týsdagur 15. oktober 2019síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. oktober 2019 · Nr. 119
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KJAK
Útlendingar í føroyskari fiskivinnu
Rúni Hentze
Í 2007 vóru øll fiskiloyvi upp
søgd. Orsøkin var, at politiska
skipanin kendi seg ótrygga við,
at feløg við útlendskum íleggj
arum keyptu skip fyri óhoyrd
ar upphæddir. Fólk sóu vand
an í, at fiskivinnan endaði í
útlendskum
hondum.
Sam
tyktin at siga fiskiloyvini upp
var einmælt, og tingfólk vóru,
so sum eg minnist, samd um,
at útlendskur kapitalur ikki
átti at vera í veiðiliðinum. Tað,
sum átti at verið gjørt tá, var
sjálvandi, at samtyktin var
fylgd upp beinan vegin, og
reglur gjørdar, sum søgdu, at
eftir 1. jan. 2018 fingu bert reint
føroysk feløg fiskiloyvi. So
høvdu feløgini við útlendskum
kapitali tað at fyrihalda seg til.
Men tíverri gekk tíðin, uttan
at nakað sum helst bleiv gjørt
við at gera eina nýggja lóg
gávu. Seinasta samgonga setti
sær fyri at loysa málið við eini
breiðari semju, men, sum vit
øll vita gekst tað ikki eftir ætl
an og endaði við eini alt ov
teprari samtykt seint í 2017.
Tá málið bleiv tikið upp,
hugsaði eg við mær sjálvum, at
um so einki annað spurdist
burtur úr hesi nýggju lógini
uttan tað, at útlendingar fóru
burtur úr fiskivinnuni, so var,
um ikki alt, so ið hvussu so er
tað týdningarmesta fingið upp
á pláss. Uppsøgn av útlendska
kapitalinum var samtykt í
nýggju lógini, og tað haldi eg
var eitt av teimum góðu ting
unum, saman við tí, at latið var
upp fyri, at nýggir aktørar
fingu møguleika at royna seg.
Sjálvandi er tað truplari at av
vikla útlendingarnar nú, enn
tað hevði verið, um teir í 2007
høvdu fingið greitt at vita, at
teir ikki sluppu at halda fram
eftir 2018. Men tann kampurin
er tikin upp við nýggju lógini,
og hann eiga vit kempa til end
an. Gera vit ikki tað nú, fáa vit
ongan møguleika aftur.
Samgongan ætlar, at kvot
urnar, sum eru farnar á upp
boðssølu og til menningar
kvotur skulu seljast einaferð
með alla og latast sum varandi
loyvir. Tað kann gott geva
meining. Men eg haldi ikki, at
tað gevur meining, um verandi
stóru aktørar og so als ikki
útlendingar, skulu sleppa fram
at hesum kvotum. Tær eiga at
vera bodnar út ella latnar til
føroysk feløg.
Ført verður fram, at ikki ber
til at gera íløgur í skip, uttan
so, at kapitalsterkir útlending
ar standa aftanfyri. Hetta
argument skilji eg snøgt sagt
ikki. Føroyingar hava, líka síðan
Nólsoyar Páll bygdi Royndina
Fríðu, keypt og bygt skip, utt
an at útlendingar hava verið
uppií. Men eftir 2007 letur
hetta seg knappliga ikki gera.
Veruleikin er tó, at tey feløg,
sum eru reint føroysk, í hesum
tíðarskeiði hava gjørt risastór
ar íløgur bæði í skip og virki.
Enntá
megnaðu
virkisfúsir
menn at keypa snotiligu “Katr
in Jóhonnu” uttan útlendska
hjálp, hóast teirra fiskirættindi
eru sera avmarkað. Tillukku
við tí og góða eydnu! Jú, sjálv
andi megna vit, um vit vilja.
Støðan minnir meg ikki sørt
um støðuna í 1972, tá stórt
trýst lá á føroyingum at fara
inn í EEC, sum ES tá varð rópt.
Summir politikkarar vóru fyri,
og fleiri ivaðust. Men eftir
drúgva viðgerð gjørdist úrs
litið til alla lukku, at eitt samt
løgting tók undir við, at Føroy
ar skuldu vera uttanfyri. Or
søkin til hesa støðutakan var
júst tann, at vit ikki vildu lata
útlendingar fara avstað við
fiskiríkidøminum. Og tá var
fiskimarkið einans 12 fj., -eitt
frímerki afturímóti tí øki, vit í
dag eiga. Eg hevï vónað og
væntað, at vit vóru líka tilvitað
í dag, sum vit vóru í 1972 og
fyri so vítt eisini í 2007 og
stóðu saman eins og tá.
Løgtingið má síggja álvar
semið í hesum máli og halda fast
um uppsøgnina av útlendsk
um kapitali og ikki taka hana
aftur. ES stendur til at missa
meginpartin av sínum havøki
við Brexit. Sjálvandi vilja teir
gera alt fyri at fáa fótin fastan
í okkara sjóøki!
MÁLTEIGURIN
Heri Mohr
Tað er áhugavert at lurta eftir
Málteiginum í útvarpinum. Gev
ist ikki við hesum skilagóða
útvarpspráti,
Solby
Christ
iansdóttir og Elin Henriksen
og annars øll tit, ið eru farin
undir hetta málsliga menn
andi tiltak.
Vit hava brúk fyri tí.
