Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-17, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. oktober 2019síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. OKTOBER 2019 SOSIALURIN 120 5 HALLUR AV RANA H óast tað eru gott tríggjar vikur síðan, at in.fo kundi bera tíðindi, at upptøkur til nýggjasta filmin um James Bond blivu gjørdar í Føroyum, hevur tað enn ikki eydnast at fingið nakran knýttan at verk­ ætlanini at vátta ella avnokta tíð­indini. Men Miðlahúsið kann nú stað­festa, at almenna Føroyar hevur veitt stuðul á 200.000 krón­ur til eina stóra altjóða films­verkætlan, ið verður gjørd í Føroyum. Tað vísir ein innlits­ um­bøn, ið Miðlahúsið hevur sent Vinnumálaráðnum um hvørjar verkætlanir hava fingið aftur­bering til filmsframleiðslu síðan lógin kom í gildi 1. januar 2018. Aðalráðið váttar, at stuðulin er latin bæði árini, men meðan upp­lýst verður, at verkætlanin ”At elska” hjá Anton Petersen fekk stuðulin í 2018, er verk­ ætlan­in í 2019 fevnd av tagnar­ skyldu. - Tann seinna er ein stór al­ tjóða filmsframleiðsla, sum í 2019 hevur fingið játtað tilsøgn um afturbering upp til kr. 200.000. Verkætlanin er fevnd av tagnarskyldu, og innlit kann ikki verða givið í málið, fyrr enn framleiðarin er klárur at kunna alment um filmin. Víst verður §12. stk. 1 nr.2 í lóg um inn­lit í fyri­sit­ingina, skrivar máls­við­ gerð­in í aðalráðnum sum svar til inn­litsumbønina, og leggur aftur­at. § 12. Rætturin til skjalainnlit fevnir ikki um upplýsingar um 2)   tøkniligar útbúningar ella man­na­gongdir, ella um rakstrar- ella vinnu­viður­skifti ella líkn­ andi um so er, at tað hevur stór­ an fíggjarligan týdning fyri tann per­són­in ella virkið, sum upp­ lýsingin viðvíkir, at áheitan­in ikki verður gingin á møti. Upptøkurnar Hóast Eon Productions, før­oysk­ ir myndugleikar og sam­starvs­ felagar teirra í Føroyum og aðra­ staðnis í heiminum so­statt halda kortini tætt inn at kroppinum og vilja hvørki vátta ella nokta fyri, at upptøkur til nýggja James Bond filmin No Time to Die eru gjørdar í Føroyum, er svarið frá Vinnumálaráðnum bara seinasta ábending av fleiri um, at okkurt serligt er á vási í Før­oyum. Fyrsti miðil at skriva um upp­ tøkurnar var in.fo, ið 23. sep­tem­ ber skrivaði, at ein tyrla úr Norra var komin til Føroyar, ið skuldi brúkast til upptøkur av nýggja James Bond filminum No Time to Die. Við Sosialin váttaðu eisini fleiri fólk við tilknýti til Kals­ oynna, at okkurt var at vási á Trølla­nesi, har nógv fremmanda­ fólk gjørdu upptøkur yvir fleiri vikur. Og nakrar dagar seinni skrivaði norska kringvarpið NRK, at upptøkurnar til No Time to Die blivu tarnaðar av, at tyrlan ikki hevði neyðugu loyv­ ini at flúgva í Føroyum. Eftir ætlan fær nýggi James Bond filmurin No Time to Die heims­frumsýning 8. apríl. HALLUR@SOSIALURIN.FO FØROYAR LATIÐ 200.000 KRÓNUR TIL ALTJÓÐAN STÓRFILM - Tann seinna er ein stór altjóða filmsframleiðsla, sum í 2019 hevur fingið játtað tilsøgn um afturbering upp til kr. 200.000. Verkætlanin er fevnd av tagnarskyldu, og innlit kann ikki verða givið í málið, fyrr enn framleiðarin er klárur at kunna alment um filmin, er svarið hjá Vinnumálaráðnum til eina innlitsumbøn um hvørjir filmar hava fingið útreiðslur afturbornar Løgtingslóg nr. 170 frá 20. desember 2017 um aftur­ber­ ing av útreiðslum til films­ fram­leiðslu í Føroyum Á vetri 2017 samtykti Føroya løgting eina nýggja lóg, ið ger tað møguligt hjá almenna Føroyum at afturbera upp til 25 prosent av framleiðslukostnaðinum í samband við framleiðslu av filmum, sendirøðum og heimildarfilmum í Føroyum. Ein samd vinnunevnd skrivaði í álitinum, at endamálið við uppskotinum er at skapa kappingarførar karmar, so at tað ber til at leggja lunnar undir at føroysk filmsfólk fáa høvi at menna sínar førleikar í størri útlendskum filmsframleiðslum, og at tey fáa høvi at samstarva við útlendsk filmsfólk og fáa lut í altjóða netverkum innan film. Harumframt vónaði nevndin, at talan bleiv um eina íløgu í filmsframleiðslu, ið kundi skapa uppaftur størri vøkstur. - Filmsframleiðsla skapar nógv avleitt virksemi, og tørv á keypi av vørum og tænastum. Harumframt kann filmur skapa nógv PR fyri Føroyar, verða hesir vístir á altjóða løriftum. Tí kann tað eisini løna seg væl fíggjarliga, um útlendskar filmsframleiðslur verða gjørdar í Føroyum, skrivaði vinnunevndin í álitinum. Til hetta endamálið eru 200.000 krónur settar av á fíggjarlógini í 2018 og 2019. Lógin um afturbering: 25. filmurin um bretska njósnaran hevur fingið heitið No Time to Die MYND: MGM Aðalráðið váttar, at stuðulin er latin bæði árini, men meðan upplýst verður, at verkætlanin ”At elska” hjá Anton Petersen fekk stuðulin í 2018, er verkætlanin í 2019 fevnd av tagnarskyldu