hósdagur 17. oktober 2019síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. OKTOBER 2019
SOSIALURIN 120
10
- Íleggjararnir síggja ein
møguleika í Bakkafrost, tí
felagið hevur góð úrslit at vísa
á og hevur skapt eitt álit. Tað
álitið úti á marknaðinum er
øgiliga týdningarmikið, og er
tað skapt við einum sunnum
rakstri og at vit gera tað, ið vit
lova, sigur Rúni M. Hansen,
nevndarformaður í Bakkafrost
HALLUR AV RANA
HALLUR@SOSIALURIN.FO
P
artabrøvini hjá føroyska
alirisanum Bakkafrost
settu enn einaferð met í
gjár, tá tey blivu handlaði
fyri 584,5 norskar krónur á keyp
skálanum í Oslo í gjár.
Hetta er tað mesta, ið parta
brøvini hjá felagnum nakrantíð
eru handlað fyri, men er kortini
bara eitt framhald av tí stóra
vøkstrinum, ið felagið hevur
upplivað síðan tað bleiv skrásett
á keypskálanum í Oslo í 2010.
Tá íleggjarar í 2010 á fyrsta
sinni fingu møguleikan at keypa
eitt partabræv í felagnum, var
virði á einum partabrævi 31
norskar krónur, og tá keypskálin
stongdi fyrsta dagin, var virðið
fallið til 32,7 norskar krónur fyri
hvørt partabræv.
Um ein persónur keypti parta
brøv hendan dagin og seldi aftur
í gjár, tá prísurin var á tí hægsta,
hevði viðkomandi selt fyri umleið
17 ferðir tann prísin, ið viðkomandi
gav fyri partabrævið fyri níggjum
árum síðan.
Bara í ár er virðið á partabrøv
unum næstan voksið við einum
triðingi. Við ársbyrjan var kostn
aðurin á einum partabrævi 407,97
krónur, men er tað serliga seinasta
mánaðin, at prísurin er hækkaður.
10. september blivu partabrøvini
handlaði fyri 494,48 krónur, men
er kostnaðurin síðan tá voksin við
nærum 90 norskum krónum.
Álit
Uttan iva hevur keypið av skotska
alifelagnum Scottish Salmon
Company í farna mánað havt
eina stóran ávirkan á, at íleggj
arar leggja sínar pengar í føroyska
felagið. Tað er eisini metingin hjá
Rúna M. Hansen, ið er nevndarfor
maður í Bakkafrost.
- Íleggjararnir síggja ein møgu
leika í Bakkafrost, tí felagið hev
ur góð úrslit at vísa á og hevur
skapt eitt álit. Tað álitið úti á
marknaðinum er øgiliga týdn
ingarmikið, og er tað skapt við
einum sunnum rakstri og at vit
gera tað, ið vit lova, sigur nevnd
arformaðurin.
Sambært nevndarformannin
um hevur tað eisini týdning fyri
íleggjararnar, at talan er um eitt
sterkt felag, ið hevur prógvað sítt
Eykaaðalfundur hjá Bakkafrost
Í samband við keypið av The
Scottish Salmon Company, sum
Bakkafrost keypti 25. september,
hevur felagið kallað inn til
eykaaðalfund í dag.
Blaðið fór til prent áðrenn fund
urin var liðugur, men framm
anundan tykist vera greitt, at
meirilutin av partaeigarunum
taka undir við tilmælinum, ið
nevndin hevur sett á skrá fyri
eykaaðalfundin.
Eykaaðalfundurin skal taka
støðu til kapitalhækkingina í
sambandi við keypið í Skotlandi.
Samlaði virðið av The Scottish
Salmon Company er 5,5 milliardir
norskar krónur. Í staðin fyri at
fíggja keypið við láni, verður
størsti partur av keypinum fíggj
aður sum eginpeningur, har eig
arar skjóta pening í felagið.
Tá keypið varð framt 25. sept
ember, var felagið úti hjá íleggj
arum, til tess at fíggja keypið.
Áhugin var sera stórur, og felagið
teknaði allan ætlaða peningin
uppá 4,8 milliardir krónur eftir
tveimum tímum.
Bakkafrost hevur ein sera
spjaddan eigaraskara. Størsti
eigari er norski eftirlønargrunn
urin, Folketrygdfonden, sum nú
eigur 9,8% av felagnum. Felagið
er skrásett á keypskálanum í
Oslo, og hevur í dag eitt markn
aðarvirði á 31 milliardir norskar
krónur.
ÍLEGGJARARN
ÁLIT Á BAKKA