týsdagur 15. oktober 2019síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 16. oktober 2019 · Nr. 119
KUNNGERÐ FRÁ
KLAKSVÍKAR KOMMUNU
Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir
og byggisamtyktir, seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18.
mars 2013, verða við hesum uppskot til broytingar í serstøku
byggisamtyktini fyri E1 miðbýin, framløgd til alment eftirlit:
MÁL NR. 17/01397
Dagføring av serstakari byggisamtykt fyri E1 miðbýin, øki C og D: -
Byggifelt 9 og 10 í økisparti C eru broytt.
Nýggj byggihædd fyri byggifelt 9, áljóðandi 7,5 m. - Broytt
nýtsluendamál í økisparti D.
Broytingarnar liggja frammi til alment eftirlit í Miðlan og á heimasíðu
kommununnar (www.klaksvik.fo/395) í tíðarskeiðinum frá 8. til 29.
oktober 2019. Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu verða
býráðnum í hendi í seinasta lagi 19. november 2019.
Klaksvíkar Býráð
Dagføring av serstøku byggisamtyktini fyri E1
(miðbýarøkið).
NÓLSOYAR PÁLSGØTA 32 | POSTMOGA 2 | 710 KLAKSVÍK | TLF. 41 00 00 | KLAKSVIK@KLAKSVIK.FO | WWW.KLAKSVIK.FO
Hósdag 17. oktober:
Royktur medistari · Kókað neytakjøt · Knettir
Fríggjadag 18. oktober:
Rivjasteik · Lasanja
Leygardag 19. oktober:
Nakkafilet
Mánadag 21. oktober:
Forlorin hara · Fiskafrikadellur
Týsdag 22. oktober:
Stokt høsnarungastykkir · Milliónbúffur
Mikudag 23. oktober:
Stoktur fiskur 65,- kr. · Kjøtfrikadellur
MATSKRÁIN HESA VIKUNA
Mán-frí: 9.00-15.00 & Ley: 9.00-14.00
Landmálingsteknikari
til Umhvørvisstovuna
Postboks 2048, 165 Argir, tel 342400 · us@us.fo · www.us.fo
Søkt verður eftir einum landmálings-
teknikara til matrikuldeildina á
Umhvørvisstovuni. Starvið fevnir um
matrikulera málsviðgerð, uppmáting,
ráðgeving og lendisfyrisiting annars.
Vit bjóða
Umhvørvisstovan er eitt arbeiðspláss við
góðum trivnaði og góðum samstarvi
millum fakbólkar. Vit bjóða tær eitt
spennandi starv á einum stovni við sera
fjølbroyttum uppgávum, har tú fært góðar
møguleikar at menna tínar førleikar.
Tú kemur at arbeiða sjálvstøðugt, men
samstundis í tøttum samstarvi við deildar-
leiðaran og hini starvsfólkini á deildini.
Starvið fevnir bæði um innandura- og
uttanduraarbeiði.
Vit vænta
Vit vænta at umsøkjarin er ábyrgdarfullur,
hevur góð samstarvsevni og hevur hug at
vera við at menna tað matrikulera arbeiðið
í Føroyum.
Tú hevur góð samskiftisevni, bæði í
skrift og talu, og dugir væl at samskifta við
viðskiftafólk. Vit leggja dent á, at tú sær
nýggjar og fjølbroyttar uppgávur sum
avbjóðingar, og at tú røkkur teimum
málum, sum tú setur tær.
Umsøkjarin skal hava prógv sum land-
málingsteknikari ella hava aðra líknandi
útbúgving. Koyrikort er ein treyt.
Setanarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv og verður sett
sambært sáttmála millum Fíggjarmála-
ráðið og Starvsmannafelagið.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, CV
og møguligum viðmælum skal sendast til:
Umhvørvisstovan
Postboks 2048, 165 Argir
ella sum teldupostur til: us@us.fo.
Umsóknarfreistin er mánadagin
21. oktober 2019.
Meira fæst at vita um starvið við at venda
sær til Ronnie Thomassen, deildarleiðara,
á telefon 342400 ella við telduposti til
ronniet@us.fo
Bensinstøð
í Vági til sølu
Um hóskandi boð fæst verður Magnstøðin í Vági til sølu. Sølan
umfatar bensinsølu- og verkstaðsbygningin á Líðarvegi 2 í Vági við
tilhoyrandi rakstrargøgnum og innbúgvi, umframt vørugoymslu.
Støðin hevur í løtuni provisiónsavtalu við P/F Magn um at levera
brennievni og goymsluvørur annars. Um áhugi er fyri, at
provisiónsavtalan skal halda fram, kann avtala gerast um tað.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til P/F Januar, Jóanes Olsen
tlf. 551728 ella Heina Thomsen tlf. 554707
Dreymastarvið finnur tú á in.fo