Nøkur dømi um hví:
Fyrsta treytin fyri at fáa røkt
og nýtslu av okkara móðurmáli
í eina trygga og virðiliga legu
er, at tað pedagogiska um
hvørvið hjá pinkubørnunum
skjótast gjørligt fæst i eina
trygga legu.
Soleiðis at skilja, at tá ið løt
an er komin, at barnið so líð
andi skal fáa innlit í nýtslu av
amboðum til skriving og lesing
– bókstavir og talrøð – má
einki verða fjalt undir borðin
um. Heldur ikki bókstavirnar
c, q, w, x og z. Hetta fjákuta,
frumkenda klandrið um 5
”óføroyskar” bókstavir – bók
stavir sum børn og vit vaksnu
als ikki kunnu vera fyriuttan –
má halda uppat.
Vit kvøða, at á tólvta ári
dugdi Jákup á Møn ABCið.
Okkara pinkubørn hava í
nógv ár tilætlað ikki lært
ABCið.
Er hetta ikki býttislig, tápu
lig almenn umsiting av okkara
skriftmáli og uppaling av okk
ara pinkubørnum? Ein umsit
ing framd av fólki, sum annars
heldur seg vera framkomið!
Hetta, at umrøddu bókstavir
eisini eru at kalla útihýstir í
okkara føroysku orðabókum,
ger, at tær í stóran mun eru
ónýtiligar, og at børn og vaksin
ikki duga at stava. Hetta er
stór eyðmýking og ein álvars
ligur meinbogi, sum kemur til
sjóndar m.a. í lesarabrøvum.
Í hesum andans myrkri er
orðabókin Sprotin góð hjálp at
leita í.
Við
einum
amputeraðum
alfabeti kunnu vit ímynda okk
um, at sjúkrahúsverkið, apot
ekið og hægri málslig útbúgv
ing so við og við broytast við
sermerktum avleiðingum, sum
kunnu
minna
okkum
um
funktionella analfabetismu.
Uttan mun til okkara synd
arligu
støðu
í
føroyskum
skriftmáli, mugu vit duga at
velja og vraka í dagligari talu
og blaka burtur máliskur, ið
ikki sampakka við okkara liv
andi móðurmál.
•
Nøkur dømi:
•
Uttan mun til – í staðin
fyri óansæð.
•
Eg haldi – í staðin fyri
eg meti ella mín meting.
•
Nóg gott – í staðin fyri
gott nokk.
•
Góðan dag – í staðin
fyri góðan dagin. (Vit
siga ikki gott kvøldið,
góðan morgunin o.s.fr.)
•
Pápi, mamma, omma
mín – í staðin fyri pápin
hjá mær o.s.fr.(Hvørsfall
í staðin fyri
hvørjumfall).
•
O.s.fr.
Stórt tal av fremmandorðum
eru so við og við vorðin livandi
í okkara móðurmáli, uttan at
tey finnast svart uppá hvítt.
Tey eru ólegaliserað lánorð.
Hetta er óheppið og tørvar
eina legalisering, sum eitt nú
Sprotin átti at bøtt um, t.d. við
einari rás: FREMMANDORÐ á
føroyskum.
Nøkur dømi:
Reol, Navigatørur, Naviga
tión, Kontrovers, Kontroversi
el, Dilemma, Relevant, Nuanca,
Passionerað, Sensation o.s.fr.
Í 1937 varð studentaskeið
sett á stovn í Havn við Tumm
asi Nygaard sum stjóra. Í nøk
ur ár var skeiðið í Realskúlan
um
seinrapartin
og
um
kvøldið. Nakrir av teimum há
lærdu
cand.mag’unum
har
undirvístu eisini í Realskúlan
um, eitt nú Tummas Nygaard í
enskum og Christian Harald
sen í týskum.
Tað, sum har varð terpað og
sungið, hvarv ikki. Tað situr
fast.
Fyrisetingarorð (præpositi
ónir):
Á týskum: an, auf, hinter in,
neben, über, unter, vor zwisch
en.
Á donskum: dersom, hvis,
såfremt, ifald, om, når, med
mindre, uden, at.
Og sangir á týskum, eitt nú:
’Ich habe mein Hertz in Heidel
berg verloren’…
Á enskum sungu vit um
’Poor old Joe.’ ’I am coming, I
am coming for my head is
bending low’…
Ikki slepst undan at umrøðu
HEIMSATLASIÐ, sum Føroya
Skúlabókagrunnur gav út í
1993.
Við stórum tali av navna
broytingum v.m. gjørdist atl
asið eitt misfostur.
Nøkur dømi frá alheims
góðkendum
landa-og
býar
nøvnum:
Í Det Bedstes Store Verd
ensatlas 1966 eru 145 ymisk
landa-og býarnøvn við ’New’…
Í Heimsatlas 1993 eru 10 ym
isk slík nøvn við ’New’…,, og
nøkur lond við ’Ný’….
Heimsins
longsta
land
CHILE er navnabroytt til KILI.
Einki land verður stavað KILI
– uttan í einum føroyskum
Heimsatlasi.
Landið UKRAINE – verður
úttalað sum tað verður stavað
– er í okkara Heimsatlasi
broytt til UKREINA, og verður
tað landið tessvegna í Føroy
um úttalað og stavað, sum best
ber til.
Harmiligt, at okkara Heims
atlas ikki er skikkað til skúla
brúks.
Enntá megnaðu virkisfúsir menn at
keypa snotiligu “Katrin Jóhonnu”
uttan útlendska hjálp, hóast teirra
fiskirættindi eru sera avmarkað
fyrst og fremst
www.in.fo