Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. oktober 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. OKTOBER 2019 SOSIALURIN 120 4 Nú er tað heilt greitt, at vit enn einaferð skulu gjøgnum eitt eljustríð um hvussu okkara fiskivinna skal skipast Seinasta samgonga gjørdi eina nýggja fiskivinnulóg, sum broytti nógvar for­ treytir í vinnuni. Fyrst og fremst var gjørt greitt, at fiskiríkidømi er ogn Føroya fólks og at loyvini vóru avmarkað til átta ára loyv­ir, sum kundu sigast upp hvørt ár. Nýggja uppskotið hjá borgarligu sam­ gonguni broytir hesar fortreytirnar av nýggjum. Nú skal talan verða um rullandi loyv­ir, sum kunnu sigast upp við 10-ára freist. Nógvar aðrar broytingar eru eisini í upp­skotinum, sum tingið skjótt fer at við­gera. Ája! Vit tosa nógv um, at vit brúka so nógv til­feingi á okkara døgum, at heimurin ann­ ars ikki megnar at endurnýggja seg sjálvan. Tí noyðast vit at endurnýta munandi meira enn vit hava gjørt og vit noyðast at finna mátar at fáa orku til vega, sum ikki fyrst og fremst kemur úr olju. Politiskt hoyra vit føgur orð um hetta, men tað tykist ikki, sum politiska skipanin ger nakað við málið av álvara. Útlátið bara veksur, sjálvt um vit hava set okkum mál um at tað skal minka. Er støðan so álvarslig sum vit halda, so má okkurt gerast nú – eisini her hjá okkum. Tað nyttar ikki at ásetas evstamørk, sum so bara verða flutt longur út í framtíðina, tá ið vit síggja, at vit ikki náa málunum. Lat okkum sum borgarar fá greið signal frá politisku skipanini, so vit vita, hvat vit skulu gera og hvat vit skulu halda okkum til. Ája! Heytfjøllini eru og verða gingin nú. Ein trupulleiki, sum ongin hevur loyst í ár, er at vit bara tveita øll seyðaskinnini í ovnin hjá IRF. Onki verður selt av landinum í ár. Kanska mugu vit konstatera, at tað við skinnum er ein farin tíð, men hetta skapar okkum stórar trupulleikar, tí vit mugu brenna munandi meira enn vit plagdu. Harafturat eru fólk givin at gera blóð­ pylsu og blaka fullar vembur í bingjurnar hjá brennistøðunum. Hertta ger, saman við skinnunum, at tað er næstan ómøguligt at halda ovnarnar nóg heitar. Hvussu loysa vit hendan trupulleikan? Ája! Í hesi vikuni spældu vit landsdyst í fót­bólti móti Malta og vit vunnu. Tað var gott. Hetta var samstundis seinasti heima­dysturin hjá Lars Olsen, lands­ liðsvenjara. Skal nýta høvi at takka honum fyri ár­ ini hann hevur staðið á odda fyri okkara liði. Ein annar spældi eis­ini sín seinasta heima­dyst fyri landsliðið. Hon­um fari eg eisini at takka, men gera tað á øðrum stað og persónliga. Ája! Vikan ið fór Sæð á Facebook: Maltøl smakkar nú betri enn gravøl. Stóra takk fyri dreingir Fríggjadagin vitjaði amerikanska hernaðarskipið Donald Cook Føroyar Týsdagin mælti danska Uttanríkisráðið ferðandi í Barcelona at vísa størsta varsemi, aftaná at ófriður hevur valdað í landspartinum Katalonia síðan fleiri av leiðandi persónunum í loysingarrørsluni mánadagin fingu dóm fyri teirra leiklut í fólkaatkvøðuni fyri tveimum árum siðan Týsdagin fekk føroyska landsliðið sín fyrsta sigur í hesi undankappingini, tá Føroyar vann 1-0 á Malta Mikudagin undirskrivaðu Føroyar og Bretland eina søguliga fiskivinnuavtalu. Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at ein slík avtala er gjørd millum londini Hósdagin boðaði bretski forsætisráðharrin Boris Johnson frá, at ein avtala er gjørd við ES um Brexit Liðskipari MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt NOK var kostnaðurin, tá Bakkafrost partabrøv blivu handlað í gjár. Tað er tað hægsta nakrantíð 584,5 (ítr.) oddamaður á ítróttaliði, liðformaður Atli Gregersen, liðskipari á føroyska landsliðnum hjá monnum, boðaði mánadagin frá, at hann gevst á landsliðnum aftaná dystirnar móti Svøríki og Norra í næsta mánað. Aftaná landsdystin mikudagin brúktu føroysku áskoðararnir eisini høvi at fagna liðskiparanum við sangi og einum stórum bannara. 37 ára gamli Atli Gregersen hevur spælt 57 landsdystir fyri Føroyar Árni Gregersen, journalistur, skrivar Ája! Visti tú? At Sea Shepherd gevur út barnabók um grindadráp Sæð á Facebook: E581 bilar missa nummarplátuna í hesum døgum, tí eigararnir hava ikki rindað vegskatt Gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 metrar um sekundið. Mest skíggjað og í stundum regn ella æl. Hitin um 15 stig. Um náttina klárt og nøkur fá æl. Hitin millum 8 og 12 stig. 5-10 m/s 5-10 m/s 3-10 m/s LEYGARDAGIN FRÍGGJADAGIN SUNNUDAGIN Gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið, ið út á degin snarar í landsynningi og minkar um vindin. Mest turt og møguleiki fyri sól, men í støðum regn. Hitin millum 12 og 14 stig. Um náttina lot til stívt andøvsgul, 3-10 metrar um sekundið av landsynningi. Skíggjað og regn í flestu støðum. Hitin millum 8 og 12 stig. Lot til stívt andøvsgul, 3-10 metrar um sekundið av landsynningi og útsynningi. Fyrst skíggjað og í støðum regn ella ælaveður, men út á dagin verður turrari. Hitin millum 12 og 14 stig. Um náttina klárt veður. Hitin millum 5 og 10 stig.