg so nógv til at blíva stóra­systir. Tú vart mær eisini ein góð syst­ir, og hóast tú vart átta ár yngri enn eg, so høvdu vit so nógv saman. Tú vart ein, eg altíð ringdi til, bara fyri at tosa. Nú er hesin tráður tagnaður. Enn kann eg taka meg sjálva í at hugsa, at hetta ella hatta má eg minnast til at for­telja tær. Tað er bara so ringt at góð­ taka, at tú ikki ert her meira. Eitt, sum stendur so klárt fyri mær sum barn, var tá ið eg ein dagin slapp at trilla teg í vogni. Tú mundi vera eini tvey ára gomul tá, og eg minnist, hvussu stolt eg var at vísa mína systir fram. Vit møttu Anna Katrin á Post­hús­inum, sum segði: “Altso, systir tín er fitt og vøkur. Hon líkist akkurát sunnu­dags­ dukkuni.” Eg bleiv so glað, at hon segði hetta, tí sunnudagsdukkan var tann vakrasta dukkan í eini glastribók. Anna Katrin samanlíknaði teg, mína systir, við sunnudagsdukkuna! Hetta havi eg altíð verið so glað fyri. At tú vart ein kempari og hartil ein viljasterk kvinna, eru mong prógv um. Eftir lokna skúlagongd fórt tú í læru sum hárfríðkanarkvinna, og eftir tað arbeiddi tú fyrst í nøkur ár í Havn og fekst síðani tína egnu salong á Eiði. Hes­um starvinum mátti tú gevast við, tí tað gjørdist ov tungt, og síðani saðl­ aði tú um og fórt at lesa til námsfrøðing. Í hesum starvi komst tú mest at ar­ beiða við børnum, sum hava ein ser­lig­ an tørv, og hetta var eisini tað økið, ið lá tínum hjarta næst. Allastaðni verður borið tær tað skots­mál, at tú vart nærløgd og væl­ger­ in í øllum, sum tú tókst tær fyri. Ikki minst tykkara heim á Eiði, har tú við tíni kønu hond setti tíni spor, er eitt gott dømi um, hvussu væl alt var úr hond­um greitt, ið tú hevði við at gera. Tú gjørdi tær ómak við øllum! Eitt, sum altíð stóð hjarta tínum nær, var fyrst EB og síðani EB/Streym­ ur, og har taldist tú millum ídnastu og trúgv­astu viðhaldsfólkini, og tín eyð­ kenda rødd hoyrdist, tá ið dystur var. Henda røddin er nú tagnað. Tú og Edvard Pauli fingu fimm deilig børn, fýra dreingir og eina gentu, sum eg fyri ein part eisini føli eru míni børn, tí vit standa hvørjumøðrum so nær. Tá ið tú bleiv sjúk, gjørdi Edvard Pauli alt fyri, at tú skuldi hava tað so gott sum gjørligt. Hann, børnini og svigarbørnini vístu alla hesa tíðina, hvussu nógv tað gevur at vera saman í eini svárari tíð. Bæði fyri tey og okkum onnur var tað ófatiliga hart at fylgja tær í tíðini, tú vart sjúk, men eisini tað gav okkum styrki og eina ótrúliga nærveru saman við tær, har vit kundu geva tær so nógv av okkum, sum tú hevði brúk fyri. Í desember mánaði viknaði tú av álvara og vit vistu, hvussu hart tú stríddist ímóti sjúkuni, tí tú vildi liva. Leyg­ar­ dagin 15. desember andaðist tú, bara 56 ára gomul. Góða Nomi, eg takki Guði fyri, at vit kundu hava teg heima tína seinastu tíð, og at vit saman við tær kundu gera deyð­an so virðiligan, sum tað nú bar til. Hetta gav okkum øllum í familjuni eitt so gott samanhald, at orð eru ikki fyri tí. Sjáldan hevur verið so nógv fólk til eina jarðarferð á Eiði, sum henda dagin til tín jarðarferð. Veðrið var av tí allar­ besta, og hetta var akkurát ein sovorðin dagur, sum tú elskaði – klárt og sól. Emil prestur hevði ein góða gravtalu og gav okkum øllum góð og troystarrík orð. Millum annað segði hann, at “lívið heldur fram hinumegin í øllum sínum fullkomileika, vakurleika og dýrd. Tit hava mist ein dýrgrip. Í øllum hesum kann leggjast afturat – grundað á hina kristnu vónina – at í grundini hava tit í djúpasta týdningi ikki mist hana. Tað er nakað, sum eingin – heldur ikki deyð­in – megnar at taka frá tykkum: Kær­leikan, tøkkina, minnini og vónina um at møtast aftur. Kærleikin er sterk­ ari enn deyðin. Nei, kærleikan og tøkk­ ina kann eingin taka frá tykkum, held­ ur ikki minnini.” Hetta vóru og eru av sonn­um troystarrík orð! Eisini var ein vøkur og rørandi heils­ an til tín frá vinum í Nørre Nissum, sum Magni Christiansen sang so vak­ urt í kirkjuni. Vit vita, at skilnaðarløtuni sleppa vit ikki undan, men vit vildu so fegin ynskt, at hon ikki kom so tíðliga, tí tú elsk­aði lívið. Tú vildi so fegin havt meira tíð saman við tínum kæru, og enn hevði tú dreymar og ynski um fram­tíðina, tí eingin vil fara so tíðliga, sum tað nú gjørdist tín lutur. Góða Nomi, vit eru øll so glað fyri, at tú kundi vera ein partur av okkara lívi og at vit eisini kundu vera partur av tín­um. Vit vilja ongantíð at gloyma teg, men vilja altíð goyma teg. Eg fari fram­ veg­is í takksemi at senda tær mínar dag­ligu tankar og leita mær troyst og ugga í teimum mongu og góðu minn­ un­um, ið eru eftir teg. Hvíl í friði, góða systir! Annsy Minnist til haldargjaldið Sosialurin · Tórsgøta 1 · FO-110 Tórshavn