Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. oktober 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. OKTOBER 2019 SOSIALURIN 120 8 Fleiri hava ivaleyst droymt um, at Eysturoyar­ tunnilin kanska fór at lata upp nakað fyrr enn ætlað, men so verður ikki. Tunnilin letur alment upp í desember næsta ár. Gera miljónaíløgur í Skopun Tað er einki, sum bendir á, at hjúnini, Óli og Ann-Dorit Nattestad, ætla sær at gevast á hendur í Skopun VILMUND JACOBSEN Tað var í endanum av juni mánaði, at hjúnini, Óli og Ann-Dorit Natte­ stad, keyptu ognirnar hjá Sandoy Seafood í Skopun og á Sandi. Hetta hendi eftir, at gomlu eigararnir, sum í fyrsta lagi vóru alifelagið Mowi og Delta Seafood, høvdu gjørt av at lata virkið í Skopun aft­ur og at siga tey umleið 50-60 fólk­ini úr starvi. Virkisleiðarin gjøgnum mong ár, Martin Olsen, helt fram hjá nýggju eigarunum, og tað gjørdu arbeiðsfólkini eisini, tá virkið í Skopun fáar dagar eftir keypið læt uppaftur. Meðan Óli Nattestad nú hevur verið í Føroyum í nakrar dagar, hava fundir verið hildnir, og hann fór av landinum aftur í gjár, hós­ dagin. Nøgd við gongdina Nú er umleið eitt fjórðingsár liðið, síðan framleiðslan á virkinum í Skopun byrjaði aftur, og hesar tríggjar mánaðirnar hevur verið ar­beitt at kalla hvønn einasta yrka­dag. Martin Olsen, virkisleiðari, sig­ ur, at meginparturin av rávøruni hesa tíðina hevur verið toskur, upsi og hýsa. - Eg havi áður sagt, at fram­ leiðslan á virkinum í Skopun kann fáast at hanga saman, um tað eydn­ast okkum at fáa nóg mikið av fiski til virkingar. Vit eru nøgd við gongdina, síðan virkið læt upp aftur, og virksemið hevur í hesum tíðarskeiði hingið saman, sigur Martin Olsen. Tá virkið í Skopun læt aftur mið­skeiðis í juni mánaði í ár, høvdu tey arbeitt umleið 1900 tons av ráfiski, harav 615 tons var fryst­ur fiskur, sum virkið keypir og tiðn­ar upp til framleiðslu. Í 2018 var samlaða ráfiska­nøgd­ in 3.700 tons, harav 790 tons var frystur fiskur, og í 2017 vóru saml­ aðu nøgdirnar 4.300 tons, harav 743 tons var frystur fiskur. Martin Olsen sigur, at skal fram­leiðslan fáast í eina góða og støð­uga legu, skulu samlaðu rá­ fiska­nøgdirnar – av feskum og fryst­um fiski – helst koma upp á eini 4.500 til 5.000 tons um árið. Gera stórar íløgur Tað er einki, sum bendir á, at Óli og Ann-Dorit Nattestad ætla sær at gevast á hendur í Skopun, og tískil eru eisini øll útlit til, at hetta verður eitt varandi arbeiðspláss í Sandoynni. - Í komandi tíð verða nýggjar íløgur fyri miljónir gjørdar á virkinum í Skopun, og hesar íløgur verða eitt nú gjørdar í frysting og maskinur. So, hetta sær bara heilt hugaligt út, leggur virkisleiðarin, Martin Olsen, aftrat. Steingja meðan teir spreingja VILMUND JACOBSEN Byggifyritøkan J&K.Peter­ sen er í holt við at gera eitt nýtt vinnu­økið fyri Klaksvíkar komm­unu sunnan fyri báta­ hylin á Borðoyarvík, og hetta fer at órógva ferðsluna til og úr Norðoyatunlinum í ávísan mun í styttri tíðarbilum. Í Klaksvíkar kommunu vita tey at siga, at Norð­oya­ tunn­ilin verð­ur stongdur, með­an sprongt verður, og vænt­andi verð­ur tunnilin stongd­ur í einar 10 minuttir undir hvørjari spreing­ing. - Roknast skal við, at hetta fer at endurtaka seg umleið 25 ferðir næstu tíðina, siga tey í kommununi og leggja aftrat, at ætlandi sprongdu teir fyrstu ferð í gjár, hósdagin 17. oktober. VÁGUR: Leygardagin 2. november frá klokkan 15-17 verður ókeypis tiltak í Fjarlestrardeplinum í Vági undir heitinum “Lívsgóðska hóast avbjóðingar”, og tað er ein bólkur undir Krabbameinsfelagnum sum skipar fyri. Royna at semjast Strandarlanda­ samráðingar um makrel, svartkjaft og norðhavssild eru nú í London VILMUND JACOBSEN Næstu tvær vikurnar eru strand­ arlandasamráðingar um makrel, svartkjaft og norðhavssild í Lond­on. Samráðingarnar um makr­el byrjaðu mikudagin, og tað er ES, sum hevur formans­ skapin. Partarnir skulu eitt nú við­ gera mest loyvdu veiði fyri 2020 eftir, at ICES er komið við sínari ráðgeving. Í næstu viku eru svartkjaftur og norðhavssild á skránni, og hes­ar samráðingar fara eisini fram í London, hesaferð undir for­mansskapi ávikavist Íslandi og Føroyum. Eisini við svartkjafti og norð­ havssild skulu partarnir viðgera mest loyvdu veiðu fyri 2020. Í Fiskimálaráðnum vita tey at siga, at luttakandi londini eru Føroyar, ES, Grønland, Ísland, Noreg og Russland.