Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. oktober 2019síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. OKTOBER 2019 SOSIALURIN 120 7 skúlastovuni eina løtu, um hann er móður í høvdinum, sigur Halla Skaalum. Flokslærarin hevur eisini tikið upp við næmingarnar um ym­ isleika. – Eg veit at hon til dømis hev­ur greitt teimum frá, at vit eru ym­ iskt, hava ymiskan hárlit, onkur hevur brillur og onkur hev­ur hoyritól. Tað er gott, at tey taka hetta evnið upp, sigur Halla Skaal­ um. Higartil hevur ikki verið neyð­ ugt við eyka stuðli hjá honum. – Sum nú er halda vit ikki, at tað er neyðugt við stuðli, men vit fara at fylgja við, hvussu gongur, sig­ur mamman. Eftir skúlan, fer Richard Skaal­ um Magnusson saman við hin­ um børnunum í frítíðarskúla. Tá spæla tey millum annað í Grasa­ garði. Minecraft lego Familjan, ið telur pápan, Magnus Jógvansson, mammuna, Hallu Skaalum, 7 ára gamla Richard Skaal­um Magnusson og 4 ára gomlu Teu Vár Skaalum Magnus­ dóttir, býr á Traðagøtu á Argjum. – Tað er best á Argjum, sigur Rich­ard. Hóast hann ikki kennir floks­ felagarnar frá dagstovnatíðini, so er hann longu komin at kenna fleiri av teimum. – Vinir mínir eita Julian, Sofus og Matteus. Vit plaga at spæla minecraft lego, sigur Richard Skaal­um Magnusson. Eftirgjørt oyra í framtíðini Brekið hjá honum fyllir ikki so nógv í familjulívinum. – Vit hava ein vanligan ger­ andis­dag. Hoyritólið verður tikið av, tá ið hann fer í brúsu, at svimja og tá ið hann svevur. Annars er tað á. Vit eru spent at síggja, hvussu nýggja hoyritólið fer at virka í gerandisdegnum. Tað verður minni sjónligt, og tað er eisini mun­andi meira framkomið, sigur Halla Skaalum. Hon veit um nakrar fáar aðrar føroyingar, ið eisini hava mikroti. Hon veit eisini um útlendingar, ið hava hetta brekið. Hon hevur havt samband við onkran av teim­um, fyri at hoyra teirra søgu. Tey eru tó ikki skipað í nøkrum felagið. Onkur av teimum eru skurð­viðgjørd, so tey hava fingið eftirgjørd oyru, so at brekið ikki er so sjónligt. – Richard má sjálvur, tá ið hann er nóg vaksin til tað, taka støðu til, um hann skal skurðviðgerast í oyr­unum. Vit kunnu ikki taka støð­una fyri hann, sigur Halla Skaal­um. R UR Hvat er mikroti? Mikroti merkir "lítið oyra", og er eitt lýti á oyranum. Lýtið sæst við føðing og kann vera á einum ella báðum oyrum. Eitt av 8.000-10.000 fólkum verða fødd við hesum lýtinum. Tað eru ymisk stig av mikroti. 3. stig er tað, ið kemur oftast fyri. 1. stig: Eitt sindur minni uttara oyra við verandi, men minkaðum oyralusti (oyragongd). 2. stig: Uttara oyra er partvís í lagi, men uttara oyralust er afturlatið. 3. stig: Uttara oyra, uttara oyralust og trummuhinnan manglar. 4. stig: Oyra ella oyralustirnar mangla Mikroti er oftast á einum oyra. Millumoyra og innara oyra kann eisini hava brek. Mikroti sæst sum eitt einstakt lýti, men kann eisini vísa seg saman við øðrum lýtum, til dømis brek við eygum, andliti, ryggi, hjarta, nýrum, heila, vælindi, armum og beinum. Kelda: Wikipedia Richard Skaalum Magnusson hevur mikroti. Hann hevur bara hálvt vinstra oyra og má hava eitt serligt hoyritól fyri at hoyra. Mynd: Álvur Haraldsen Richard má sjálvur, tá ið hann er nóg vaksin til tað, taka støðu til, um hann skal skurðviðgerast í oyrunum