Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-15, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. oktober 2019síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 16. oktober 2019 · Nr. 119 er næstan eitt ár til komandi Nations League kappingin byrjar og liðskiparin er blivin 37 ár. Hann segði við Fót­bólts­blað­ ið hjá Fótbóltssambandinum, at hann ikki kundi gevast, eftir at Víkingur endaði á fimta plássi í 2018. - Tann veturin eg ikki venji, er mítt seinasta kappingarár, segði Atli Gregersen í blaðnum undan kappingarárinum í ár. Hann hevur ongantíð váttað tað, men onkrar ábendingar hava verið í seinastuni. Tá so Lars Olsen boðar frá at hann gevst, er tað eisini eitt høvi at takka fyri seg, tí ein nýggj tíð stendur fyri framman á lands­liðnum. Atli staðfestur at hann gevst Eftir tapið móti Rumenia leygar­dagin er lagið minni gott í føroyska hópinum. Millum teir seinastu at koma til mikro­ fon­ina hjá FM1 er lið­skip­arin. Seint í samrøðurin kemur hann sjálvur inn á støðuna hjá sær. -Eg eri 37 ár og eri ófatiliga stoltur av at hava spælt á lands­ liðnum og tað eri eg framvegis, men nú fer Lars Olsen og kanska skal eg bara fara við honum. Vónandi klára teir at spæla til null so, sigur Atli Gregersen, sum altíð er góður fyri eina øðrvísi viðmerking. - Tað finst nógvur ítróttur, og um eg uppfinni eina fiski­ kapp­ing í Gøtu og bara eg eri við, og tað er eitt landslið, so hetta ikki seinastu ferð eg eri á einum landsliði, men hetta er mín seinasti landsdystur fyri føroyska fótbóltslandsliðið á heima­vølli. Tað er einki at ivast í tí, sigur liðskiparin á føroyska landsliðnum, sum eisini iðrar seg um gongdina í løtuni. -Vit byrjaðu á 4.800 áskoð­ar­ um og eru nú á 2.400. Nú mugu vit vinna týskvøldið, um vit ikki skulu enda niðri á túsund áskoðar­um, sigur Atli, sum er til reiðar at takast við Malta. - Tú skal ongantíð vindast í gongd til at spæla ein landsdyst, tí tað er ein heiður. Hjá mær verður tað liðugt øgiliga skjótt, men tað er týdningarmikið at komandi landsliðsspælararnir skilja hvussu stórur heiður tað er at spæla á landsliðnum. Tað er tað størsta tú kanst uppnáða sum føroyskur fótbóltsspælari, so vit mugu og skulu reisa okkum. Vit her í Føroyum eru von við mótgang, so tað er nú vit skulu vísa okkum og vísa sterkt samanhald, sigur Atli Gregersen. Altjóða fráboðan á tíðindafundinum Liðskiparin á landsliðnum er ikki so sinnaður at gera nógv burturúr støðuni, men á al­ menna tíðindafundinum verð­ ur hann spurdur um støðuna hjá sær. - Eg havi ikki spurt konuna enn, men jú hetta verður tað. Eg haldi ikki vit kunnu vinna okkum til EM, so um vit ikki spæla ein venjingardyst, so er hetta mín seinasti dystur á heima­vølli, segði Atli Gregersen á tíðindafundinum. Hesa ferð vóru orðini nakað færri enn vanligt og lið­skip­ arin vil helst hava fokus á upp­gávu­na, sum er móti Malta. - Hetta ein keðilig kensla, tí mær dámar so væl, men eg haldi eisini at fólkið vil sleppa at hoyra onkran annað tosa enn meg. Hetta hevur verið ein stórur partur av mær og eg havi droymt um tað síðani eg var lítil, sigur Atli Gregersen og legg­ur afturat: - Tá eg havi verið i brús nú, so pakka vit hetta saman, tí nú snýr tað seg um torføra dystin móti Malta. Áskoðararnir hava stuðlað okkum nógv og tað vilja vit rinda teimum aftur, sigur 37 ára gamli miðverjin. Hava vent mótgongd Lars Olsen hevur verið lands­ liðs­venjari síðani desember 2011. Tað byrjaði við einum ósigri í Týsklandi upp á 3-0. Fyrsta stigið kemur seinni í HM 2014 undankappingini, tá vit á heima­vølli spæla 1-1 móti Kasak­stan. Gongdin er ikki góð, fyrr enn føroyska liðið 14. november 2014 rennur á vøllin í Pireus í Grikkalandi. Føroyar vinna 1-0, og summarið eftir vinna vit 2-1 á heimavølli móti Grikka­landi. Eftirfylgjandi undan­kapp­ing­ ina seta vit met og fáa níggju stig, men síðani Nations League í fjør hevur tað gingið verri. Atli Gregersen vinnur sær pláss­ið undir Brian Kerr, og er við í sigrunum á Estlandi og Litava, men missur eitt skiftið undir Lars Olsen plássið. Hann er tó við aftur og eigur sín lut í sigrunum á Grikkalandi og teim­um níggju stigunum í undan­kappingini eftir. Á vegnum verður Atli Greger­sen eisini útnevndur til lið­skipara á landsliðnum. Nú takka so tveir liðskiparar fyri seg. Annar sum venjari og hin sum spælari. trondur@sosialurin.fo