hósdagur 17. oktober 2019síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. OKTOBER 2019
SOSIALURIN 120
6
7 ára gamli Richard Skaalum Magnusson av
Argjum varð føddur við einum breki, sum vísti
seg við, at oyrini og hoyrnin ikki vóru sum hjá
flestu øðrum. Men við serligum hoyritóli hoyrir
hann og er ikki serliga darvaður av brekinum
FRANTS JENSEN
FRANTS@SOSIALURIN.FO
– Tá ið Richard varð føddur, vistu
vit einki. Vit sóu, at oyrini ikki
vóru sum hjá øðrum børnum.
Vinstra oyrað er hálvt og høgra
oyra er misformað. Oyralæknin
kundi eisini staðfesta, at har vóru
ongar oyralustir (oyragongir),
sigur mamman, Halla Skaalum.
Tað vísti seg, at Richard Skaal
um Magnusson var føddur við
tí, sum á fakmáli, verður kalla
mikroti. Tað merkir, at oyrini eru
ikki ment, sum tey skulu. Tað
sjónliga er, at vinstra oyra er bara
hálvt.
Tað eru fýra stig av mikroti,
og Richard Skaalum Magnusson
hevur triðja stig av mikroti.
Hoyritól fest á høvdið
Tá ið Richard var tríggjar mánaðir
gamal, fóru tey til Danmark, har
hann varð kannaður nærri. Hann
fekk eitt serligt hoyritól, sum
verður fest tvørtur um høvdið.
Hoyritólið vibererar og sendir
ljóðbylgjur til innara oyra, og tað
ger, at hann hoyrir.
– Hoyritólið er hansara oyrur.
Um Richard ikki hevur hoyritólið,
so hoyrir hann næstan einki. Um
hann ikki hevur hoyritólið uppiá,
er neyðugt at rópa, vera tætt hjá
og hava eygasamband við hann,
fyri at hann skal hoyra nakað,
sigur mamman.
Tá ið nú sjey ára gamli argja
drongurin skal undir brúsu, svimja
ella sova, verður hoyritólið tikið
av. Annars hevur hann tað altíð
uppá.
Nýggj hoyritól
Fyri einum mánaði síðani fekk
Richard í eini skurðviðgerð sett
skrúvur inn oyrabeinið í høvdið.
Nýggj, framkomin hoyritól verða
eftir sett á skrúvurnar, og tað skal
gera, at hann fer at hoyra enn
betur. Hoyritólini verða heldur
ikki so sjónligt, sum tey núverandi
eru.
Skurðviðgerðin varð gjørd í
Føroyum, og hann er næsti før
oyingurin, ið hevur fingið hesa
viðgerðina í Føroyum.
– Vit fara til oyrnalæknan í
næstu viku, og tá vænti eg, at
hann fer at fáa nýggju hoyritólini.
Nýggju hoyritólini eru ein lítil
telda. Hann kann innstilla ljóðið,
til dømis í mun til, hvar hann er.
Tað er til dømis munur á, um hann
er í eini ítróttarhøll, um tað er í eini
skúlastovu ella teir bara eru tveir
vinir saman. Eg vænti, at hann fer
at hoyra enn betur og at nýggju
hoyritólini fara at hjálpa honum
enn meira í gerandisdegnum, at
hann fer at hoyra reinari og ikki
eitt sindur ullint, sigur Halla Skaal
um.
Stuðul á dagstovni
At Richard Skaalum Magnusson
hevur mikroti, hevur ávirkað
ymisk viðurskifti í gerandisdegn
um. Millum annað hevði hann
taliráðgeva, tá ið hann var í barna
garði.
– Hann gekk í Dagstovninum
í Hoyvík. Í vøggustovuni vóru 10
børn, og fleiri vaksin rundan um
hann. Tað gekk rímiliga væl. Men
tá ið hann fór í barnagarð vóru tey
19 børn, og ikki so nógv vaksin um
hann. Og vit vita, at børn í hasum
aldrinum larma nógv, so har vóru
ymiskar avbjóðingar, sigur Halla
Skaalum.
Tey søktu um eyka tímar, so at
tey fingu eyka stuðul til hansara.
Tað fingu tey.
– Hann hevði ikki so góða út
talu, tí hann hoyrdi ikki so væl.
Tað hjálpti væl, at hann fekk
taliráðgeva. Hann orkaði heldur
ikki, um tað var nógvur larmur.
Hann fekk av og á ilt í høvdið.
Hann fekk eisini loyvi at sova eitt
sindur eyka. Sernám var eisini inn
í myndini. Onkuntíð fóru tey ein
túr ella at svimja við honum. Hann
fekk heldur ikki altíð við, tá ið
felags boð vórðu søgd til børnini.
Tá var gott at hava stuðul, sum
dugdi at geva boð, so at hann fekk
tað við, sigur Halla Skaalum.
Mamman fór eisini niður í ar
beiðstíð, frá 32 tímum til 25 tímar
um vikuna, so at hann kundi
sleppa fyrri heim enn onnur.
– Tey á Dagstovninum í Hoyvík
gjørdu nógv fyri at fáa tað at rigga,
so at Richard hevði tað gott. Tað
eru vit glað fyri. Vit hava ikki upp
livað, at hann hevur verið argaður
vegna hansara brek, sigur mamm
an.
Í 1. flokki
Richard Skaalum Magnusson er
nú farin í 1. flokk í Skúlanum á
Fløtum. Hann gongur í Kongagøtu
í Havn.
– Eg gangi í 1.A. Vit eru 24 næm
ingar í flokkinum, og sum oftast
eru tveir lærarar í flokkinum.
Tað eru fleiri gentur enn dreingir
í flokkinum. Tað er stuttligt at
vera í skúla, serliga tá ið vit síggja
teknifilm, sigur Richard Skaalum
Magnusson.
Í skúlanum hevur hann ikki
nakran stuðul.
– Vit hava tosað við floks
læraran og eisini greitt hinum
foreldrunum frá støðuni hjá
Richard. Fyri at hann skal fáa
alt við, er neyðugt, at hann sær
og er tætt hjá tí, sum tosar. Tí
sleppur hann at sita fremst, so
at hann sær læraran og fær alt
við, og lærararnir vita eisini, at
um onkur boð skulu gevast, so er
neyðugt at hann fær boðini greitt.
Hann sleppur eisini at fara út úr
Um hann ikki hevur
hoyritólið uppiá,
er neyðugt at rópa,
vera tætt hjá og hava
eygasamband við
hann, fyri at hann skal hoyra
PERSÓNSØGA
Bara hálvt vinstra oyra:
HOYRITÓLIÐ ER
HANSARA OYRU
Halla Skaalum, mamma Richard Skaalum Magnusson.
Mynd: Álvur Haraldsen