týsdagur 15. oktober 2019síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 16. oktober 2019 · Nr. 119
NØVN
Minningarorð um Titu Vinther 1941-2019
Tita var eitt tað mest originala lista
fólkið vit hava átt í Føroyum. Verkini
hjá Titu Vinther nema við teg, tí at tey
eru einføld og dramatisk. Tey hava
røtur í dygdargóðum handverki sam
stundis sum tey eru hypermodernað
listaverk, og fyri hetta varð hon heiðrað
við Mentanarvirðisløn landsins í 2005.
Tita kom henda vegin úr Finlandi.
Longu hálvtannað ára gomul var hon
send til Danmarkar saman við øðrum
finskum børnum, sum vóru illa stødd
av krígnum, sum leikaði í Finnlandi tey
fyrstu 1940-árini. Henda danmarkar
vistin vardi til 1948, tá ið hon fór heim
aftur til Finnlands. Seinni fór hon á
Snoghøj háskúlan í Danmark, og har
hitti hon Suna, sum hon setti búgv
saman við úti í Grønlandi og døturnar
Heidi og Laura. Eg kom at kenna Titu,
tí hjúnini vóru millum bestu vinfólkini
hjá
mínum
foreldrum.
Harafturat
kenni eg Titu sum hesa einastandandi
listakvinnuna og fekk tíðliga vovnar
landslagsmyndir og seinni aðrar list
eftir hana.
Tita var so avgjørt samtíðarlista
kona, sum fullgjørdi kynstrið at sam
eina og menna siðvenju við modernaða
støðutakan. Hon nýtir virkið mynd og
mál til at skapa samband millum list og
samtíð. Eitt nú í verkinum ”Eitt tvætt í
hvørjari ætt”, ein svørt vovin mynd við
hvítum blettum uppkallað eftir orða
takinum um, at óvætti ella ólukkudýr
eru í hvørjari ætt ella hvørjum bólki.
Tita Vinther menti listagrein sína og
vevtøknina til nakað heilt framúrskar
andi, sum vakti ans á framsýningum
bæði her heima og uttanlands. Hon
skapaði eina røð av løttum verkum, tey
eins og sveima í rúmdini. Verkini eru
ikki bara tveydimensionel, sum tey
fyrst sýnast at vera, tey hava tríggjar
víddir og eins og rudda eitt rúm framm
an fyri sær ella floyma út frá vegginum
móti tær. Eitt nú “Sirm”, sum er eitt
loðið, hvítt og gráligt myndateppið, teir
longu træðrirnir eins og strekkja seg út
frá vegginum og út um kantarnar á
botninum og bróta rammuna.
Høvuðsverk Titu er eftir mínum
tykki Pætursnótin, sum er frá 1997.
Hetta konsept-tekstilverkið er eitt so
gerandisligt og gamalt amboð sum ein
nót úr mannahári. Saman við eini
gamlari ár og einum heiti fær hon alla
Bíbilsøguna og annað mytiskt tilfar
fram í hugan.
Pætursnótin bindur á sera ítøkiligan
hátt menniskjuni saman í meskar, sum
kunnu vísa til sambondini millum okk
um – ættarsambond, vinasambond,
tjóðarsambond og øll tey viðurskifti, ið
annars knýta fólk saman. “Pætursnót
in” er bæði henda lítla nótin og tann
globala alnótin, har eitt nú tær penga
sterku fyritøkurnar, sum kalla seg sosi
alar, hava fangað okkum – antin vit
vilja vita av tí ella ikki.
Tita Vinther skapti síni verk burtur
úr tilfari sum ull, hári og metali, bara
tað var tráður. Hon var hon ikki bundin
av listaligum siðvenjum, tí kundi hon
gera, sum hon vildi, og sum verkið
kravdi. Tað var umráðandi: Tað, sum
einstaka verkið kravdi, var einasti
autoritetur í hesi einføldu og rámandi
listaverð.
Tita er farin, eftir eru verk hennara
og minnini um tað, sum hon var fyri
okkum. Takk fyri tað.
Lill farin
Hósdagin 03. oktobur 2019 andaðist Vilhjálmur Hammershaimb
Christiansen – vanliga nevndur Lill – 77 ára gamal.
Lill var sonur Rigmor og Debes Christi
ansen. Hann vaks upp á Landavegnum
Í Havn saman við sínum trimum
systkjum. Har vóru nógv børn, og nógv
vóru spølini sum fóru fram tá. Um
sumrarnar var tað indianaralegur, fót
bóltur og bátarnir, sum vit rokaðust
við. Um heystið var tað serliga kríggini
móti øðrum býarpørtum - mest móti
teimum
úr
Hornabø
-
bæði
við
træsvørðum ella korum, og vetrarnir
fóru við mest skreiðing og onkuntíð
við “hands upp!”. Vit báðir Lill komu
ikki so nógv saman tá, tí aldursmunurin
var ov stórur. Men Lill var ein av odda
fiskunum í øllum hesum, og teirra
barndomsheim varð altíð opið fyri okk
um øllum.
