Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-15, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. oktober 2019síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. oktober 2019 · Nr. 119 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge – Tórsvøllur Tað eru tveir mans, sum hava tey flest í fótbóltsføroyum hava eina meining um, sum takka fyri seg á heimavølli nú. 37 ára gamli Atli Gregersen hevur spælt 56 landsdystir og hevur seinni árini verið liðskipari. Hann hevur eisini verið ein ímynd av landsliðnum. Hann hev­ur serligar eginleikar at gera áhugaverdar samrøður, og seta orð á kenslurnar. Tað eru tey, sum elska hann fyri tað, og so eru tey nokk nøkur, sum ikki rúma bersøgna liðskiparanum, sum til dagligt spælir við Víkingi. Lars Olsen er ein liðskipari. Hann var liðskipari á danska lands­lið­num, sum vann EM í 1992. Síðani 1. desember 2011 hevur hann verið føroyskur landsliðsvenjari. Hann tók við eftir Brian Kerr, sum hevði vunnið tekkið hjá fólkinum, men við støðugari framgongd megnaði hann at seta Føroyar á fót­bóltsheimskortið, tá vit tvær ferðir vunnu á Grikkalandi. Hann er eisini tann lands­ liðs­ven­jarin, sum hevur fingið flest stig í eini undankapping, tá vit í farnu kapping fingu níggju stig. Lars Olsen hevur stað­ið á odda fyri landsliðnum í átta ár, og tá Føroyar vóru ovast á styrkislistanum hjá FIFA, var føroyska liðið nummar 74. Tað er eisini tað hægsta, ið Føroyar nakrantíð hava verið á FIFA- listanum. Lars Olsen hevur verið fólka­lig­ur og væl lýddur lands­ liðs­venjari, sum ikki hevur skapt tær stóru yvirskriftirnar uttanfyri vøllin. Tað er lætt at dáma fryntliga danskaran, sum tó eisini hevur verið fyri kritikki, nú úrslitini ikki hava verið so góð. Tað kom ikki sum ein skelkur, at samarbeiðið millum Lars Ol­sen og Fótbóltssambandið held­ur fram eftir hesa undan­ kapp­ing­ina, men tað kom eitt sindur óvart á, ta hann brádliga broytti evni til tíðindafundin á Tórsvølli 30. september, tá lands­liðið til dystirnar móti Rumenia og Malta bleiv úttikið. Lars Olsen takkar fyri seg Tað var ein kensluborin Lars Ol­sen, sum broytti evni móti enda­num av tíðindafundinum, tá landsliðið bleiv úttikið. -Eftir hvønn dyst eftirmeti eg hvussu tað hevur gingið. Tá eg hugsi aftur, so má eg ásanna at eg ikki havi sæð framgongd í avrikunum seinasta árið. Tað merkir ikki, at eg haldi at vit hava spælt illa í øllum lands­ dystunum. Fyri hálvum øðrum ári síðani helt eg vit spældu væl, men vit hava ikki lagt afturat spælinum, og úrslitini hava ikki verið góð. Vit hava spælt seks dystir í hesi undan­ kapp­ingini og lati fýra mál inn í fýra av dystunum. Tað er ikki gott nokk. Eg havi tí, eftir dystirnir móti Svøríki og Spania, verið í iva um eg skal halda fram í Føroyum, sigur Lars Olsen. sum nú er týðiliga rørd­ur. Tað er nú greitt, at Lars Olsen er í holt við at leggja frá sær. Tað er púra kvirt í hølunum hjá Fót­bólts­sambandinum, nú Lars Olsen tosar. -Eg havi eisini merkt, at leiðslan í Fótbólts­sam­bandi­ num hevur havt sama iva. Eftir átta ár, sum er long tíð í fót­bólti, ynskir nýtt blóð á venjara­plássinum, sigur Lars Olsen og andar inn og roynir at halda tárinum aftur. -So eftir átta fantastisk og spennandi ár fyri mítt við­ komandi, er tað nokk best fyri bæði meg og FSF at leita eftir nýggjum avbjóðingum. Tí havi eg avgjørt, at eg gevist sum lands­liðsvenjari, tá sáttmálin gong­ur út í vetur, sigur Lars Olsen, sum nakrar ferðir steðg­ ar á meðan hann tosar. -Tað seinasta eg vil siga í tí sambandi er, at tað er fantast­ iskt veður í dag og hetta er nakrar flottar oyggjar. Tit eru nøk­ur góð menniskju. Ligg­ja her mitt í Atlants­havi­ num og kempa eitt hart lív. Eg havi verið ótrúliga glað­ur og errin av at hava um­boð­að Føroyar sum lands­lið­s­venjari kring Evropa, sigur Lars Olsen og leggur pappírini frá sær. Seinasta orðið er eitt “slut” á donskum. Leita eftir venjara Eftir tíðindafundin segði Virg­ ar Hvidbro, aðalskrivari í Fót­ bólts­sam­bandinum, at nú verður byrj­að at leita eftir ein­um nýggj­um venjara. -Komandi kapping byrjar ikki fyrr enn í september í kom­andi ári. Har er ein venj­ingar­lega í mars mánaði, men ongin kappingardystir verður í juni og Nations League byrjar ikki fyrr enn í september, sigur Virgar Hvidbro. Tað verður eisini arbeitt við at broyta venjaratoymið eitt sindur. Serliga síggja vit mót­ støðuliðini kom við einum heilum heri av venjarum og hjálpar­fólkum, tá tey skulu spæla móti Føroyum. Hetta er bæði venjarar á serøkjum og hjálpar­fólk, ið greina mót­ støðu­liðini og dystirnar. -Fótbólturin er broyttur nógv hesi átta árini Lars Olsen hevur verið landsliðsvenjari. Tað hevur verið stór menning og tað er ikki óhugsandi, at vit gera onkrar broytingar í venjara­samansetingini. Ein møgu­leiki er at vit fara eftir ein­um meiri “up and coming” venjara, sum ikki kostar eins nógv, og seta fleiri hjálparfólk, sigur Virgar Hvidbro. Hann væntar eisini at talan verður um eina útlendska loysn. Hingartil hevur Bo Henrik­sen, venjari hjá AC Hors­ ens, verið nevndur, men enn hev­ur Fótbóltssambandið ikki tos­að við nakran. -Hesi tíðindini fara nokk runt fótbóltsheimin og tað fer at skapa ein áhuga. Vit hava eisini fingið fyrispurningar, meðan Lars Olsen hevur verið venjari. Okkara budgett av­ markar okkum eitt vist, men vit hava góða tíð og fara nú í holt við at leita eftir einum venjara, sigur Virgar Hvidbro. Hann leggur at enda afturat, at samstarvið við Lars Olsen hevur verið fyrimyndarligt. Atli dansar rundan um avgerðina Miðverjin á landsliðnum er spurd­ur nakrar ferðir, um hann nú gevst á landsliðnum. Tað Atli Gregersen og Lars Olsen takka fyri seg á landsliðnum eftir EM- undankappingina. Tí verður landsdysturin móti Malta seinasti heimadysturin hjá teimum báðum á landsliðnum TVEIR LIЭ SKIPARAR GEVAST