Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-17, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. oktober 2019síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. OKTOBER 2019 SOSIALURIN 120 9 Teistin drivin við alduorku Á heimasíðuni hjá Wavefoil, sum skipa­ smiðjan Mest endurgevur, verður víst á, at strandfaraskipið Teistin nú hev­ ur siglt við so­nevndu ”veingj­unum” hjá fyritøkuni síðan hin 25. september í ár VILMUND JACOBSEN Heimasíðan skrivar, at skip­anin broytir aldu­orku beinleiðis til fram­drátt­ar­ megi og minkar um olju­ nýtsl­una. Skipanin ger eis­ini, sigur fyritøkan, at Teistin rullar minni, soleiðis at komforturin umborð eis­ ini er vorðin betri. Í sínari frásøgn um virkn­ aðin av skipanini, skrivar fyritøkan í Tróndheimi í Noregi soleiðis: ”Siden den 25. september 2019 har M/F Teistin delvist været drevet af bølgerne i det nordlige Atlanterhav og transporteret tusinder af passagerer mellem Gamla­rætt, Skopun og Hestur på Færøerne med udtrækkelige buefolier fra Wavefoil…” Ymiskar meiningar Sosialurin skifti herfyri orð við ein av skiparunum á Teistanum, har hesin segði, at Wavefoil-skipanin nú eigur at sleppa at standa sína roynd. Ferðafólk, sum dagliga sigla við skipinum, halda seg ikki merkja nakran ser­ ligan mun. Onkur heldur, at okkurt merk­ist. Onnur, at alt er, sum tað var, og í triðja lagi held­ur onkur, at skipið kanska uppførdi seg betur, áðrenn Wavefoil-skipanin varð sett í. Wavefoil-fyritøkan í Tróndheimi hevur ment hesa skipan, og tað er í sam­starvi millum hesa fyri­tøku og skipasmiðjuna Mest, sum í sínari tíð bygdi Teist­an, at hesar royndir nú verða gjørdar. Hóskvøldið 24. oktober fer Jógvan Kallsgarð at leggja fram og greina úrslit av ungdómsgransking. Tiltakið byrjar klokkan 19 og verður í miðhøllini á Skúlatrøð. Stórur áhugi fyri bók hjá Ragnari Mikudagin var bókaframløga í Bygdahúsinum á Strondum, tá Ragnar Danielsen legði bók sína - Nú fækkast tey á gomlu Strandagøtu - fram VILMUND JACOBSEN - Nógv fólk var møtt til framløguna, og eftir­spurn­ ingurin eftir nýggju bókini var eisini sera stórur.  Tað siga tey í Sjóvar komm­unu, sum eisini havt lagt myndir út á sína heima­ síðu av bóka­fram­løg­uni miku­dagin. Á tiltakinum søgdu Artur Johansen, borgarstjóri og Justinus Eidesgaard, nøkur orð um bókina og høvundan og systrarnar, Elisabeth á Fríðriksmørk og Joan Sand­ ursdóttir við fylgispæli frá Fríðu Tummasardóttir Jo­hanne­sen, sungu tveir sang­ir. At enda á fram­løgu­til­ tak­inum hevði Jógvan Óli á Fríðriksmørk eina sam­røðu við høvundan um við­ur­ skifti, sum lesast kann um í nýggju bókini. - Tey, sum ikki høvdu møgu­leika at møta til fram­ løguna, men sum fegin vilja ogna sær bókina, kunnu keypa hana í bókahandlum, siga tey í Sjóvar kommunu. Kvívík styrkir sína tilbúgving Vilmund Jacobsen  Um eina lítla viku – ella hósdagin hin 24. oktober – skulu umsóknirnar at søkja starvið sum sløkkiliðsleiðari ella tilbúgvingarleiðari í Kvívíkar kommunu verða kommununi í hendi. Hetta er eitt parttíðarstarv, sum ætlandi verður sett frá 1. november í ár at rokna. Uppgávurnar snúgva seg í fyrsta lagi um at verða leiðari fyri sløkkiliðið í kommununi. Men, arbeiðsuppgávurnar eru eisini sera fjølbroyttar. Leiðarin kemur at hava átaks-og rakstrarábyrgdina av kommunalu tilbúgvingini, og hesin skal eisini verða til reiðar til útkall. Tann, sum fær starvið, skal gera vaktaravtalu við avloysara og kemur eisini at umsita tilkalliskipanina hjá sløkkiliðsmanningini. Haraftrat skal leiðarin skipa fyri venjingum við sløkkiliðsmanningini í minsta lagi 10 ferðir um árið, eins og skipast skal fyri, at manningin fær útbúgving á sínum øki. Starvið fevnir eisini um at hava eftirlit og umsjón við sløkkiliðsútgerðini hjá kommununi, eins og leiðarin skal ráðgeva kommunalu umsitingini í viðkomandi spurningum innan arbeiðsøkið. Arbeiðsøkið fevnir eisini um at luttaka í brandsýni av kommunalum bygningum, gera uppskot til fíggjarætlan fyri tilbúgvingina – og verða við í arbeiðnum at gera eina váðameting og tilbúgvingarætlan fyri kommununa. Í lýsingini verður ynskt, at umsøkjarar hava víðkað fyrstuhjálparprógv, heilsuváttan fyri sløkkiliðsfólk, nøktandi revsiváttan, telduførleika á grundstøði og førleikabræv til akfar yvir 3500 kilo. - Krav er tó ikki um umrøddu prógv, og til ber at útvega sær prógvini gjøgnum arbeiðið, siga tey í Kvívíkar kommunu. ROKAN: Tað var rokan á Fuglafirði í gjáramorgunin. Smærri bátar liggja og draga tosk, og størri skip eru á veg til bryggju. Mynd: Tíðindi úr Fuglafirði