Sum allarflestu havnadreingir lut
tók Lill eisini í skótalívinum, og tað við
lív og sál. Har gjørdist hann patrulju
førari í Ternuni á fyrstaliði. Serliga
minnist eg eina ”Stórakapping“, har Lill
brendi alt morsi-alfabetið í eitt vakurt
skjøldur randaður við togum. Haldi, at
skjøldurið hongur enn uppi í Skótahús
inum.
Sama kynstrið vísti Lill, tá ið hann
fór í maskinlæru hjá Wenzel Petersen í
Havn. Til sveinaroyndina fekk hann
sum tann fyrsti silvur! Í lærutíðini
luttók hann í kappróðri við Ørvi úr
Havn, og vunnu teir tað fyrsta Útvarps
steypið!
Aftaná lestur í Danmark vendi Lill
heimaftur, og komu vit báðir at ganga
saman á Maskinskúlanum, har vit
fingu eina fantastiska tíð saman. Bond
ini frá kappróðri og skúlanum knýttu
okkum tætt saman, og hetta kom at
vara alt lívið.
Í skúlatíðini áttu vit sjálvandi at
brúkt tíðina til at gera heimaarbeiði,
men stórur partur varð brúktur til at
fiska og skjóta fugl summarkvøldini og
á náttartíð. Um vetrarnar fóru vit oft
ani á flot og settu goggulínu eftir góð
um agni um kvøldarnar.
Á einum túri vestanfyri mundi vit
eina ferð gingið burtur. Á veg heim,
suður móti Halanum á Hesti, vórðu vit
ov seinir á sjóvarfallinum. Hann varð
landnyrðingur í ættini, og eystfallið
hevði tikið seg upp. Aldurnar vóru sum
hús. Eg segði við Lill, ”passa tú motorin,
eg skal stýra”. Eg stýrdi so nær Halan
um, sum eg tordi, og komnir framvið
landinum, komu vit í slættan sjógv. Vit
hugdu skelkaðir upp á hvønnannan.
Yvirum
Hestfjørðin
gekk
væl,
tí
Streymoyggin lívdi so væl, men komnir
á Kirkjubønes rendi hann á við nógvi
vindi og kavaroki. Vit sigldu spakuliga
fram við Sveipinum og norð móti
Borðá. Komnir á Glyvursnes øtlaði
hann til storm og kava. Lill fekk sær
eina bust og fór at feia kava av rútinum
allan vegin inn á Havnina. Tað var ein
deilig sjón at síggja Molan.
Eisini vóru havhestatúrarnir góðir,
og fingu vit altíð nokk. Og so túrarnir
niðan í Nolsoyarfjørðin ikki at gloyma.
Har var altíð góður fongur.
Aftaná skúlatíðina fóru vit hvør sín
veg á sjónum. Lill fór út í heimin at
sigla, og eg við trolarum í Føroyum og
Grønlandi. Sambandið við hvønn ann
an hildu vit brævaliga. Eftir, at eg hevði
lisið meg lidnan í Danmark og var kom
in at arbeiða á landi, komu vit aftur
oftani saman. Lill fór at byggja hús á
Frælsinum, og hjálpti eg tá ið tað lá
fyri. Har høvdu vit mangar skemtiligar
løtur saman. Eisini í Klubbanum, har
vit seinni eitt nú komu at svíða seyðar
høvd saman í fleiri ár.
Vit skemtaðu eisini við at geva
hvørjum øðrum jólagávur. Eg gav ofta
Lill eina lítla eskju av siruttum og eitt
stykki av garnatálgi og skrivaði á gáv
una, ”Frá mær til tín”. Lill, sum altíð
varð stórtikin, gav mær eina fløsku av
Jule Akvavit, har tað á gávuni stóð, “Til
vinin frá vininum”. Tá vit so møttust
aftaná høgtíðina, kundi hann senda
mær hvøss eygu fyri líkasum at siga
mær, hvat var hatta fyri nakað! Tað
einasta, eg kundi svara var, at hvør gev
ur eftir førimuni!
Seinastu árini hava vit verið ein
partur í einum kaffiklubba, sum Lill
gekk høgt uppí. Vit gjørdi onkrar út
ferðir og seinasta mikudagin gjørdi vit
eina slíka. Eg fór niðan til Lill um
kvøldið at greiða honum frá túruin. Tá
sá eg, at ikki var nógv eftir í Lill, og
doyði hann dagin eftir.
Lill var ein góður maður, pápi, abbi
og langabbi. Hann elskaði síni uppum
alt. Onki var óført. Sjálvt um hann oft
ani kundi virka hvassur og kundi senda
nøkur sigandi eygu, so var hann eitt
heitt og bleytt menniskja. Fyri meg var
Lill ein sera góður vinmaður og ein
stórur og týðandi partur av mínum lívi.
.
Sjúrður, vinurin.