Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-17, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. oktober 2019síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. OKTOBER 2019 SOSIALURIN 120 11 virði, ið nú tekur yvir raksturin av ein­um øðrum felagi innan somu vinnu. - Vøksturin í virðunum á parta­ brøv­unum vísir, at íleggjarar trúgva, at vit megna at betra um rakst­urin í skotska felagnum. Tal­ an er um eitt felag, ið liggur tætt uppat okkara verandi virk­semi, so vit fara ikki í holt við nakað ókent, men fáa við okkara ver­andi virksemi skapt synergy bein­an­ veg­in. Harímillum við Havsbrún, ið kann veita fóður til Skotlands, sigur Rúni M. Hansen. Vakstrarmøguleikar At tað eru stórir møguleikar fyri einari virðisøking av skotska felagnum er nevndarformaðurin sann­førdur um, og vísir á markn­ aðin sum eina ábending um hetta. - Bakkafrost sum felag kann vísa á ein høgan prís á marknaðinum vegna ein grundleggjandi góðan rakstur. Prísurin hjá okkum liggur yvir 400 krónur fyri kg fyri okkara framleiðslu, meðan tað hjá Scottish Salmon Company hevur ein prís á 180 krónur fyri kg. So um vit fáa lyft felagið upp og innført ein betri og burðardyggan rakstur, kemur tað at geva nakað eyka til Bakkafrost, sigur hann. Slíkar broytingar krevja kortini tíð, og í Bakkafrost verður eisini arbeitt við einari tíðarlinju, ið fevnir um fimm ár. Og allar broyt­ingarnar verða heldur ikki framdar beinanvegin. - Tá Bakkafrost keypti Havs­ brún í 2011 fingu vit tamarhald yv­ir allari virðisketuni. Líka frá smolt­inum til lidnu vøruna, ið verð­ur seld á marknaðinum. Tað er ein virðisketa, ið vit kunnu brúka í samband við keypið og tað vita íleggjararnir. Ætlanin er eis­ini at brúka fóðrið frá Havs­ brún í Skotlandi, sigur nevnd­ar­ for­maðurin. Umframt nýggjar vakstr­ar­ møgu­leikar fyri føroyska alirisan í ein­um nýggju útlendskum markn­aði, veitir keypið av skotska felagn­um eisini ein møguleika at styrkja um støðuna í ringum tíð­ um. - Við keypinum hava vit nú spjatt váðan í fyritøkuni, so at al­ ing­in ikki longur eru avmarkað til eitt landafrøðiligt økið. Vit síggja nakr­ar møguleikar við hes­um keyp­inum og trúgva, at vit kunna geva nakað gott til fel­agið. Gomlu eig­ararnir megn­aðu at byggja eitt sterkt brand í Skot­landi, ið passar væl inn í okkara hugs­unarhátt, ið er at byggja eitt stórt og sterkt brand úti í heimi, sig­ur Rúni M. Han­sen. NORSKI PENSJÓNS­ GRUNNURIN STØRSTI PARTA­EIGARI S íðan Bakkafrost bleiv skrásett á keyp­skálan í Oslo í 2010 hevur tað verið familj­an Jacobsen, ið hevur átt størsta partin av parta­ brøv­unum í felagnum. Oddvør Jacobsen, einkja eftir Hans Jacobsen, hevur inntil fyri nøkrum vikum síðan verið størsti einstaki partaeigari í alirisanum, ið maðurin setti á stovn, meðan sonurin Regin Jacobsen hev­ ur verið næststørsti eigarin í felagnum. Samanlagt eru tey eisini enn størsti eigarin av parta­brøvum í felagnum, men í samband við keypið av skotska alifelagnum Scott­ish Salmon Company keypti almenni norski pen­ sjóns­grunnurin Folketrygd­ fonden so mikið av parta­ brøv­um, at teir gjørdist størsti eigari í felagnum, aftan­á at teir í eina tíð hava verið triðstørsti eigarin. Felagið eigur í dag 9,8 pro­ sent av partabrøvunum. NIR HAVA AFROST OGNAR­ SKAPURIN TÁTTAR Í 80 PROSENT T á Bakkafrost 25. september kunn­ gjørdi, at felagið hevði keypt 68 pro­sent av partabrøvunum í skotska alifelagnum Scott­ ish Salmon Company, gjørdi felagið alt fyri eitt greitt, at hetta var einans byrjanin, tí málið var at keypa øll parta­ brøvini í felagnum. Tríggjar vikur seinni er ognarskapurin hjá føroyska felagnum nú 78 prosent og manglar felagið sostatt tey síðstu 22 prosentini. - Vit fara at bjóða teimum, ið enn eiga partabrøv í fel­ agn­um, at keypa tey síðstu, og vænta, at tey fara at siga ja til tilboðið, upplýsir Rúni M. Hansen. Scottish Salmon Com­ pany verður skipað sum eitt dótturfelag hjá p/f Bakka­ frost, men sambært Rúni M. Hansen er eingin endalig støða tikin til, um hvussu leiðslu­bygnaðurin verður í skotska felagnum. - Vøksturin í virðunum á partabrøvunum vísir, at íleggjarar trúgva, at vit megna at betra um raksturin í skotska felagnum. Talan er um eitt felag, ið liggur tætt uppat okkara verandi virksemi, so vit fara ikki í holt við nakað ókent, men fáa við okkara verandi virksemi skapt synergy beinanvegin. Harímillum við Havsbrún, ið kann veita fóður til Skotlands Nevndarformaður, Rúni M. Hansen